Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Úr myndasavninum – Teir slóðaðu fyri hondbóltinum í Kollafirði

$
0
0
KÍF vinnur meðaldeildina í 1971. St.f.v: Sigvard Hansen, Regin av Steinum, Marius Johansen, Trygvi Samuelsen og Greittir Djurhuus. Húkandi f.v: Hans Jacob Pedersen, Kristjan Joensen, Rolvur Djurhuus og Jóhannes Johannesen. (Mynd Eyðstein Johannesen)

Fekk niðanfyri mynd sendandi – ein ótrúliga stuttlig mynd at síggja aftur. KÍF hevur eitt av bestu mansliðum í landinum, og sambandi við góðu úrslitini seinnu árini, er gott høvi at finna fram júst myndina frá 1971, tá ið menninir hjá KÍF vunnu meðaldeildina hjá monnum, sum tá var besta liðið hjá felagnum. Nú hevur KÍF snotuliga høll og hevur allar møguleikar at menna hondbóltin, men so var ikki í 1971. Hondbóltur hevur djúpar røtur í Kollafirði.

Í 1971 var føroyskur hondbóltur við vegamót, tí hallirnar í Klaksvík og í Havn vóru komnar, og hondbóltsspælið fór næstu árini frá at vera uttanduraspæl til innanduraspæl. Hondbóltur hevur djúpar røtur í Kollafirði, og fólk hava slóðað fyri at halda lív í hondbóltinum. Men umstøðurnar við ongari høll gjørdust ikki góðar hjá KÍF. Seinni komu kollfirðingar at venja á Skála og í Vestmanna, men umstøðurnar vóru slett ikki nøktandi.

Men so upprann dagurin, tá ið KÍF fekk nýggjar venjingarumstøður og kundi bjóða hinum feløgunum av. Longu nú síggja vit fruktirnar av frálíka arbeiðinum í Kollafirði. KÍF hevur spælt steypafinalur og hevur spælt um FM-heitið seinnu árini.  . Vit skulu ikki gloyma, at tað vóru millum annað menninir á myndini, sum slóðaðu fyri hondbóltsspælinum í Kollafirði. Til stuttleika kann eg nevna, at kollfirðingar høvdu eina ferð hondbóltsvøll, har tú kundi detta um síðulinjuna. Óivað einasti vøllur av sínum slagi í heiminum.

Vøllurin var á sandinum á Oyrareingjum, men trupulleikin var, at tá ið fløddi, kom sjógvur inn á vøllin. Og tá ið fjaraði, mátti syrgjast fyri, at sjógvurin ikki tók við sær part av vøllinum. Tí var tjúkkur trossið spentur um allan vøllin til tess at halda sandinum. Vit hava mangan stuttleika okkum um grúsvøllin i Kollafirði, tá ið spælarar máttu ansa sær, so vit ikki duttu um síðulinjuna. Seinni varð  spælt á asfaltvøllinum í skúlagarðinum. (Vagnur)

Ótrúliga gott, at kollfirðingar fingu høllina, sum bleiv reist í 2004. (Mynd Vagnur)

Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>