Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Tilvildin vildi tað soleiðis, at Eigil Lyngsø búsetti seg í Føroyum

$
0
0
Hugaligt at práta við Eigil Lyngsø. (Mynd Vagnur)
Hugaligt at práta við Eigil Lyngsø. (Mynd Vagnur)

Sunnumorgunin bankaði á dyrnar hjá okkum, og í durinum stóð 80 ára gamli Eigil Lyngsø. Ørindini vóru at geva mær tríggjar áhugaverdar hondbóltsmyndir, tí Eigil, sum kom til Føroya í 1957, spældi hondbólt við Neistanum. Hann helt, at eg kundi brúka myndirnar til okkurt í míni skriving um føroyska hondbóltssøgu, og tað kann eg. Tá vit løtu seinni sótu í køkinum og tosaðu um hondbólt og ymist annað, fekk eg at vita frá Eigili, hvussu til tilvildarligt var, at hann bleiv búgvandi í Føroyum, tí upprunaliga skuldi hann bara arbeiða sum frisør í Havn í hálvt ár. Eigil greiðir soleiðis frá:

– Miðskeiðis í 1950-árunum vóru ov nógvir frisørar í Danmark, meðan tað vantaðu frisørar í Føroyum. Eg búði tá í Vejen nær Kolding, og har spældu vit millum annað eisini hondbólt uttandura á grasvølli. Arbeiðsloysi var millum frisørar í Danmark, og tá eg sá lýsing úr Føroyum, at Ellingsgaard og Frantsen søktu frisør at arbeiða hálvt ár, gjørdi eg av at søkja. Ellingsgaard og Frantsen hildu tll í klippustovu í niðastu hædd á Sjómansheiminum. Seinni fekk eg at vita, at 34 danskir frisørar søktu um hetta starvið, sum eg fekk.

Kyndil og Neistin spæla dyst á grúsvøllinum í Gundadali. (Myndaeigari: Eigil Lyngsøe)
Kyndil og Neistin spæla dyst á grúsvøllinum í Gundadali. Fleiri kend andlit á myndini millum annað Eigil Lyngsøe. Kyndilsspælararnir eru teir í stríputum hosum. (Myndaeigari: Eigil Lyngsøe)

– Ikki ælaði at vera verandi í Føroyum, men tilvildin vildi tað soleiðis, at eg koma eta døgurða á Ellingsgaard matstovu, sum var aftanfyri Havnar klubba. Kona mín Judith, sum er av Skála, var júst komin til Havnar at arbeiða á matstovuni hjá Ellingsgaard, og tað rann saman millum okkum bæði. Vit fóru bæði til Danmarkar, har vit vóru í hálvtannað ár, men so vóru aftur boð eftir mær úr Føroyum at arbeiða sum frisørur hjá Ellingsgaard og Frantsen.

– Í 1968 byrjaði eg fyri meg sjálvan í hølum hjá Hotel Hafnia, og eitt skifti arbeiddu vit fýra frisørar í salongini. Eg hevði spælt hond- og fótbólt í Danmark, og skjótt kom eg í Neistan og HB. Eisini kom eg at spæla borðtennis í Afhaldshúsinum. Tá tað snýr seg um badminton, sum lítið var spælt í Føroyum, so spældu Poul Kjartan Bærentsen, Petur Simonsen, Jens Petur Egholm og Poul Eide badminton í fimleikahallunum í Tórshavnar kommunuskúla, sum var nýggjur tá.

Neistin oldboys 1969. St.f.v: Eigil Lyngsø, Hildibjart Johansen, Henning Eysturoy, Poul Johannes Johansen og Hans Holm. Húkandi f.v: Evald Larsen, Eivind Dam og Hansemann Mikkelsen.
Neistin oldboys 1969. St.f.v: Eigil Lyngsø, Hildibjart Johansen, Henning Eysturoy, Poul Johannes Johansen og Hans Holm. Húkandi f.v: Evald Larsen, Eivind Dam og Hansemann Mikkelsen.

– Politimeistarin í Havn slóðaði fyri at menna badminton í býnum, og í august mánað í 1958 stovnaðu teir Havnar  badmintonfelag, har eg gjørdist limur. Tá tað snýr seg um borðtennis, so minnist eg, at borðtennisborðið, sum var í Afhaldshúsunum, var flutt niðan í Losjuni, sum kom at hýsa stórum borðtennisvirksemi.

– Tá tú spyrt meg um hondbólt, so minnist eg Alfred Dahl – beiggin – róptur, sum var leiðarin í Neistanum. Hann var bakari og ein heilt ómetaligur fittur og fyrikomandi maður. Talan var ikki um skipaða hondbóltsvenjing, tí vit spældu fyri tað mesta dystir, og tá vant var, skipaðu vit sjálvir fyri venjingini. Nógv eru góðu minnini frá hondbóltslívinum í Neistanum, sigur Eigil Lyngsø at enda. (Vagnur)

 


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082