Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Havi fingið fatur á áhugaverdum skjali um hondbóltsvøllin í Gundadali (e)

$
0
0
Slík mynd vekir góð minni á vøllinum. Nógvir áskoðarar sóu dystirnar um summarið, sjálvt um veðrið ikki altíð var til vildar. (Mynd Elinborg)

Mangan hava vit í Neistanum tosa um, nær gamli hondbóltsvøllurin í Gundadali varð gjørdur, og hvør gjørdi vøllin. Men eingin hevur tikið stig at “grópa” í søguliga málinum. Men hetta er lættari sagt enn gjørt. Eitt er nú greitt, at Tórshavnar kommuna lat vøllin gera, og at fyritøkur, sum vildu gera arbeiðið, skuldu lata tilboð inn á býrálsskrivstovuna í seinasta lagi 9. oktobur 1944 klokkan 18.00. Enn vita vit ikki, hvør gjørdi arbeiðið. Í løtuni finst bara eitt skjal um vøllin í goymsluni hjá Tórshavnar kommunu.

Útbjóðingarlýsingin 30 septembur 1944 ljóðar soleiðis:

Arbeiðið at gera hondbóltsvøll í Gundadali verður her útboðið eftir tekningum, frágreiðing og treytum, sum liggja frammi á býráðsskrivstovuni frá mánadegnum 2. oktobur 1944  klokkan 12. Skrivligt boð í afturlatnum brævbjálva merktur “Hondbóltsvøllur í Gundadali”, verður at lata til býráðsskrivstovuna seinast mánadagin 9. oktobur klokkan 18.00. Nevndin skilir sær rætt til óheft at velja millum tey innkomnu boðini ella eftir umstøðum einki at taka. Undirskrivað Stadionnevndin í Tórshavn tann 30. septembur 1944.

Í viðheftum skjali eru boð til fyritøkurnar, millum annað hvussu vøllurin skal gerast. Hvussu tjúkk steinsetingin skal vera, og at ovast skal fyrst vera fimm sentimetrar tjúkkur sandblandaður leirur og síðani allar ovast fimm sentimetur tjúkt grúslag. Tríggjar rørveitingar skulu gerast tvørs av vøllinum, og ein 25 sentimetur djúp renna skal gerast um vøllin, har tað er neyðugt.

Bara eitt navn er nevnt í útbjóðingartilfarinum, og tað er J. Dewald Hansen, landinspektørur, sum vegna kommununa hevur eftirlitið við arbeiðinum. At enda verður sagt, at tá ið innlatingarfreistin er farin, verður skjótast gjørligt tikið støðu til, hvør skal gera vøllin. Men hvør gjørdi vøllin?

Her endar málið fyribils um gamla hondbóltsvøllin í Gundadali, tí tey í skjalagoymsluni í Tórshavnar kommunu finna bara hetta eina skjalið, men tey hava lovað at royna at finna í hvørfall eitt skjal aftrat. Hvør gjørdi vøllin, og nær varð fyrsti dysturin spældur á vøllinum. Vóni, at hetta fer at eydnast. Havi spurt eldri neistafólk, men eingin kann nágreiniliga siga mær nakað um málið.

Eingin ivi er um, at tá ið útbjóðingartilfar er latið fyritøkum á heysti í 1944, so er vøllurin gjørdur í 1945. Eg ætli mær á Landsbókasavnið at hyggja í bløðini, kanska kunnu tey loysa mær gátuna um gamla grúsvøllin í Gundadali, sum varð asfalteraður í 1964 í sambandi við 25 ára føðingardagin hjá ÍSF. Vøllurin mátti dvína fyri nýggju svimjuhøllini, sum varð tikið í nýtslu í 1982.

Hondbóltsfelagið Neistin varð stovnað 21. mars 1931, og skjótt fóru ungfólk av Vaglinum í Gundadal at spæla hondbólt á uppstrikaðum vølli á fótbóltsvøllinum. Í 1936 gjørdu neistafólk hondbóltsvøll á slættum lendi við síðuna av fótbóltsvøllinum. Og so koma vit til omanfyrinevnda grúsvøllin, sum óivað er gjørdur í 1945. Alt hetta er jú partur av hondbóltssøguni í Havn. (Vagnur)

 

 


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>