
Trý stór ítróttafeløg í Havn kunnu í 2016 hátíðarhalda merkisdagar. Søgan hjá feløgunum er drúgv, og bøkur eru skrivaðar. Niðanfyri havi eg funnið nøkur brot úr søguni, og nú vit skrivað 2016, kunnu vit við gleði staðfesta, at øll trý feløgini standa í besta blóma. Hesi feløg hava gjørt megnararbeiði fyri ungdómin í Havn.
Neistin var stovnað 21. mars 1931 í Magnus Heinarsonargøtu
Áhugin fyri hondbólt í Føroyum stavar óivað frá, tá KFUM í Keypmannahavn í 1925 vitjaði í Føroyum við einum fótbóltsliði. Donsku fótbóltsspælararnir spældu eisini til stuttleika hondbólt í skúlagarðinum á Vaglinum. Helst hevur føroyski ungdómurin tá tikið hondbóltsspælið til sín, tí áðrenn Neistin varð stovnað 21. mars 1931, minnast elstu neistakonur, tá tær sum smágentur sóu føroyingar spæla hondbólt í skúlagarðinum. Eftir stovnanina 21. mars 1931 varð farið í Gundadal at spæla hondbólt í horni á fótbóltsvøllinum.

Andreas Mouritsen, fyrsti formaður Neistans sigur í Ítróttatiðindum í 1956, at tað vóru fyrst og fremst gentur, sum frá byrjan spældu hondbólt, meðan dreingirnir dámdu betur at spæla fótbólt. Men hyggja vit í hagtølini, so fór landskappingin bæði fyri mannfólk og konufólk av bakkastokki í 1943. Og stuttligt er at síggja í hagtølunum, at tað var mansliðið hjá StíF, sum vann FM-heitið fyrstu trý árini í 1943,1944 og 1945. Neistamenn vunnu sítt fyrsta FM-heitið í 1949. Leggjast kann aftrat, at í Neistanum vóru fyrstu árini bara eitt manslið og eitt kvinnulið, men seinni kom eisini kvinnulið í 2. deild. Ikki fyrr enn í 1963 spældu dreingir og gentur fyrstu ferð um Fm-heitið, so tá í tíðini var lættari at skipa felagið.
Hondbóltsfelagið Neistin er elsta hondbóltsfelag í Føroyum, og sjálvt um fýra hondbóltsfeløg nú eru í Suðurstreymoy, og kappingin hørð um ungdómin, so lýsir Neistin framvegis bjart og er í góðum hondum.
B36 stovnað í Vágsbotni 28. mars 1936
Sum smádrongur hoyrdi eg mangan, at tað var Niels Eidesgaard, sum tók stig at stovna B36. Tá eg hyggi í B36 bókina Rennið dreingir, so kundi B36 tað sama itið B35, tí longu í 1935 vóru fótbóltsspælarar, sum tóku seg úr HB, tí teir ikki sluppu framat.
Ì 1930 var fótbóltsfelag stovnað í Havn sum æt Bóltfelagið Fram, men tá tveir av høvuðsmonnunum vóru bóndasynir, kom felagið at eita Bóndafelagið. Í túninum í Bøgøtu uttan fyri húsini hjá Niels Eidesgaard spældu ungdómar eisini fótbólt. Teir kallaðu felag sítt fyri Bóltfelag Skotfelagsins, og summi kallaði fótbóltsliðið fyri “dreinginar hjá Eidesgaard.”

