Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Býarverkfrøðingurin Poul Guttesen, sáli, var spennandi persónur

$
0
0
Poul og eg í 8-mannafarinum hjá Pouli. (Mynd Finn Bjørn)

Finn Bjørn Guttesen er ein av mínum trúgvu vinmonnum og gomlu hondbóltsvinum. Eftir eina hondbóltsferð á Fjóni í 1966 fann hann sær danska gentu, sum seinni bleiv kona hansara. Finn Bjørn flutti á ungum árum til Danmarkar, har hann setti búgv, men hóast hetta kom eg at hava nært samband við heim hansara í Hornabø og serliga seinnu árini við pápan, Poul Guttesen, sum var ótrúliga spennandi persónur at vitja og práta við.

Poul Guttesen er føddur og uppvaksin í Havn. Mamman, sum var úr Vestmanna og pápin Johannus Guttesen úr Havn, áttu níggju børn, sum øll eru fødd húsi á Gripsvegi, sum pápin keyptu frá Trappubrøðrunum í 1910. Tað serliga við hesum hugnaliga og lítla húsið, sum er bygt í 1884, er, at viðurin til húsið kom frá sluppini Fox, sum fór á land og gjørdist vrak á Skálatrøð.

Hóast høgan aldur og lamin, var hugurin hjá Pouli til sjógvin stórur. (Mynd Finn Bjørn)

Av teimum níggju børnunum er bara Karl Guttesen eftir á lívi. Karl er yngstur, og Poul var elstur av systkunum, og tað eru 22 ár millum brøðurnar. Systkini vóru fimm dreingir og fýra gentur. Eg havi hitt Karl og spurt hann um barnaheimið hjá Poul og teimum.

– Pápi keypti sum sagt húsini, sum var bygt í 1884, frá Trappubrøðrunum í 1910. Barnaheimið hjá okkum, har eg búgvi, er serligt á tann hátt, at tú sært allastaðni í húsinum, at tilfarið er ikki vanligur viður. Tað eydnaðist ikki Trappubrøðrunum at selja vrakið, so teir brúktu tilfarið frá Fox til eini sethús. Teir brúktu allan viðin í vrakinum eisini stórmastrina, sum bleiv til bjálkar í húsinum. Tú sært eisini, at summir bjálkar eru rundir í endunum, og brettini hava ymsa støddir heilt upp í 24 sentimetrar breið, sigur Karl.

Tá ið Karl var smádrongur, vóru eldru systkini flutt heiman, summi fóru til Danmarkar í lestrarørindum millum annað Poul Guttesen, sum lærdi til verkfrøðing og var í Danmark øll krígsárinum. Poul og Hedvig áttu fýra børn. Vøgg Guttesen, sum var býarverkfrøðingur í Havn, er farin, síðani er tað Rolf Guttesen, sum býr í Danmark, og sum vit av og á síggja í bløðunum, dótturin Ivy Hansen, sum býr í Havn og vinmaðurin Finn Bjørn Guttesen, sum býr í Danmark.

Tankarnir leita aftur í 60 árini, tá ið vit vinmenn sótu í kamari í Hornabø og drukku nakrar øl og spældu tónleik, áðrenn vit fóru í Sjónleikarhúsið í dans. Hetta eru ríkar løtur at minnast aftur á.

Mamma Finn Bjørn, Hedvig, sum var donsk, doyði í 1990, og Poul var tá vorðin lamin og illa gongdur, tí hann breyt sær annan lærhálsin og fekk ongantíð førleikan aftur. Poul og eg høvdu nógv felags áhugamál at práta um, og tímdu vit ikki at práta um politikk, heimssøgu ella føroyska málið, sum hevði hansara stóra áhuga, kundu vit heldur tosa um fiskiskap. Báðir áttu vit bát. Niclas í Koltri smíðaði í 1970 Pouli og vinmonnunum Poul á Verkinum og Kartna Niclasen 8-mannafar, sum lá undir Müllers pakkhúsi, har okkara bátur eisini var bundin í bryggjuna út frá Müllers pakkhúsi.

