Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Úr myndasavninum – Hetlendingurin Moffat Anderson og Dahl Michelsen beiggjarnir

$
0
0
Uttast til vinstru Helge Michelsen við beiggjanum Vagn Erik í fanginum, síðani Moffat Anderson og Aage Michelsen. (Myndin tikin 1933/34)

Úr myndasavninum hjá Gunhild systkinabarn pápa mín fann eg omanfyri áhugaverdu mynd. Á myndini frá vinstru sæst pápi mín Helge Michelsen við beiggjanum Vagn Erik í fanginum. Vagn var ein “eftirnølari” føddur í 1927, tí meðan pápi okkara er føddur 1913 og beiggin Aage, sum vit síggja uttast til høgru, er føddur í 1911, so eru fjúrtan og sekstan ár millum Vagn Erik og beiggjarnar á myndini. Men á myndini er eisini maður, sum eitur Moffat Anderson, og hvør er so hesin maður? Tá eingin er at spyrja, skrivaði eg á Gamlar havnarmyndir, um onkur kennist við navnið, sum stendur skrivað aftanfyri á myndini. Og hjálpina fekk eg.

Hetlendska landsliðið avmyndað á Gilbertson park í Lerwich. Moffat Anderson stendur aftast vinstrumegin málverjan. Myndin tikin í 1937.

Ein skrivaði, at Moffat Anderson var í Føroyum í 1929 við hetlendskum fótbóltsliði. Myndin ovast er ikki frá 1929, men frá 1933/34. Annar persónur skrivaði, at eg kundi fara inn á “Shetlands museum and Archives photo library”, og eg so gjørdi, og har kom fram mynd av fótbóltsliði úr Lerwich, sum vísti seg at vera av hetlendska landsliðnum. Eg fái ikki vaksið myndina meira, men Moffat stendur har aftast vinstrumegin málverjan. Tað vil siga, at Moffat hevur spælt við hetlendskum liði og eisini spælt á hetlendska landsliðnum.

Pápi mín, sum eitt skifti stóð í málinum hjá HB, segði, at tá hetlendingar komu til Føroya at spæla fótbólt, vóru teir “innkvarteraðir privat”, sum tað æt tá. Og eg minnist, onkur teirra segði, at fótbóltsspælari úr Hetlandi búði hjá Aage, tá hann var í Føroyum. Uttan iva var hetta Moffat Anderson. Myndin omanfyri er av hetlendska landsliðnum tikin á Gilbertson Part í Lerwich í 1937. Eg kundi kanska kannað, nær hetlendsk lið ella hetlendska landsliðið vóru í Føroyum í 1930-árunum, men tað kann onkur lesari kanska siga okkum. (Vagnur)


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>