
Eitt áhugavert mál er í hesum døgum í fjølmiðlunum. Vágafólk við Mariusi Dam á odda vilja hava, at tá nú Vágatunnilin er útgoldin, skal ikki longur kosta at koyra undir Vestmannasundi. Jú, høvuðslánið er útgoldið, men tað, sum landið spýtti í tunnilin, er ikki goldið landinum aftur. Áhugaverda í málinum er, at meðan stovnurin Landverk er niðurpýndur sum stovnur, har ikki er nógmikið av peningi at umvæla vegirnar kring landið og keypa maskinur til kavarudding, so skal Landsverk eisini yvirtaka raksturin av Vágatunlinum og Norðoyatunlinum. Hetta hongur bara ikki saman.
Tað hongur heldur ikki saman, at um nøkur ár skal kosta at koyra ígjøgnum komandi Eysturoyartunnilin og Sandoyartunnilin, meðan ókeypis skal vera at koyra gjøgnum Vágatunnilin og seinni Norðoyartunnilin. Nú er tað einaferð soleiðis, at ikki bara vágafólk koyra gjøgnum Vágatunnilin, tí flogvøllurin er í Vágum. Hundraðtalsbilar koyra til flogvøllin hvønn einasta dag, hesi fólkini hava eisini goldið aftur tunnilin.
Sjálvandi skal kosta at koyra gjøgnum Vágatunnilin, har peningurin fer at halda tunnilin í tryggum standi. Síðani tunnilin kom, er gjaldið lækkað munandi í stigum serliga seinnu árini, og um dagarnar hoyrdist aftur, at gjaldið er lækkað. Hoyrdi leiðara í tunlinum siga, at gjaldið verður so mikið stórt, at tunnilin kann haldast í tryggum standi, og at tunnilin kann gjalda hvørjum sítt. Hetta áttu vágafólk eisini verið fegin um.
Tú kanst ikki sammeta undirsjóvartunlar við tunlar uppi á landi, og skulu vit hava samhaldsfasta skipan við allari ferðing kring oyggjarnar, so skal eisini vera ókeypis hjá suðuroyingum at sigla við Smyrli, og fólk, sum búgva á útoyggj, eisini sigla ókeypis. Marius Dam hevur altíð verið braneggjaður í síni talu, men eg vóni ikki, at politiska skipanin lurtar eftir honum. Vágatunnilin er í tryggum hondum hjá P/F Vágatunnilin, og Landsverk hevur nógmikið í sær sjálvum at halda vegirnar kring landið. (Vagnur)