Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Úr myndasavninum – Góð minni frá barnaárunum við Landavegin

$
0
0
Tríggir dreingir við Landavegin. Frá vinsti Hans Jákup beiggi mín, Árni hjá Thorvaldi, sáli og eg sjálvur.
Tríggir dreingir við Landavegin. Frá vinstru Hans Jákup beiggi mín, Árni hjá Thorvald sáli og eg sjálvur.

Síðani eg byrjaði egnu heimasíðu www.hvannrok.fo í apríl mánað 2012, havi eg skrivað fleiri enn 1400 greinar. Heimasíðan er bara eitt av mínum frítíðarítrivum sum eftirløntur lærari. Eg geri sjálvur av, hvat eg skrivi um, og hvussu nógv eg skrivi. Einki mynstur er í míni skriving, men hondbóltur og kappróður hevur mín stóra áhuga. Drívmegin er, at mær dámar væl at skriva og at taka myndir. Myndirnar hava ótrúliga nógv at siga fyri meg. Okkurt hissini politiskt gleps, og so dámar mær væl at skriva um okkurt áhugavert kring landið tildømis um standmyndir, kirkjur, skip og um bygdir og býir.

Á myndini omanfyri eru tríggir dreingir frá vinstru elsti beiggi mín Hans Jákup, í miðjuni Árni hjá Thorvald og eg sjálvur. Ein mynd kann siga so ótrúliga nógv, og henda myndin sigur mær frá sorg í ungdómsárinum, tí drongurin i miðjuni Árni hjá Thorvaldi doyði av vanlukku í 1972.

Teir grava fyrstu bøkkarnar 24. februar 1971. Nú skal Vesturkirkja byggjast.
Teir grava fyrstu bøkkarnar 24. februar 1971. Nú skal Vesturkirkja byggjast.

Árni rendi á við einum prutli og fekk skaða í høvdið og endaði á sjúkrahúsinum. Nú veit eg ikki, um sjúkrahúsið tá í tíðini átti heilaskannara, men læknarnir sóu ikki, at Árni hevði bløðingar í heilanum. Hann gjørdist mest sum í ørviti og varð fluttir niðan um vegin til Sálardepulin. Sorgarleikurin endaði við, at Árni doyði, og sorgin var stór við Landavegin. Árni var sonur Thorvald og Petrinu Andreasen, og tey búði við Ellisheimið í Havn.

Á myndini síggja vit ein stóran stein, har Vesturkirkjan nú stendur. Vit spældu mangan á steininum og har á leiðini, men sjálvandi vóru vit fegin, at kirkja skuldi byggjast í grannalagnum. Grundarsteinurin til kirkjuna varð lagdur í 1969 og fyrsti bøkkurin grivin 24. februar 1971. Kirkjan varð vígd í 1975. Á myndini er einki Hotel Føroyar, sum var bygt í 1983, og Jóannesar Patursonargøta er ikki longd út á Frælsi. Heldur ikki eru nógvu húsini bygd upp í líðunum í Grønlandi.

Dreingirnir á myndini eru í stuttum buksum og bundnari troyggju stappaðar niður í buksurnar. Hetta var “mótin” tá. Vit vóru útibørn og gingu altíð um summarið í stuttum buksum og vóru brúnir um lør og andlit. Komi júst í tankar um,  hvussu vit húsaðust inni hjá okkum. Vit svóvu tríggir beiggjar í lítlum kamari, har tveir svóvu í “etagusong”. Vit bara svovu í kamarinum, tí pláss var ikki til annað. Barnaárini vóru frálík við Landavegin, og vit høvdu góðar dagar heima hjá okkum til mamma okkara fór sjúk til Danmarkar í 1963 og var heiman í sjey ár. Tá broyttist heilt nógv, tí maman var hjartað í heiminum. Pápi okkara var óførur, men hann skuldi eisini passa sítt arbeiði í Smæruni.

Á myndini síggja vit eisini ein el-steyra. Hetta minnir meg um, tá ið vindurin ýldi við Landavegin, tí vindhart er við Vesturkirkjuna á vesturættini. Síggi fyri mær, tá ið leidningarnir í nógva vindinum komu sama, og vit sóu vakra neistarokið í myrkrinum. Hetta er alt søgu, tí nú eru el-leidingarnir grivnir í vegirnar. Og har eru vit frammanfyri amerikumenn, tí í sjónvarpi síggja vit, tá ið træ el-steyrar brotna og leidningar liggja á jørðini, tá ið ódnirnar leika.

Aftur til heimasíðuna. Eg tími framvegis væl at skriva, og kanska koma fleiri greinar frá mær, tí undirtøkan fyri heimasíðuni er ótrúliga góð. Til stuttleika kann eg nevna, at greinin, sum hevur vitjanarmetið á heimasíðuni var greinin um rógvaran Svein Rógva Nielsen, sum bráddliga í summar fekk blóðtøpp. Tann dagin vitjaðu 4955 fólk heimasíðuna. Nummar tvey metgrein er samrøðan við Marjuna Danberg hondbóltsspælara. Greinina lósu 3833 fólk dagin, greinin varð løgd út. Vanligt vitja í miðal millum 500 og 1000 fólk heimasíðuna um dagin, men er greinin serlig, so nærkast vitjanartalið skjótt nærkast 1500 og kanska 2000 um dagin. So eg eri væl nøgdur við undirtøkuna.(Vagnur)


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082