Nógvir av spælarunum spældu bæði við fótbóltsliðnum hjá Eidesgaard og í Bóndafelagnum, og tá var tað, at Eidesgaard tók stig at fáa teir í Bóndafelagnum at leggja saman í nýtt fótbóltsfelag, sum skuldi eita B36. Í bókini Rennið dreingir er at lesa, at gerðabókin hjá B36 fyrstu fýra árini er ikki til, og Bóndafelagið hevði onga gerðabók.
B36 varð stovnað í Vágsbotni ein sunnudag 28. mars 1936. Í 1936 búðu 3600 fólk í Havn, og tað sigst, at talið 36 kom at hava nógv at siga fyri nógvar B36-arar. Nú skrivað vit 2016, og B36 fyllir 80 ár um ikki so langa tíð. Eitt av teimum heilt stóru og vælskipaðu fótbóltsfeløgnum í landinum. Fyrsta FM-heitið vann felagið í 1946, og so er spurningurin, um felagið eisini megnar at vinna FM-heitið í 2016 triðja árið á rað.
Ungmannafelagið Kyndil var stovnað 10. mars 1956 í Losjuni
Hannis Jacobsen, sáli, segði soleiðis við undirrtaða um stovnanina av Kyndli
– Eg kom nógv í Losjuna, og har fóru tey at tosa um at stovna hondbóltsfelag. Røddir vóru eisini ímóti ætlanini, men endin varð eftir nógvar fundir, at felagið Kyndil bleiv stovnað sum deild undir Ungdómsdeildini N.I.O.G.T í Havn. Ikki kann eg minnast, at tvídráttur var, at vit vóru nakrir, sum fóru úr Neistanum og í nýggja hondbóltsfelagið. Felagið fekk navnið Kyndil eftir blaði, sum Losjan gav út. Poli og eg fóru úr Neistanum í 1956 í nýstovnaða felagið Kyndil, meðan Torbjørn spældi eitt ár aftrat í Neistanum, og Petur Sigurd spældi eitt í ár við SÍF í Sandavági.

Kyndilsliðið sum spældi fyrsta dystin 21. mai 1956. St.f.v. Hannis Jacobsen, Viggo í Stórustovu og Vagnur Olsen. Húkandi f.v: Poli Jacobsen, Jógvan Andras Joensen og Nick Hansen. Fremst Dia Jacobsen málverji. (Mynd Bjartur lýsir Kynilslogin)
– Í tjúgu ár kom eg at vera skrivari í Kyndli ella rættari sagt nítjan ár, tí í eitt ár var eg vanligur nevndarlimur. Av tí at allir spælararnir høvdu tilknýti til Losjuna, var samanhaldið gott frá byrjan. Við góðum spælarum, sum komu úr Neistanum, fekk Kyndil góða byrjan og skjótt gekk, at vit vunnu fyrsta FM-heitið. Spælararnir kendust so mikið væl, at vit gingu í føðingardegi hvør hjá øðrum, so kyndilsliðið var sum stór familja, sigur Hannis í samrøðuni.
Nú kenni eg nógv til søgu Kyndils, tí eg eri mest sum uppvaksin við felagnum. Fyrst á grúsvøllinum í Gundadali, sum var asfalteraður í 1964 og síðani í høllini á Hálsi, sum kom í 1970 og Gundadalshøllini í 1984. Tá Kyndil fylti 25 ár, var eg sum umboð fyri Neistan við í veitslu á Hotel Føroyum. Í røðuni segði eg millum annað, at stóra styrkjan hjá Kyndli var at hava tey í Losjuni sum gott bakland. Men tíðir broytast, og fyrstu eldsálirnar fella frá ella eru ikki millum okkum longur.
Baklandið í Losjuni hevur Kyndil ikki meira, men í mínum eygum er Kyndli eitt gott hondbóltsfelag, sum eisini er í kapping um ungdómin í Suðurstreymoy. Kyndilsleiðari segði mær, at felagið leggur stóra orku í at vinna fleiri FM-heitið í 60 ára stovningarárinum. Kyndilskvinnur eru ávegis at spæla FM-finalurnar, og kyndilsmenn kunnu eisini røkka at spæla FM-finalurnar ímóti H71.
Søgan hjá Neistan, B36 og Kyndil er drúgv, og orðini omanfyri er bara lítið ískoyti nú feløgini fylla 85, 80 og 60 ár. Nú skulu vit ikki gloyma Havnar Bóltfelag ella rættari sagt HB, sum varð stovnað í 1904, og sum er størsta fótbóltsfelag í landinum eisini við drúgvari fótbóltssøgu. (Vagnur)