Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Úr myndasavninum – Søguligt hondbóltstilfar hevur mín stóra áhuga

$
0
0
Áhugaverd mynd úr Gundadali frá 1943. Vit síggja hondbóltsvøllin og tennisvøllin longri uppi.

Søguliga hondbóltstilfar hevur altið havt mín áhuga, men enn havi eg enn gátu og harvið árstal á loysa. Fyrsti hondbóltsvøllur í Gundadali varð gjørdur í 1936 við siðuna av fótbóltsvøllinum. Havi tvær myndir frá 1943, har millum annað MB og Stjørnan kvinnur spæla. Eisini aðra mynd, sum er tikin niðan í Gundadal, har vit síggja hondbóltsvøllin og tennisvøllin longri upp. Men nær var so vøllurin gjørdur, sum vit spældu á í 60 árinum? Tá ið nýggja svimjihøllin var gjørd í 1982, mátti hesin vøllur lúta fyri stásiligu nýggju høllini.

Hondbóltsvøllurin, sum vit spældu á, bleiv asfalteraður í 1964 á 25 stovningardegnum hjá ÌSF. Vøllurin er uttan iva gjørdur 1945, og fyrsti dystur spældur í 1946, tí mynd er av neistakvinnum á vøllinum í 1946. Til tess at finna rætta árstalið, kanst tú sjálvandi venda tær til Tórshavnar kommunu ella kanska hyggja í gomul bløð. Men spurningurin er, um har er nakað at heinta. Tá ið tú sjálvur spældi fyrstu dystirnar, varð spælt á grúsi kring landið. Málini vóru sjáldan nógv, tí veðrið var ikki altíð til vildar. Spælið gekk nógv seinni, enn vit síggja í hallunum.

Hátíðarhald var í 1964 á nýarfaltteraða vøllinum í sambandi við, at ÌSF fylti 25 ár. Minnist at hornorkestur spældi. Onkur sigur, at vøllurin varð asfalteraður júst tá, tí Føroyar skuldu spæla fyrsta landsdystin ímóti Íslandi. Men eg minnist fyrstu hondbóltskappingina, sum varð fyriskipað í sambandi við, at vøllurin nú varð asfalteraður. Hetta var ótrúliga stórt framstig, tí nú kundi tú renna skjótari, dribla bóltin lættari, og tú kundi spæla nógv skjótari hondbóltsspæl. Men asfaltsvallirnir blivu skjótt avloystir av stásiligum hallum, sum broytti alt hondbóltsspælið. Fyrsta høllin kom í Klaksvík í 1968, og høllin á Hálsi kom í 1970. (Vagnur)

Myndina fekk eg til láns frá Onnu Trónd Hansen. Ternan og Stjørnan spæla á vøllinum í 1943. Vit síggja eisini HB húsið við ánna. Vit síggja HB húsið við ánna. Hondbóltsvøllurin við síðuna av fótbóltsvøllinum var gjørdur í 1936. 

 

 

 


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>