
Áhugavert at síggja í sjónvarpi dystin millum Føroyar og Finnland. Sum eldri hondbóltsmaður kenni eg mest sum ongan av ungu monnunum, men á síðulinjuni fylgi eg fleiri teirra í landskappingini. Sjáldan havi eg sæð eitt so væl mannað og skipað føroysk lið, sum hetta U21 landsliðið. Spælararnir eru eins kroppsterkir og teir á mótstøðuliðunum, tí teir hava vant styrkivenjingar í nógv ár. Høvuðsstyrkjan hjá liðnum er, at teir hava tveir av bestu venjarum í landinum, og so eru øll plássini á liðnum mannað við góðum spælarum. Áhugavert at síggja, hvussu væl skipað liðið er við uppspæli hvørt álop.
Tá eg hoyri um dagarnar afturvendandi orðini “góður árgangur” um ungu menninar, so sveima tankarnir um ymsar góðar árgangir í føroyskum hond-og fótbólti. Hetta er partur av okkara ítróttasøgu. Vit minnast, tá ÍF í 1979 vann FM-heitið í fótbólti, eftir at Eysturoyggin í mínum ungdómsárum var eitt U-land í fótbólti. Ikki tilvildarligt, at ÍF vann meistaraheitið júst hetta árið, tí talan var um frílíkan árgang við Abrahami Hansen og Meinhardi Dalbúð á odda. Nógvir av spælarunum høvdu spælt saman frá ungum árum.
Eisini var talan um góð árgang, tá B71 vann meistaraheitið í 1989. Nógvir av ungu monnunum høvdu spælt saman frá ungum árum. Vit kunnu eisini fara til Tvøroyrar, tá serligur árgangur kom undan kavi í 1976, tá TB vann meistaraheitið eftir meistaraturk í nógv ár. Vit kunnu halda fram inni á Tofum, í Gøtu, í EB/Streymi og aðrastaðni í Føroyum, har góðir árgangir hava gjørt um so í landskappingini.
Tá landið er lítið, og úrvalið harvið ikki eins stórt og í øðrum londum, so kann vera langt ímillum góðar árgangir. Fótbólturin er nú komið har til og víðari, at ungir spælarar fara uttanlands at spæla, tey skipa fyri fótbóltsskúlum í Føroyum, sum alt mennir fótbóltin og harvið ymsum landsliðini. Hartil er hondbólturin ikki enn komin, sjálvt um nógv ungdómslið standa seg væl í kappinginum uttanlands millum annað í Partille cup í Svøríki.
Hyggja vit í føroysku hondbóltslandskappingina bæði fyri menn og kvinnur, so eru føroysku liðini ógvuliga viðbrekin, tí liðini standa og falla við einstøkum spælarum, har útlendingar í fleiri førum mugu útvegast til tess at standa seg í toppinum. Hetta nú nógv umrødda U21 landsliðið, er ynskimanning hjá venjarunum, tí toppspælarar eru tøkir á øllum plássum. Mangan er góður vinstrahentur høgru bakkar mangilvøra, men U21 landsliðið hevur tveir góðar høgra bakkar, eisini frálíkar vengur, sum tora at fara frá vonginum og skjóta nógv góð mál.
Spælstýrarin er góður og ikki at gloyma linjuspælarin, sum er úrmælingur á plássinum. Tá eg hugsi um hesar góðu spælarar og hyggi eitt tvey ár fram í tíðina, so kann eg stúra eitt sindur. Tí spælararnir gerast skjótt ov gamlir til U21 landsliðið og hvat so? Nakrir fara av landinum í lestrarørindum, har vit mangan missa teir burtur, tí teir fáa ikki gerandisdagin at hanga saman við topphondbólti mest sum hvønn dag og lesnaðinum.
Bæði venjarar og spælarar vita, at fyrsta kravið at gera seg galdandi í altjóða hondbólti er, at fyrst mást tú vera eins korpssterkur og mótstøðuspælararnir. Tí má venjast miðvís styrkivenjing við skili. Síðani má orkan at spæla vera eins góð og mótstøðuliðini, og U21 menninir megnaðu væl at spæla tríggjar fylgjandi dagar. Hetta sigur alt.
Síðani 1964 hava føroyingar spælt landsdystir í hondbólti. Nógvir góðir árgangir á leiðini milllum annað teir, sum spældu CHM-kapping í Portugal í 1976 og CHM-kappingina í Føroyum í 1980. Men landsliðsarbeiðið hevur vegna fíggjarliga orku ligið lamið í alt ov nógvum millumbilum, men nú sýnist, sum HSF er á rættari kós, og sum vónandi heldur fram. Tá talan er um áskoðaran og áhugan millum mannað, so er afturvendandi, at tá fótbóltslandsliðini og nú U21 landsliðið stendur seg væl, so eru áskoðararnir og fjølmiðlarnir har. (Vagnur)