
Myndin omanfyri er áhugaverd, men ikki løtt at tíðarfesta. Tó, vit hava Havnarbátin at meta okkum eftir. Bátasmiðurin Jógvan í Skálum gjørdi drekan á Havnarbátin, sum hann smíðaði í 1935. Tá var róð av Gulanum undir Argjalandi og inn í Vágsbotn. Áskoðararnir, sum hyggja at kappróðrinum, standa á Tinganesi, úti í Bakka og inni í Vágsbotni. Í 1935 var fyrsta byggistigið at gera Molan liðugt, men Molin var bara minni enn helvtina av longdini av núverandi Mola. Eingin ivi er um, at nógvir áskoðrarar stóðu á Tinganesi, so teir sóu út undir Argjaland. Eisini áhugavert at síggja húsini í Tinganesi, sum ikki enn hava fingið reyðbrúna litin. Vit síggja eisini, at skip og bátar, sum hava ligið fyri teymi, er flutt, og at áskoðarar eisini eru umborð á skipum og bátum. Síggi í bókini “Drekin”, at 10-mannaførini á sinni róðu 2200 metrar. Menninir umborð á Havnarbátinum eru flestir í bundnum troyggjum. Ì mínum ungdómsárum róðu menn og kvinnur hjá Havnar róðrarfelag í hvítum skjúrtum. (Vagnur)