
Herfyri spákaði eg í Hoydølum, og har sá eg vakran minnisstein, sum er settur við ein av gomlu bygningunum, sum áður var Bróstsjúkrahúsið. Umstøður hjá Karsteni Hoydal uppvakstrarárini vóru øðrvísi enn hjá børnum flest. Pápi hansara var umsjónarmaður á Bróstsjúkrahúsinum, og Karsten kom tí at liva tætt at sjúku og deyða hesi fyrstu viðkvomu árini. “Eg livdi tætt upp at sjúkum fólki, og hesar morgnarnar, tá ið pápi einsamallur fór við rossavagni oman til Havnar við líki, sum skuldi førast út á bygd, bóru eitt sovorðið myrkur og illveður inn í meg, at eg øtaðist og mátti verja meg á onkun hátt”, skrivar Karsten. Niðast kanst tú lesa frálíku yrkingina Barnið, bergið og bómurnar hjá skaldinum Karsteni Hoydal, yrkingin, sum eg mangan nýtti til próvtøku í føroyskum í framhaldsdeildini. Yrkingin setti okkurt í gongd í huganum hjá næmingunum. Nógv varð tosað, og tankarnir sveimaðu, tá ið vit fyrireikaðu okkum til próvtøku í føroyskum.
Barnið, bergið og blómurnar
1. Vilt tú finna blómurnar,- eingin annar eigur, – gakk so djarvur huga tíns – brøttu bjargaleiðir.
2. Sortugrøs og hjálpirót, – út av torvu hanga – fagrast eru bómurnar, – har ringast er at ganga.
3. Inni djúpt í gjáarskýmd – har dagur valla røkkur, – standa og hótta í hálvalýsing – trøllakampabløðkur.
4. Óttast ikki deymin har – ið fúnað er og modnað, – óttast ikki tostan har, – íð hvør er keldan tornað.
5. Óttast ikki hæddina – har hálkaður er klettur, – lat ei øra fyri tær – at tú oman dettur.
6. Klívur tú og klintrast tú – allar leiðir finnur – upp og niður inn og út – størri fong tú vinnur.
7. Kanska nøgd av blómum tá – fært tú saman strevað – nógvar ferðir fagrari – enn nakar kann tær geva.
8. Barn mítt, mangur undan tær – søkti sama lendið, – mangur, mangur undan tær – sum armur aftur vendi.
9. Men, mítt barn, um blómur tú – vilt vinna eingin eigur, – mást tú klúgva huga tíns – brøttu bjargaleiðir.

Yrkingin er óivað yrkt til børn hansara ella til allan føroyskan ungdóm. “Vilt tú finna blómurnar, eingin annar eigur”. Vit hava øll dreymar, men skalt tú gera dreymar til veruleika, skal arbeiði gerast og stig takast. “Gakk so djarvur huga tíns brøttu bjargarleiðir”. Far eftir tí, sum tú brennur fyri, men tú skalt vita, at leiðirnar kunnu vera brattar. Í yrkingini brúkar Karsten myndatalu og sammetir lívsleiðina hjá teimum ungu við at ganga í berginum, har torført er at ganga, og vakrastu blómurnar standa har, sum seyðurin ikki sleppur eftir teimum. “Fagrast eru blómurnar, har ringast er at ganga”.
“Óttast ikki deymin, hæddina, tostan og læt ikki øra fyri tær, at tú oman dettur”. Ringt er at ganga í berginum, har er hált, men gevst ikki á leiðini, tá ið mótgangur kemur á teg. Tú klívur og klintrast upp og niður, inn og út og størri fong tú eigur. Hav áræði og ágrýtni á lívsleiðini, so fæst fongurin. Óivað sipar Karten til ungdómin, sum fer undir útbúgving, har fleiri fara uttanlands, tey leingjast heim og fáa ikki lestrartíðina at laga seg, sum tey ætlaðu. Men hald kósina, tú hevur sett tær. Kanska nøgd av blómum tá- fært saman strevað- nógvar ferðir fagrari-enn nakar kann tær geva”. Tú mást arbeiða og striðast til tess at koma á mál.
“Barn mítt, mangur undan tær søkti sama lendið, mangur, mangur undan tær sum armur aftur vendi”. Eg ímyndi mær, at Karsten sipar til, at nógv ungfólk fara uttanlands í lestrarørindum við góðum vónum, men ymsar forðingar gera, at tey koma aftur Føroya sum av torvheiðum. Lestrarferðin eydnaðist ikki sum upprunaliga ætlað.
“Men, mítt barn, um blómur tú vilt vinna eingin eigur, mást tú klúgva huga tíns brøttu bjargaleiðir”. Tað nyttar einki at sita hendur í favn og bara droyma um at vinna blómur, eingin annar eigur. Takk teg saman, far av stað og fylg dreymunum, sum eru í huga tínum, so finnur tú vinningin og harvið blómurnar á lívsleiðini.
Eg nýtti mangan hesa yrking sum próvtølutilfar í níggjunda og tíggjunda flokki, og næmingum dámdu yrkingina væl og segði teimum nógv. Karsten fór ungur av landinum at vinna sær útbúgving innan landbúnað og fiskivinnu, og seinni var hann tekniskur ráðgevi hjá FAO var í 50-árunum trý ár í Eguador í Suður-amerika. (Vagnur)
