
Kappróðrarfelagið NSÍ hevur stolta róðrarsøgu, og tað var tann tíð, tá gulu bátarnir vóru heilt frammi í oddinum. Men nú er stolta kappróðrarfelagið í djúpum aldudali, tí fólk í Runavík og har á leiðini tíma ikki at rógva kapp. Felagið hevur allar bestu róðrarumstøður í landinum við nýtímans neysti, nógvum góðum bátum í øllum støddum, og tey eru ikki darvaði av hørðum streymi á vágni sum onnur feløg. Á norðoyastevnu róðu tvær gular barnamanningar og 6-mannafarið Sølmundur mannað við kvinnum, har bara tveir kvinnur búgva í økinum. Vit eru øll kedd, at Kappróðrarfelagið NSÍ ikki megnar at halda tørn. Eg havi spurt Boga Olsen, sum í mansaldur hevur róð við gulu bátunum, hví tað gongst so illa at manna bátarnar. Og hann sigur.

– Fyri nøkrum árum síðani var stórt átak gjørt til tess at fáa ungfólk at rógva, og tá fóru fólk frá felagnum inn í allar skúlarnar í Runavík og á Toftum. Átakið eydnaðist væl, og fleiri ungdómsbátar vóru mannaðir. Men tað vísir seg, at tað gongst ógvuliga striltið at fáa fólk at hava bindilsi at rógva. Vit hava av allar bestu umstøður til kappróður, og vit hava jú stolta kappróðrarsøgu, men í løtuni fáa vit bara ikki fólk at rógva.

– Tú spyrt um onnur tilboð í Rúnavík? Fótbólturin fyllir heilt nógv, og eingin ivi er um, at kapping er um tey ungu, men tað eru jú ikki øll ung, sum spæla fótbólt. Fimleikur er eisini væl umtóktur við serliga góðum umstøðum, og so er tað hondbóltur, sum eisini hevur góðar umstøður. Men tað mátti borið til at fingið onnur ung, sum ikki íðka hesar ítróttagreinar at sett seg í kappróðrarbát.

– Vit síggja, at nú eru skúlarnir farnir at skipa fyri innandurakappingum í rógving, og vónandi dryppar nakað á kappróðurin, og at ung fáa veruliga hug at rógva. Eisini hava breytir í skúlanum kappróður við á skemanum, og ung úr skúlum eru komin oman í neystið at rógva. Annars er samfelagið broytt nógv, síðani eg sum ungur byrjaði at rógva kapp. Tá vóru tað mest handverkarar, sum mannaðu størru bátastøddirnar.

– Tá tú spyrt um framtíðina hjá kappróðinum í Runavík og her um leiðir, so havi eg einki endaligt svar. Vit eru í ávísum samstarvið við Fuglafjørð, og tríggjar barnamanningar rógva í Hósvík og eisini Sølmundur við kvinnum, men eingin dreingj- og gentumanning, eingin Sølmundur og Heiðabátur og ikki flaggskipið Eysturoyingur. Hetta er bara ikki nóg gott hjá einum kappróðrarfelag, sum hevur so stolta søgu. Tá tað er sagt, so er millum manna stórur áhugi fyri kappróðri í Runavík og her um leiðir, tí er spell at vit eru í núverandi støðu, sigur Bogi Olsen at enda.

Sjálvur minnist eg, tá eystanstevna fyrst í 1960-árunum gjørdist fimta FM-stevna, og eg minnist serliga eina manning umborð á Tjaldrinum mannað við dreingjum. Teir vóru øgiligir og vunnu alt. Ja, so árini, tá 8-mannafarið Heiðabáturin syfti øllum og ikki at gloyma Eysturoyingur, sum vann meistaraheitið í fjør. Tað er við róðrarsorgblídni at skriva hesar reglur, tí eg sakni gulu bátarnar. Kappróðrarfelagið NSÍ má seta nýggja kós og gera nýtt átak til tess at fáa fólk at rógva. Hjúkla um tey ungu við góðum hjálparfólkum, so síggjast heilt vist aftur ljósu glottarnir.
Eg kann enda og siga, at tey í Kappróðrarfelagið NSÍ eru serkøn at skipa fyri FM-róðrum, tí mest sum hvørja ferð eydnaðist at avgreiða FM-róðrar í tveir tímar, eisini tá róð vóru 1500 og 2000 metrar. Tað er mín vón, at tað eydnast at manna fleiri bátar næsta ár, tí føroyskur kappróður hevur brúk fyri Kappróðrarfelagnum NSÍ. (Vagnur)
