
Meira enn tíggju ár liðin, síðani táverandi landsstýrsmaðurin í mentamálum ófyrireikað legði saman Ùtvarpið og Sjónvarpið. Nú tíggju ár seinni finnast løgtingsfólk og umrøddi landsstýrimaðurin á, at ikki eru tvær óheftar tíðindadeildir í Kringvarpi Føroya. Hetta var júst tað, sum eg onnur vístu ár fyri tíggju árum síðani. Ikki dugi eg at sígga nakað positivt við samanleggingini, og vit fingu ikki betri útvarp ei heldur betri sjónvarp, og stovnarnir spardu púrt einki fíggjarliga. Hví so leggja saman?
Fyrireikingin at leggja saman tveir so stórar stovnar, var slett ikki fyrireikað. Hevði nýggjur bygningur verið bygdur, sum kundi hýst báðum stovnunum, so var støðan ein heilt onnur. Sjónvarpið helt til í Vørðsluni, har matvøruhandilin Smæran var. Frá byrjan var hetta ikki góð loysn, tí parkeringplássini vóru fá, og møguleikar vóru ikki at byggja út Sjónvarpið. Keypt vóru fleiri sethús, og nýggjur bygningur kroystur niður ímillum upprunaliga tronga økið.
Útvarpið var væl rikin stovnur í Sortudíki við góðum plássi og nógvum milliónum á kistubotninum. V4 spælið var í hæddini, lýsingainntøkurnar góðar, og tey høvdu júst bygt upp í verandi bygning. Samanleggingin varð gjørd í skundi uttan nóg góðar fyrireikingar, og ikki var hugsað um fylgirnar, sum komu í kjalavørrinum av samanleggingini.
At framleiða sjónvarpstilafar og útvarpstilfar er hvør sítt, og tað kostar nógv at framleiða sjónvarp. Tey plagdu at siga í Sjónvarpinum, at tú brúkar ein tíma arbeiði at framleiða ein minutt sjónvarpstilfar, hetta er uttan iva broytt, síðan eg var har fyrst í 90-árunum. Lættari er tá at framleiða útvarpstilfar, har mikronfonin er høvuðsamboðið.
Eg haldi, at tað ringast fyri samfelagið var og er, at vit mistu kappingina um tíðindaflutningin, tá samanleggingin fór fram. Í tíðindaverðini er altíð kapping at koma við nýggjastu søgunum/tíðindunum, og hesa kapping mistu vit við samanleggingini. Í dag eru nógv tey somu tíðindini í útvarpinum sum í sjónvarpinum um kvøldið. So var ikki fyri samanleggingina. Vit skulu minnast til, at við samanleggingini breytst tú eisini starvsfólkamyntrið í báðum stovnum, og tú breyt niður fíggjarliga góðu støðuna hjá Útvarpinum. Alt hetta tekur tíð og er uttan ivi ikki heilt komið á pláss enn.
Haldi, at summir politikarar og fólk annars hava fingið samanleggingar skeivt í hálsin. Vit hoyra nú eisini rumblið á Søvn landsins. Hvat er endamálið at leggja ymisk søvn saman, sum halda til í ymsum hornum í býnum og einki hava til felags. Hví skulu fólk, sum grava í gomlum toftum, goyma gamlar bátar og aðrar fornlutir vera í sama stovni, sum til dømis Landsbókasavnið? Stjórin situr á kóntórið upp í Hoyvík, meðan Landsbókasavnið og Skjalasavnið halda til í Vesturbýnum. Hetta er púra ørt, og eg skilji ikki hesa samanlegging. (Vagnur)