
Føroyskur kappróðrur er serligur á tann hátt, at FM-róðrarnar vera avgreiddir bara í tveir mánaðir um summarið. Tað vil siga, at róðrarárið er stutt, og til tess at leingja róðrarárið, hevur verið skipað fyri ódnartøkum um várið og um heystið. Ikki eru so nógv ár síðani, at fyrsta rógvimaskinan kom í Álaker. Hetta var í 2001, og við tíðini er rógvimaskinan vorðin hent amboð kring landið at fyrireika seg til FM-róðrnar. Í Havnar Róðrarfelag hava tey nú gjørt átak til tess at fáa ung og onnur við at venja meira um veturin, og nú eru fleiri av teimum ungu og eldri við vorðin so góð í innandurarógving, at tey kunnu bjóða seg fram uttanlands.
Seinnu árini er Róðrarsambandið eisini komið inn í myndina og hevur sent rógvarar til Boston. Venjingarumstøðurnar í neystinum í Álakeri eru vorðnar so góðar, at heilar átjan rógvumaskinur eru í neystinum. Nevndin í HR hevur tikið stig til átak, til tess at fáa fleiri at gera meiri við venjingina eftir ólavsøku og venja meira miðvíst út á heystið. Nógv ung og eldri taka av tilboðnum og hava í vetur vant miðvíst eftir ymsum venjingarætlanum.

Fleiri rógvarar hava tikið seg so mikið nógv fram, at tey hava rós uppiborið fyri teirra ágrýtni og áhaldni, siga tey í Havnar Róðrarfelag. Í Álakeri eru fólk eisini stolt, at Róðrarsambandið hevur tikið út so nógvar rógvarar , sum hava sína gongd í Álakeri. Um vikuskiftið eru tríggir ungir rógvarar úr HR við í kappingini um danska meistaraheitið, og eru teir Unnur á Tórgarði (13 ár), Lea T. Johansen (14 ár) og Kristianna Skapheðinsdóttir (14 ár). Spennandi at frætta, hvussu fer at gangast.
4. februar eru føroyskir rógvarar við í EM kapping í París, og í Álakeri fegnast fólk, at seks rógvarar, sum hava sína gongd í neystinum, rógva í París. Rógvararnir eru: Steinar W. á Tórgarði (U19ár tungvekt), Sarita K. Hansen (opin bólkur lættvekt), Bergur Dam Jensen (30-39 ár lættvekt), Róland Michelsen (30-39 ár tungvekt), Jens Kristian Dam (40-49 ár lættvekt) og Toni Dam (40-49 ár tungvekt). Vit eru øll spent, hvussu eisini fer at gangast í París, verður sagt úr Álakeri. Umframt hesi, venja heilt nógv onnur á maskinum í neystinum í fyrireikingini til kappróðurin í summar.
Tá tað snýr seg um at manna bátarnar til uttandura róðrarárið, fer Havnar róðrarfelag í summar uttan iva at seta met, tá talan er um ungar manningar. Felagið fær nýtt 5-mannafar, so nú standa fýra 5-mannafør í neystinum. Sílið, Drekin, Títlingur og nýggja 5-mannafarið. Ja, so er Havnarbáturin eisini mannaður og aðrir bátar við. Felagið roynir av øllum alvi at fáa mannað Gongurólv við kvinnum og monnum, men enn er ikki komið á mál, frættist úr Álakeri. (Vagnur).
Niðanfyri síggja vit, hvørjir rógvarar eru við í DM-kappingini í Danmark og EM kappingini í Fraklandi
Til DM fara:
Unnur á Tórgarði, sum luttekur í bólkinum gentur 13 ár
Lea T. Johansen, sum luttekur í bólkinum gentur 14 ár
Kristianna Skarpheðinsdóttir, sum luttekur í bólkinum gentur 14 ár
Jannik Dalfoss, sum luttekur í bólkinum dreingir 14 ár
Nikoba í Gong, sum luttekur í bólkinum gentur 15 ár
Brandur Kjølbro, sum luttekur í bólkinum dreingir 16 ár
Til EM fara:
Steinar W. á Tórgarði, sum luttekur í bólkinum menn U19 tungvekt
Hávar Patursson, sum luttekur í bólkinum menn U19 tungvekt
Sarita K. Hansen, sum luttekur í bólkinum kvinnur opinbólkur lættvekt
Kem Weihe, sum luttekur í bólkinum menn opin bólkur tungvekt
Inga Weihe, sum luttekur í bólkinum kvinnur opin bólkur tungvekt
Bergur Dam Jensen, sum luttekur í bólkinum menn 30-39 ár lættvekt
Elsa Magnussen, sum luttekur í bólkinum kvinnur 30-39 ár tungvekt
Róland Michelsen, sum luttekur í bólkinum menn 30-39 ár tungvekt
Jens Kristian Dam, sum luttekur í bólkinum menn 40-49 ár lættvekt
Toni Dam, sum luttekur í bólkinum menn 40-49 ár tungvekt