
Nú skal ikki vera hesuferð, sum tá eg skrivaði, at tvær VÌF kvinnur vóru við barn. Eg helt tá, at keldan var í lagi. Sum eg havi skrivað áður, so er søgan í hesum føri ikki, at spælari er við barn.
Heldur fari eg eftir søguni, hvussu nógv tað kann ávirka eitt lið og eisini kvinnukappingina, tá lið knappliga missa týdningarmiklar spælarar mitt í kappingarárinum. VÍF er gott dømi um hetta.
Tað kom væl við hjá neistakvinnum, at Ása á Neystabø flutti heim eftir útbúgving í Danmark. Fleiri góðir spælarar vóru farnir av neistaliðnum. Ása er frálíkur spælari altíð við spæligleði. Nú er Ása við barn og er um at gevast at spæla fyribils vónandi. Ásu havi eg prátað við.
Ása er uppvaksin í Neistanum og ein av teimum heilt góðu spælarunum. Eg ringdi til liðleiðaran hjá neistakvinnum Eirik Magnussen og spurdi hann, hvør missur er hjá neistakvinnum, nú Ása má av liðnum.
– Ímóti Kyndli sunnudagin sást missurin ikki, men Ása hevur havt heilt nógv at týða í øllum hinum dystunum. Ása spælir við slíkari spæligleði, at tað ávirkar alt liðið. Hon spælir skjótt og kann seta ferð á spælið, tá tað dovnar eitt sindur. Og Eirikur sigur víðari.
– Ása lesur spælir væl og fangar tí nógvar bóltar frá mótstøðuspælarum. Og so er hon altíð klár at fara í skjótálop og er skjót uppi á miðjuni. Sjálvandi eru vit kedd at missa Ásu, nú vit fara í gongd við seinnu hálvu og vónandi spæla FM-finalurnar og vónandi eisini steypafinaluna, sigu Eirikur í stuttari viðmerking.
Tá Ása fór til Danmarkar í lestrarørindum í 2008, spældi hon fyrst við Team Amager, men síðani spældi hon við ÍF Føroyum. Í 2011 var hon í barsil og var heima í Føroyum. Tá spældi hon við Neistanum. Ása fór síðani aftur til Danmarkar, men framvegis vóru boð eftir Ásu. Eg minnist, at hon kom heim at spæla steypafinaluna hetta árið.

Stóri spurningur er so, hvussu nógv neistakvinnur vikna, tá Ása ikki er við. Vit kunnu tó fegnast um, at Jacklin Durhuus og Birita Wardum eru farnar aftur í bláu troyggjurnar. Tær ungu á liðnum eru mentar heilt nógv í kappingarárinum og klára seg væl, so man tað ikki fara at ganga hjá neistakvinnum kortini? Liðið hevur spælarar at endurvinna meistaraheitið, men eitt miðvíst og gott arbeiði má gerast fram til finalurnar.
Hyggja vit í stigatalvuna og kappingarskránna, so er steðgur í kappingini í fimm vikur eftir 10. januar. Í annað kvøld 6. januar spæla StÍF og Kyndil á Skála og VÍF og Stjørnan í Vestmanna. Sunnudagin vera so seinastu dystirnir fyri langa steðgin í landskappingini. Neistakvinnur spæla sunnudagin í Vági og Kyndil og VÍF spæla í Havn. Vinnur VÍF í annaðkvøld ímóti Stjørnuni, so eru bara tvey stig millum Kyndil og VÍF.
Eg vil siga tað soleiðis, at dysturin millum Kyndil og VÍF sunnudagin er stóri lagnudysturin fyri VÍF liðið. Tí tapir liðið, so eru fýra stig millum liðini, men tá hevur Kyndil vunnu tríggjar innanhýsisdystir, sum telja, um liðini enda jøvn í stigum. Spennandi dystir í næstum. (Vagnur)
Nummar | Lið | Dystir | V.m. | T.m. | Munur | Stig |
1 | Neistin | 12 | 293 | 222 | 71 | 21 |
2 | Kyndil | 12 | 281 | 225 | 56 | 18 |
3 | VÍF | 11 | 287 | 261 | 26 | 14 |
4 | Stjørnan | 12 | 243 | 313 | -70 | 8 |
5 | StÍF | 12 | 243 | 286 | -43 | 6 |
6 | VB | 11 | 230 | 270 | -40 | 3 |