Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Úr myndasavninum – Tá Tórshavnar kommuna bygdi brennistøð og vatnverk í Havnardali

$
0
0
Brennistøðin í Havnardali var tikin í nýtslu í 1969. (Mynd Havnin – fólk og yrki)

Mangt er løgið í politikki eisini býarpolitikki. Tá eg av og á koyri mær ein túr út í Havnardal at hyggja, hvussu skilið er har, kemur mær til hugs brennistøðin í Havnardali, sum var tikin í nýtslu í 1969. Tí verri er økið ikki væl frágingið, eftir at brennistøðin tjúgu ár seinni var flutt niðan á Sandvíkarhjalla. Tú sært rustvatn renna nógvastaðni, sum stavar frá bilum og øðrum jarnlutum, sum var tyrvt í brotinum har úti. Bilarnir fóru heilir undir kav uttan at hugsa um avleiðingarnar. Men tað løgnasta var, at skamt frá brennistøðini var nýtt stórt vatnverk bygt, sum var tikið í nýtslu í 1966. Havnin vaks nógv í 1960-árunum, og mangan manglaði vatn, tá turt var í veðrinum.

Fyrst í 1950-árunum búðu sløk 6.000 fólk í Havn og var vatnnýtslan var góðar 1800 rúmmetrar um samdøgnið. Tá vatnverkið var tikið í nýtslu í 1966 búðu 10.000 fólk í Havn, og vatnnýtslan var 6000 rúmmetrar um døgnið. Nýggja vatnbyrgingin rúmaði 650.000 rúmmetrar av vatni, og vatnverkið liggur so mikið høgt, at ikki var neyðugt at brúka pumpur til flestu býarpartarnar.

Vatnverkið var tikið í nýtslu í 1966. (Mynd Havnin – fólk og yrki)

Minnist, at nógv kjak var mangan í bløðunum, at Tórshavnar kommuna hevði bygt brennistøð og vatnverk so tætt upp at øðrum. Sjálvur kom eg sum bilsmiður út í Havnardal við ymsum frá bilverkstaðnum, og mangan var ikki tespulig sjón at síggja. Nógvur roykur, skitið og so hesin svarti roykurin, sum á ávísari ætt lá oman í vatnbrunnin. Tá var eingin Heilsufrøðilig starvsstova við peikifingrinum, men hetta skuldi koma, tí sum árini gingu, var greitt, at ikki bar til at hava brennistøð í Havnardali. Nýggja brennistøðin á Sandvíkarhjalla var tikin í nýtslu í 1987.

Nú hava vit frálíka brennistøð uppi á Sandvíkarhjalla, har skilið er gott. Burturkastið verður skilt í ymsar bingjur, sumt sent av landinum og annað brent. Alt verður tikið úr gomlu akførunum, og bilurin síðani pressaður saman og sendur av landinum. Eftir hava vit Havnardal, sum eingin býarpolitikkar sýnir áhuga, tí har rennur framvegis óhumska frá tyrvingarplássinum oman í Sandá. Alt átti alt verið grivið um, skilt og tyrvt aðrastaðni.

Myndirnar niðanfyri tók eg fyri tveimum árum síðani. Kommunan átti at fingið alt hetta økið reinsað, tí nú er Havnardalurin har á leiðini annars vorðin vakur við gøtum og runnum. (Vagnur)

Ein bati er at hóma har á leiðini, men stóra takið at fáa skil á økinum, er ikki tikið enn. (Mynd Vagnur)
Henda óhumska rann henda dagin oman í ánna. (Mynd Vagnur)
Soleiðis sá út fyri tveimum árum síðani. Nakrar veitir eru nú grivnar fram við vegnum, men hetta er sleitt ikki nógmikið. (Mynd Vagnur)

Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082