
Omanfyri mynd er besta myndin av Gundadali, sum vit minnast, sum vóru ung í 60 árunum. Mangan hugsar tú, hvussu umstøðurnar hjá spælarum vóru tá samanborið við 2017. Á myndini síggja vit nærmast hondbóltsvøllin, sum Tórshavnar kommuna lat gera í 1945/1946. Vit spældu fyrstu árini á grúsi, men í sambandi við, at ÍSF fylti 25 ár 1964, varð vøllurin asfalteraður. Longri niðri við síðuna av fótbóltsvøllinum sæst annar hondbóltsvøllur, sum er fyrsti veruligi uttandura hondbóltsvøllur í Havn. Hondbóltsfelagið Neistin varð stovnað 21. mars 1931, og tá fóru neistaspælarar av Vaglinum niðan á fótbótsvøllin at spæla hondbólt. Nøkur ár seinni 1935/1936 varð hondbóltsvøllurin gjørdur, og hús bygt við vøllin.
Á myndini síggja vit B36 húsið við fótbóltsvøllin út ímóti Gundadalsvegnum. Í húsinum var brúsa og skiftingarrúm, men longu fyrst i 60 árunum keypti B36 barakk úr Mjørkadali, sum var sett upp norðanfyri táverandi hús. Húsið ella rættari sagt barakkin varð mest leigað út til dans, brúdleyp og veitslur. Tórshavnar kommuna keypti húsið og brúkar tað nú sum ansingarstovn. Reyða lítla HB húsið sæst ikki á myndini, tí tað lá nær ánni. Seinni bleiv nýtt HB hús bygt við Gundadalsvegin, og seinni bygdi HB snotuligt hús uppí táverandi HB húsið, sum í dag eitur Bridgehúsið.
Á myndini síggja vit fólk spæla tennis á tennisvøllinum, sum var stoyptur úr betong. Tennisspælarar vóru skipaðir í felag, og nógv fólk spældu tennis í Gundadali. Vit síggja eisini stóra svarta barakk, og eg minnast væl, tá skipað varð fyri dansi í barakkini. Seinni goymdi kommunan asfaltakfør í høllini. Til høgru á myndini síggja við Hvíldarheimið Naina, sum er sólsskinsøga fyri seg, sum eg seinni kann koma aftur til. 23. februar 1936 varð húsið liðugt bygt.
Fólk í kommununi mugu hava verið framskygd fyri skjótt hundrað árum síðani, tí stórt økið var longu tá lagt av til ítróttarlig endamál í Gundadali. Ongantíð varð gjørd verulig ætlan fyri økið, og tí bygdi man bara, tá ið tørvar var á fótbóltsvallum, hondbóltsvallum, svimjihyljum og hallum. Vit kunnu skjótt vera samd um, at tað er ikki vakurt í Gundadali, tá ið vit hugsa um, hvussu vakur Gundadalur í veruleikanum var. Myndin omanfyri sigur okkum hetta. (Vagnur)