Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Tá ið Elton John bergtók fólk og sang á Tórsvølli 29. juni 2010

$
0
0
Fólk vóru ótrúliga væl nøgd við Elton John á Tórsvølli hetta góðveðurskvøldið. (Mynd Álvur)

Týskvøldið 29. juni 2010 var serligt kvøld í Havn. Veðrið var framúrskarandi, púra stilt og klárur himmal, og fólk sóust uttanfyri allastaðni. Men serliga við hesum kvøldi var, at heimskendi bretski sangarin Elton John skuldi á pallin á Tórsvølli klokkan 19. Elton John kom til Føroya við leigaðum íslendskum Dornia 328 flogfari úr Onglandi, og átta tímar seinni fór hann aftur úr Føroyum til Heathrow. Elton John var ótrúligur hetta kvøldið, og 6000 fólk lurtaðu eftir Sir Elton Hercules John, sum er føddur 25. mars 1947. Her eru nakrar myndir, sum ikki eru sæddar áður.

Tað er kosnaðarmikið at fáa slíka heimsstjørnu til Føroyum, og stórur váði er í fyrireikingini, tí vit kunnu ikki bara biðja um gott veður, tí Elton John er nakrar tímar í Føroyum. Men veðrið var strálandi. Kvøldið í Havn var eisini sermerkt, tí tónleikurin frá Elton John hoyrdist um allan Gundadal og oman í býin. Fólk sótu í Plantajuni og hugnaðu sær, og samstundis hoyrdu Elton John syngja.

6000 áskóðarar vóru í Gundadali og lurtaðu eftir Elton John og Kim Hansen, sum her hitar upp. (Mynd Hanus)

 

Elton John er føddur 25. mars 1947 og hevur síðani 1967 arbeitt tætt saman við sangskrivaranum Bernie Taupin, og teir báðir í felag hava skrivað ótal av sangum, sum er farnir heilt upp á plátutindarnar. 30 LP plátur eru givnar út higartil, og tær eru seldar í 250 milliónum eintøkum um allan heim. Elton John eigur heimsmeitið í mest selda sangi, tí sangurin Candle in the Wind, sum Elton John sang so meistaraliga, tá ið prinsessa Diana fór til gravar, er seld í 33 milliónum eintøkum.

Petur Jacobsen var ein av høvuðsfyrireikarunum. (Mynd Hanus)

Sir Elton John hevur fingið øll tey heiðursmerki, sum kunnu fáast í Bretlandi, fyri sítt íkast til rock tónleikin, og tað hevur drotningin í Bretlandi eisini lagt áherðslu á. Tí er hann í bólkinum av onglendingum, sum kann seta “Sir” framman fyri sítt kristna navn. Elton John er samkyndur og livur saman við David Furnish. Elton letur nógvan pening til aids gransking, og hann stríðist nógv til tess at betra um umstøðurnar hjá teimum, sum er vorðin sjúk av aids.

Salua og Ann syrgdu fyri, at Elton John ikki fór svangur aftur av landinum. (Mynd Hanus)

Nógv var gitt og nógv skrivað um ferðina hjá Elton John í Føroyum. Onkur vildu vera við, at tað vóru føroyingar sum vónaðu, at ringt veður brast á henda týsdagin í 2010, so konsertin varð avlýst. Her hevur onkur misskilt okkurt, tí samkyndur maður kann sjálvandi vera frálíkur rock sangari.

Danska tónleikaheimasíðan Gaffa skrivaði um frálíku konsertina hjá Elton John í Føroyum, og vísti á, at Elton John er nógv umhildin sangari í Føroyum. Eisini gingu tíðindi,  at Elton John ynskti at vera koyrdur av flogvøllinum til Havnar í einum Audi A8 bili, men hesin bilur finst ikki í Skandinavia.

Fyrireikararnir vóru hepnir við veðrinum, men tað er stórur váði við slíkum tiltøkum. (Mynd Hanus)

Beint eftir stórfingnu konsertina við Elton John, har okkara frálíki Kim Hansen hitaði upp, fór Elton John beinleiðis úr Gundadali og vestur á flogvøllin, har leiðin gekk til Heathrow. Sjálvt um 6000 fólk vóru til konsertina, so boðaðu fyrireikararnir frá, at konsertin gav undirskot, og at vit ikki skuldu rokna við, at so kend nøvn komu aftur til Føroya í bræði. Men góða frálíku konsertin við Elton John eiga fleiri enn 6000 føroyingar í minninum. (Vagnur)

Elton John mátti ikki órógvast fyri konsertina og eftir konsertina, og tí vóru fá fólk um kenda sangaran. (Mynd Hanus)
Elton John helt til í serliga hugnaligum rúmi. (Mynd Hanus)

 


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>