
Mær dámar so væl at hyggja at gomlum myndum og serliga í umhvørvi, eg kenni til. Myndin omanfyri, sum er kend, er frá 1907, og tað vil siga myndin er tikin fyri 110 árum síðani. Um hetta mundið nærkaðist fólkatalið í Havn tvey túsund íbúgvum, og at bara tíggju prosent av fólkatalinum í Føroyum búðu í Havn. Nú er talið 41,9% í Tórshavnar kommunu. Slík mynd, sum sigur so nógv, fær tankarnar at reika. Nógv av húsunum eru varðveitt, men tíverri, mugu vit siga, máttu fleiri av húsunum víkja fyri framburðinum í býnum. Guð viti, um fólk tá á døgum skuldu søkja um byggiloyvi, tá bygt var, tí húsini standa tøtt, og byggingin sýnis óskipað. Familjurnar vóru stórar við nógvum børnum, og sum vit síggja, má hava verið trongligt nógvastaðni. Áhugavert at síggja vestureftir á myndini, har eg eri uppvaksin. Har eru hissini hús á nøkrum traðum. Húsini hjá okkum, sum vóru bygd 1941 við Landavegin nær Vesturkirkjuni, vóru tá bygd langt uttan fyri býin. Áhugavert at síggja smáu bátarnar, eisini síggja dunnur í fjøruni og síggja, hvussu nógv hús hava flagtak. Í 1907 høvdu fólk ikki ravmagn, oljufýr, sjónvarp, teldu, fartelefon, vanliga telefon, køliskáp, frystiboks og bil. Nú eru vit um ein háls, bara eitt av hesum tólum ganga fyri. Uttan iva vóru fólkini í 1907 eins eydnurík og vit eru í 2017. Tey vistu ikki um annað tá í tíðini. (Vagnur)