Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Anna Larsen fødd Lyngvej úr Hesti er farin

$
0
0
Frá vinstru: Steinbjørn Slættanes, Anna Lyngvej, Sverri Wang og Vagnur. Anna og Sverri eru ávegis til Danmarkar fyri tjúgu árum síðani.. Poulina Slættanes tók myndina.

Tað er sorgblítt at síggja myndina omanfyri, sum eg fekk sendandi frá Poulinu Slættanes. Myndin, sum er tjúgu ára gomul, er ein av fáu myndunum, eg havi sæð av Annu Larsen, sum andaðist 11. januar 84 ára gomul. Vinmaðurin Sverri Wang og Anna hava í eini fjøruti ár búð saman í íbúð á Frederiksberg. Sverri og eg vóru hondbóltsvinir á ungum árum, og eg kom eisini nógv í heimi í Tróndargøtu 47, eftir at Sverri var fluttur av landinum.

Anette Wang, mamma Sverra, var vitug og fitt kvinna, sum var áhugaverd at práta við, og tá Sverri og Anna vóru heima, vóru vit mangan inni á gólvinum hjá Sverra og teimum. Knút Wang, pápi Sverra, doyði í 1976.

Sum nítjan tjúgu ára gomul í 1952 sóu Anna og systirin Emmely lýsing í Dimmalætting, at kenda smyrjibreyðsfyritøkan hjá Idu Davidsen í Store Kongensgade í Keypmannahavn søkti eftir tveimum ungum føroyskum gentum, sum kundu koma í læru sum smyrjibreyðjomfrýr.

Tær báðar søktu og fingu læruplássini. Eftir lokið prógv sum smyrjibreyðsjomfrú arbeiddi Anna hjá Idu Davidsen, men so gjørdist hon við barn og giftist donskum manni. Hjúnabandið vardi ikki í nógv ár, tí maðurin doyði ungur. Eftir at hava arbeitt hjá Idu Davidsen í eina tíð, gavst hon og flutti inn í íbúð á Frederiksberg við soninum.

Seinni kom Anna at arbeiða sum seymikona hjá fyritøku. Hon fekk eisini sveinabræv og arbeiddi hjá fyritøkuni í nøkur ár. Seinastu tretivu árini arbeiddi Anna sum heimahjálpari á Frederiksberg, og sjálvt um hon var farin um eftirlønaraldur, arbeiddi hon hjá heimahjálpini niðursetta tíð. Altíð vóru boð eftir Annu.

Fyri trimum árum síðani fekk Anna heilabløðing og misti førleikan. Hon fekk ikki tosað, men við miðvísari uppvenjing kom hon seg, men so breyt hon báðar mjadnirnar, og at enda vildi kroppurin ikki meira.

Mamma Annu, Kristianna Nybo, var úr Hesti, og pápin, Emil Lyngvej, var úr Skopun. Anna og tey vóru fimm systkin. Yngst er Eyðbjørg, sum býr á Skipanesi, síðan Petur, sum býr í Hesti, Niklas er farin, síðani Anna, sum nú eisini er farin, og elst er Emmely, sum býr í Danmark.

Mangan hava vit tosað um eftirnavnið Lyngvej, sum kann tykjast at vera danskt eftirnavn, men so er ikki. Petur Lyngvej sigur mær, at pápin æt upprunaliga Emil Lucassen, men keypti sær eftirnavnið Lyngvej. Søgan um eftirnavnið er, at tá tey gjørdu vegin millum Sand og Skopun stóð ein norðmaður fyri arbeiðinum.

Nógvastaðni á leiðini, har vegurin var gjørdur, var so nógvur lyngur, og norski arbeiðsformaðurin rópti tí vegin fyri Lyngvej. Um hetta mundið var ”inn” at keypa sær onnur eftirnøvn, og Emil Lucassen keypti sær navnið Lyngvej.

Anna Katrina Poula Larsen fór týsdagin til gravar úr Hans Egede kirkju á Eysturbrúgv í Keypmannahavn. (Vagnur)


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>