
Myndin omanfyri er áhugaverd, tí vit eru stødd á grúsvøllinum í Gundadali og síggja B36 húsið. HB húsið stóð tá úti við ánna niðan ímóti Gundadalsvegnum. Á myndini síggjast tvey fótbóltslið og tvey hondbóltslið. Føroysku liðini eru B36 og neistakvinnur, sum hava fingið vitjan av fót- og hondbóltsspælarum úr Noregi. Neistin og Harstad spældu tríggjar dystir á ferðini í Føroyum, og úrslitini vóru: Neistin – Harstad 5 – 3, Neistin – Harstad 8 – 2 og Neistin – Harstad 1 – 3. Fótbóltsliðið úr Harstad spældu tríggjar dystir, og úrslitini vóru: B36 – Harstad 2 – 1, B36 – Harstad 2 -1 og HB – Harstad 5 – 1. Áhugavert at síggja, hvussu fá mál vóru skotin í kvinnudystunum, men mær er sagt, at kvinnurnar tá spældu 2×20 minuttir, og so var torført at spæla skjótan hondbólt á mangan turrum og eisini vátum grúsvallum. Eisini áhugavert at síggja, at bara sjey spælarar manna neistaliðið og liðið úr Harstad. Nú er vanligt at síggja sekstan spælarar á dómaraseðlum, har fleiri spælarar sita á skiftingarbeinkinum enn spæla á vøllinum. Hjá fleiri spælarum átti at vera stuttligari at spælt hondbólt tá í tíðini, tí øll vilja spæla og hugaligt er ikki at sita ov leingi á skiftingarbeinki. Ein hondbóltsvøllur var í 1936/37 gjørdur norðan fyri fótbóltsvøllinum, men í 1945 var grúsvøllur gjørdur, har Svimjihøllin nú stendur, so har hava Harstad og Neistin spælt dystirnar. (Vagnur)