Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Høvdu neistagenturnar vitað, at fólk nú skoyta á Vaglinum (e)

$
0
0
Skoytubreytin riggar bara heilt væl í miðbýnum. Tey ungu stuttleikaðu sær óført. (Mynd Vagnur)

Eg var ikki sørt ovfarin, tá ið eg seinnapartin spákaði fram við skoytubreytini á Vaglinum. Ótrúligt, sum skoytubreytin riggar væl á veðurgóða plássinum. Skoytubreytin og tey ungu, sum skeiddu á breytini, birta lív í annars heldur deyða miðbýin. Breytin er ikki eins stór, og hon var á Skálatrøð, men hetta ger einki. Færri og færri fólk vitjaðu skoytubreytina á Skálatrøð. Á Vaglinum er ljós um breytina, tónleikur og væl hýrd ungfólk á skoytum. Tankarnir sveimaðu hesa løtuna á Vaglinum, tí fyri umleið 85 árum síðani spældu unglingar hondbólt á júst sama staði. (Greinin skrivað 3. desember 2012)

Mamma mín Ása Michelsen, sum er farin um tey 98 árini, var trettan ára gomul, tá ið tey stovnaðu Neistan 21. mars 1931. Sum smágenta minnist hon gentur spæla hondbólt í gamla kommunuskúlagarði á Vaglinum. Mamma gekk í skúla hjá Betty Arge, og vinkonurnar plagdu at skunda sær heim á Vaglið at hyggja at gentum, sum spældu hondbólt hvønn dag eftir skúlatíð. Sum fráleið bleiv mamma eisini bitin av hondbóltsspælinum. Tað var donsk lærarainna, sum seinast í 1920-unum kom til Føroya við hondbóltsspælinum. Hon arbeiddi sum lærari í kommunuskúlanum, og tað var skjótt, at hon lærdi næmingar og serliga gentur at spæla hondbólt. Tá var hondbóltur meira ein gentuítróttur, meðan dreingirnir spældu fótbólt.

Eg kom eisini hesa løtuna at hugsa um, tá ið vit á ungum árum skreiddu á skoytum á Hoyvíkstjørn, og fólk frá Marinustøðini hongdu perur um tjørnuna og syrgdu fyri, at góður tónleikur kom úr hátalarum, sum teir settu út í tún. Nógvir unglingar vóru tá ótrúliga kringir á skoytum, og eg minnist, hvussu væl teir dugdu ymsu “svingini”. Eisini vóru tunnur lagdar á ísin, har kappast varð um, hvør kundi á skoytum leypa um flest tunnur. Hetta eru góð minni.

Uttanlands eru slíkar skoytubreytir millum fólk, og verða ikki goymdar burtur innlokaðum tjaldum. Tí er gott hugskot, at skoytubreytin í vetur er Vaglinum og ikki á Skálatrøð. (Vagnur)

Einki at ivast í, at tey ungu eru fegein um, at skoytubreytin er á Vaglinum. (Mynd Vagnur)

Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>