Barnaheimið hjá Pouli og teimum á Gripsvegnum, sum var bygt í 1884. Karl og konan Dania búgva í húsunum. (Mynd Vagnur)

Poul duldi ikki, at hann var fríteinkjari, og hann segði mær millum annað mangan, at hann skilti ikki, at Guð læt so nógv fólk doyggja niðri á Balkan í borgarakrígginum, og vit í Føroyum vóru spard fyri so nógv. Hvar er ikki rættvíst, Vagnur, segði Poul.

Poul andaðist í 1996, og tað eydnaðist mær nakrar ferðir at ganga einum inniligum ynski hansara á møti. Hann vildi so fegin sleppa á flot kanska eina seinastu ferð, men heilsan var ikki góð. Vinmenninir hjá honum vóru farnir, og nú hevði hann bara meg at heita á. Poul og teir plagdu at royna suðuri úr Kikjubønesi og við Bøboðarnar, meðan vit oftast royndu uppi í fjørðinum millum Stong og Eystnes. Tó so, vit royndi eisini suðurin i fjørðinum, har Poul og teir royndu.

Eg mátti hjálpa Poul bátin, men tá ið vit vóru komnir á fiskileið uppi í fjørðinum, og klárt var hjá Pouli at kasta, var hann spentur og íðin, sum ein unglingi. Verri gekk, tá ið vit komu aftur at landi, tí tá var eldri kroppurin stívnaður í kuldanum, at beininini fóru undan honum, og eg mátti fáa hjálp at fáa hann í bilin og aftur til húsa. Vit vóru nakrar ferðir á floti saman, og vit fingu altíð at kóka og meira enn tað. Reiðskapin hevði Poul nógvan. Mín reiðskapur var snøri, nakrir plátuhúkar og nakað av agni, men Poul hevði fult skrín við ymsum støddum av húkum, beitum, ymsar støddir av dergum o.s.fr. Í skríninum var alt til rætta fiskimannin. Á yngri árum dámdi Poul væl at standa seyðabergi, og eg síggi hann fyri mær fara oman til sjóvarmálanum við spannini og longu seyðatráðuni.

Eg sakni henda fleiri og 190 sentimetrar høga mannin við tjúkka hvíta hárinum og stóra hvíta yvirskegginum. Poul dámdi væl at skráa, og hann segði mær, at skráin fór bara úr munninum, tá ið hann át og bustaði tenn. Hann svav eisini við skrábitanum undir vørrini. Stutt eftir at Poul doyði í 1996, vórðu húsini í Hornabø seld Jóannesi Eidesgaard fyrrverandi løgmanni. Nú eru húsini farin á aðrar hendur, tí Jóannes og konan er flutt aftur til Tvøroyrar. 8-mannafarið, sum Niclas í Koltri smíðaði Pouli og vinmonnunum Poul á Verkinum og Kartna Niclasen í 1970, endaði í Nólsoy. Báturin, sum er 42 ára gamal, er til enn.

Eg hugsi mangan, nú ættarliðið undan mær mest sum alt er farið, at eg vitjaði kanska hesi fólkini ov sjáldan.Tey høvdu so ótrúliga nógv at oysa av í prátinum, og tú minnist hesar løtur aftur við gleði. Poul, sum var hittinorðaður og prátingarsamur, plagdi hvørja ferð at siga, tá ið eg fór aftur til húsa: “Kom endiliga skjótt aftur”. (Vagnur)

Familjan Guttesen búði fyrst í húsinum hjá postmeistaranum Danielsen, sum er húsið til vinstru. Síðani flutti familjan í nýggj hús, sum vit síggja til høgru. (Mynd Vagnur)

 

 

 

 


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>