Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Eg veddaði 1000 krónur, og neistaspælari gavst at roykja (e)

$
0
0
Roykingin er minkað millum ung í Føroyum, men enn er langt á mál.

Nógv er broytt seinastu árini, tá ið talan er um at roykja. Hvønn dag fáa vit í fjølmiðlunum at vita, hvussu vandamikið er at roykja, og dentur verður serliga lagdur á, hvussu vandamikil “passiv” royking er. Hugburðurin er broyttur nógv til tað betra, og roykjarar fáa eingi rættindi longur í skúlum og á arbeiðsplássum. Ikki er longur loyvt at roykja á almennum støðum, og fólk skulu vera fylt átjan ár, skulu tey keypa ein pakka av sigarettum. Alt hetta verður gjørt til tess at tálma roykingini. (Greinin skrivað í 2013)

Ein kaldan heystdag fyri nú nógvum árum síðani kom undirritaði í Gundadalshøllina og sá unga neistakvinnu í venjingarklæðum roykja uttanfyri Gundadalshøllina. Eg spurdi kvinnuna, um vit bæði skuldu vedda 1000 krónur, sum gekk út uppá, at neistakvinnan fekk 1000 krónur frá mær, um hon onga sigarett roykti restina av kappingarárinum “Nei, tað kundi eg ikki funnið uppá, tí nú havi eg roykt í fimm ár og kann ikki halda uppat”, segði ungu neistakvinnan. Eg segði henni, at broytti hon hugsan, var at ringja til mín.

Tríggjar dagar seinni ringdu hon og segði, at hon tók av tilboðnum. Glaður var eg. Neistakvinnan roykti ikki aftur í kappingarárinum, sum endaði fyrst í apríl mánað. Og á taktikkfundi fyri seinasta dystin gav eg ungu kvinnuni tveyhundrað fimmkrónur í einum pussaðum kobarrøri. Og í rørið graveraði eg heilsu.

“Sunn sál í sunnum likami”, verður mangan tikið til. Íðkar tú ítrótt, so roykir tú ikki, men tað eru ítróttafók, sum ikki  geva sær far um, at tey áttu at verið fyrimyndir hjá ungdóminum. Men tíverri er hetta ikki altíð veruleikin. Tó standa fólk longur við sigarettini í munnklovanum millum sínar medborgarar. Hugburðurin er broyttur til nógv tað betra, men enn er ikki komið á mál.

Vanligt er enn at síggja ungfólk í ítróttaklæðum uttanfyri ítróttahallir við sigarett í hond, tí tey sleppa ikki at roykja inni. Tey mugu fyri alt í verðini hava eina sigarett, áðrenn tey fara í brúsu. Ítróttafólk mugu ikki roykja í hallunum, tí sært tú mangan nakrar spælarar roykja framman fyri hallardyrnum, sum er keðilig mynd.

Undirritaði tekur ikki ítróttafólk í álvara, sum roykja í kappingarárinum, tí kanningar vísa, at hevur tú bara roykt í nøkur fá ár, er lungaorkan minkað við 10-15 %. Og kappingin er nú so mikið stór innan ítróttina í Føroyum, at pláss verður i framtíðini ikki fyri roykjarum í krevjandi ítróttargreinum.

Eg havi sæð spælara fest sær í sigarett beint eftir lokna harða venjing. Spælarin kann ikki bíða, til hann hevur verið í brúsi og kanska er komin út í bilin á veg til húsa. Hetta er langt úti í mínari verð, sum tey unga plaga at taka til. Eg havi skrivað áður, at ítróttafeløgini og ítróttafólkini og eiga slóða fyri, tá talan er um at roykja. Tey skulu vera fyrimyndir. (Vagnur)

 


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>