
Nú búgva vit soleiðis fyri við Hoydalsvegin, at tá fólk skulu úr miðbýnum niðan Gundadal, ganga tey fram við hjá okkum. Knappliga fríggjakvøldið hoyrdist øgilig róp niðri við Sjónleikarahúsið, og løtu seinni kom stór gonga við sveisarum í reyðum framvið KFUM. Skjótur var eg oman á vegin við myndatólinum. Og knappliga hendi nakað, sum var áhugavert og spennandi. Stóra mannfjøldin steðgaði knappliga, og øll niður á húka, og so hoyrdist nøkur øgilig kampróp, sum eg ongantíð havi hoyrt áður so ógvusliga, uttan iva, tí eg stóð so nær. Lítla løtu seinni hildu tey leiðina niðaneftir. Komi at hugsa um 1970 og 1980 árini, tá áskoðarar í hundraðtali úr Klaksvík og Tvøroyri komu framvið hjá okkum. Tey vóru komin til Havnar við Teistanum ella Smyrli til tess at stuðla sínum liði, sum spældi ímóti HB ella B36 í Gundadali. Har vóru stór fløgg og áskoðarar klæddir í blátt ella svart/hvítt. Henda vælkenda TB-sirenan var eisini við í stóra fylginum. Ja, so tók eg eisini myndir av stóru LGBT skrúðgongunum, sum gingu fram við hjá okkum úr Gundadali oman í miðbýin. Nú er LGBT málið tíbetur endaliga avgreitt, og so er spurningurin, vit eisini seinast í juli mánað síggja LGBT skrúðgongu uttan fyri hjá okkum. (Vagnur)


