
Tá eg eitt kvøldið las í bókini hjá Niels Juul Arge Stríðsárini – Føroyar bumbaðar, kom eg á síðu 67 til yvirskiftina Drelnes sprongt í luftina. Visti um hendingina, men ikki fingið við alla søguna. Sera áhugaverdur lesnaður, nú tey eru í gongd við at endurreisa saltgoymsluna á Drelnesi til stásiligt mentanarhús. Spennandi at fylgja hesi verkætlan.
Tað vóru fransmenn, sum lótu saltgoymsluna byggja, og sum var altjóða verkætlan, har tríggjar goymslur skuldu vera í Norðuratlandshavi. Ein goymsla í Noregi, ein í Føroyum og ein í Ìslandi. Vit skúva nú tíðina aftur til seinna heimsbardaga, tá ið Drelnes var sprongt í luftina.

Við Trongisvágsfjørð var týskur flúgvari onkuntíð at síggja, men ikki hugsaðu fólk um, at týskurin fór at kasta bumbur eftir skipum ella húsum. Ein dagin boðaðu hvalbingar frá, at flúgvari var á veg suðureftir vestan fyri Suðuroynna, og stutt eftir boðaði Fámjen frá, at sami flúgvari fleyg eystureftir, og í somu løtu kom hann undan á Tvøroyri.
Fyrst helt flúgvarin út yvir fjørðin, snaraði so í ein útnyrðing og kom so lágt út yvir aftur fjørðin og kastaði fýra bumbur á Drelnesi. Ein bumba fell beint á saltgoymsluna, for niður ígjøgnum takið og sprongdist í saltgoymsluni, so at yvirtromin lyftist upp saman við eini súlu av salti og fell so niðuraftur í sprænum.

Onnur bumban fór í ein dunga við koladusti, sum eisini var lyftur langt upp frá, áðrenn koladustið spakuliga legði seg á alt, sum var í nánd. Triðja bumban fór ígjøgnum grundina og fjórða bumban brast ikki og endaði á sjónum.
Henda dagin varð arbeitt á saltgoymsluni, men tá tey hoyrdu flúgvaran, fór hvør í sína ætt, har tey sum frægast leitaðu sær skjól. Niels Juul skrivar, at ein smágenta spældi í koladunganum, tá ið flúgvarin nærkaðist, men ein eldri maður fekk stundir at renna oman eftir henni og fáa hana niðan undir húsið. Eingi fólk meiddust av bumbubrestunum.

Flúgvarin helt nú út eftir fjørðinum, vendi so inn aftur og skeyt bæði eftir Drelnesi og bygdini. Lovat Scouts royndi at skjóta eftir flúgvaranum og hildu seg hava rakt hann fleiri ferðir. Á Tvøroyri vóru fólkið skelkað av øllum tí, tað hevði sæð hesa stuttu løtu, og nógv rýmdu niðan í hagan at goyma seg. Á saltgoymsluni vóru 6000 tons av salti, sum Landshandilin átti.
Skaðin var so stórur, at goymslan varð ikki bygd uppaftur fyrr enn eftir kríggið. Søguligur bygningurin á Drelnesi hevur fingið navnið Salt. Spennandi at fylgja við, hvussu fer at gangast nýggja mentanarhúsinum á Drelnesi, sum verður bygt á søguligu toftirnar. (Vagnur)