
Hitti ein dagin mann í Vestaru bryggju, sum bað meg fara út í Sandagerð at hyggja at sandinum har. sum hevði fingið serligt skap, sum hann ongantíð hevur sæð áður. Orsøkin er havnarútbyggingin suður úr Molanum. Eg spurdi mannin, hvussu hetta hekk saman, og so hann at greiða mær frá: – Hann hevur verið eystan og landsynningur í ættini í rúma tíð, og tá havaldan kemur inn í millum Stong og Eystnes og nærkast grótinum, sum higartil er slept á botn suður úr Molanum, so lyftir aldan seg upp sum ein tsunami, meira ferð kemur á alduna, sum nú er hægri enn vanligt og fer buldrandi inn í Sandagerð. Tí sær sandurin í Sandagerð út, sum hann ger í løtuni, segði maðurin.

Eg út í Sandagerð, og mær gjørdist beinanvegin greitt, at maðurin hevði rætt. Eitt er, at sandurin er kroystur niðan í móti gøtuni, men so hesin hæddarmunurin miðskeiðis í sandinum, har høgu aldurnar hava drigið stóran part av sandinum út við sær aftur. Sjáldsamt at síggja, má eg siga. Annars er vanligt, at sandurin skiftur nakað í skapi, tá uppgangur er, men slett ikki sum á myndinum. Eg komi at hugsa, um ein grind kom í Sandagerð? Onkuntíð eru maskinur frá kommununi komnar í Sandagerð at hampa um sandin. Haldi, at fólk áttu at farið í Sandagerð og sæð sandin í núverandi líki. (Vagnur)
