Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Nú síggjast bjartir glottar í kappróðrinum í Vági

$
0
0
Royndin Friða dreingir á norðoystevnu. (Mynd Hvannrók)

Eg havi altíð havt serliga kenslur fyri ítróttinum í Vági tað veri seg bæði í fótbólti, hondbólti og nú kappróðri. Vágur liggur so langt frá miðøkinum, ungdómurin má fara úr bygdini til víðari lestur, og so skulu ítróttafólkini í Vági ferðast so langt og ofta til kappingar. Kappróður hevur djúpar røtur í Vági, og tað var tann tíð, tá tey megnaðu at manna tvey 10-mannafør Vágbing og Ormin langa. Kappróðurin var í aldudali fyri fáum árum síðani, men nú síggjast ljósir glottar. Seks manningar frá Vágs kappróðrarfelag rógva í summar, og beint fyri norðoyastevnu flotaðu tey nýtt 5-mannafar. Havi prátað við Rógva Kærbech, sum er formaður í Vágs kappróðrarfelag – Stórur áhugi er í løtuni fyri kappróðri í Vági, og vit hava góðar vónir um framtíðina, sigur Rógvi og heldur fram:

Sigrid og Rógvi brenna bæði fyri kappróðri.

– Eg kann byrja at siga, at kappróðurin hevur stóran stuðul millum vágbingar, og vit í nevndini gera alt, so rógvarar trívast væl og hava tað gott í felagnum. Vit hava skipað fyri ymsum tiltøkum millum annað hugnaløtu og grillkvøldi, og so lógu vit nátt í Árnafirði fríggjakvøldið fyri norðoyastevnuróðrarnar. Fáar dagar fyri norðoyastevnu var nýggja 5-mannafarið Royndin Fríða flotað, og dreingirnir og genturnar vóru bara tríggjar ferðir í bátinum fyri norðoyarstevnu. Seks manningar rógva í summar: 8-mannafarið Tofta Regin, Royndin Fríða við gentum og dreingjum, tvær barnamanningar við dreingjum og gentum, sum rógva við Svaluni, og 6-mannafarið Smyril mannað við kvinnum eldri.

– Tá tú spyrt um nevndararbeiðið? Tað riggar ikki væl, um tað eru rógvarar, sum sita í nevndini, tí teir hava nógmikið við rógvingini hvønn dag í vikuni. Ì nevndini sita fólk, hvørs børn rógva ella hava róð, og heima hjá okkum er í løtuni alt rógving. Eg eri formaður, konan Sigrid stýrir barnamanning, systir hennara stýrir Huldu á Tvøroyri og beiggin stýrir 5-mannafarinum Firildi, og ein dóttir okkara rør eisini. So kappróður fyllir nógv.

Royndin Fríða gentur: Á toftubekki Rebekka Tausen, Edith Djurhuus, í rúminum Lisa Augustinussen og Berit Midjord og á lærbekki Monika Debes og Laila Augustinussen. Róðursgentan eitur Monika Midjord. (Mynd Rógvi Kærbech)

– Vit halda til í gamla neystinum, har umstøðurnar eru hampuligar. Pláss er fyri fýra bátum, og vit hava tíggju rógvimaskinur og vektir til styrkivenjingar. Men eingi eru skiftingarrúmini og brúsur, og tað er ógvuliga keðiligt. Vit fáa nakað av stuðli frá kommununi, men hann kundi verið størri, so kappróðurin fekk betri umstøður. Annars kann eg nevna, at veðurgudarnir vóru ikki blíðir við okkum í vár, tí ættin var soleiðis, at bátar høvdu torført at sleppa úr neystinum.

Tofta Regin gjørdist nummar tvey á norðoyastevnu. Spennandi hvussu fer at gangast leygardagin í Hósvík. (Mynd Rógvi Kærbech)

– Tú vilt hava vita, hvussu gekst at fíggja nýggja 5-mannafarið, sum kostar næstan hundrað túsund krónur. Vit fingu tíggju seyðir frá bóndrum í oynni, og teir vóru settir á lutaseðil, sum kostaði túsund krónur. Tann, sum vann, fekk allar seyðirnar. Vit seldu 63 lutaseðlar á túsund krónur, har summi fólk vóru saman um ein lutaseðil. Lutaseðlasølan gav 63.000 krónur til nýggja 5-mannafarið.

Svalan 5-mannfar gentur barnróður. Aftast f.v: Rakul Bech Jacobsen og Britt Vøldice, í miðjuni f.v: Bára á Lágabø, Katrina Jatchona og Sigrid Kærbech. Fremst f.v: Tórgerð Suðuroy og Silja Kærbech. (Mynd Rógvi Kærbech)

– Vit hava eins og onnur vónir um góð úrslit í summar. Tildømis eru dreingirnir umborð Royndu Fríðu fyrsta árs dreingir, sum róðu barnaróður í fjør, og vit hava eisini góðar vónir um gentumanningina. Javnt var millum 8-mannaførini, har Tofta Regin gjørdist nummar tvey á norðoyastevnu. Har kann eg nevna, at Tofta Regin hevur ikki bara manning úr Vági, tí fýra umborð eru av Tvøroyri. Jú, vit dríva á og eru bjartskygd um kappróðurin í Vági. Tað sá eina løtu svart út, men nú síggjast heilt góðir glottar, sigur Rógvi Kærbech formaður í Vágs Kappróðrarfelag. (Vagnur)

Her eru rógvarar úr Vágs kappróðrarfelag í Árnafirði fríggjadagin fyri norðoyastevnu. Tey lógu nátt og hugnaðu sær, áðrenn tey skuldu rógva kapp. (Mynd Rógvi Kærbech)
Svalan 5-mannafar dreingir barnaróður. (Mynd Rógvi Kærbech)

Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082