
Veðrið er partur í føroyskum kappróðri, og veðrið kunnu vit einki gera við. Veðurgudarnir boðaðu frá vindi og keðiligari ætt í Hósvík, og vit sóu longu tíðliga leygardagin, at vandi var fyri, at ikki kundi rógvast. Og so var. Vit hoyrdu persón frá Róðrarsambandinum í Kringvarpinum siga, at róðrarnir eru útsettir til nú týsdagin klokkan 18.00. Barnamanningar rógva fyrst, og síðani eldru manningarnar. Hetta tóku fólk fyri góða vøru, og nógvir bátar vóru standandi í Hósvík, bæði tí rógvast skuldi týsdagin, og vandi var fyri at koyra bátarnar til húsa, tí vindurin var nógvur. Men tað, sum eftirfylgjandi hendi, var ikki nóg gott frágingið frá RSF. Kunningin var alt ov vánalig, og endaligu boðini komu alt ov seint, at róðrarnir í Hósvík eru fluttir til mikudagin 28. juni klokkan 18.00.

Sjálvur fylgdi eg við á Kappróðrarkjaki, har mangt áhugavert og minni áhugavert kom fram. Fólk vildu flyta róðrarnar á annað stað, sum ikki kann lata seg gera í so knappari vending, fólk skrivaðu um próvhandan, próvtøku, 24 tíma royndir og ferðaætlanir o.a. Allan sunnudagin hugdi eg av og á heimasíðuni hjá RSF, in.fo og Vágaportalin til tess at síggja, um nøkur boð vóru komin frá Róðrarsambandinum. Men har komu eingi boð uttan sunnudag fyrrapart, at “vit arbeiða við málinum”. Og tað er her, kunningin fer av sporinum.

Sjálvandi átti heimasíðan hjá Róðrarsambandinum at kunnað fólk leypandi, tí rógvarar, foreldur og vit onnur gerast ørkymla, tí har komu eingi boð. Og tá boðini komu seint sunnudagin, vóru boðini ikki send út alment men bara til feløgini. Hetta er ikki nóg gott, tí fjølmiðlarar, áskoðarar og hjálparfólk eru eisini partur í føroyska kappróðri. Sjálvandi skuldi forkvinnan í Róðrarsambandinum traðka fram alment sunnudagin ella onkur annar í RSF og kunnað leypandi um støðuna. Tí talan er jú um hundraðtals rógvarar og ikki minst allar bátarnar, sum standa í Hósvík. Rógvarar skulu jú eisini venja víðari og skulu á jóansøku leygardagin.
Nú gekk av skriðuni í Hvalvík seinast, har fyrireikingin var út av lagi vánalig. Tí roknaðu vit við, at øll segl vóru sett, at einki hendi í Hósvík. Sagt var, at forkvinnnan og annar í nevndini vóru í Finnlandi á róðrarfundi, men so máttu tey tryggjað sær, at onkur annar í nevndini traðkaði fram í fjølmiðlnum og kunnaðu fólk leypandi. Men hetta var ikki gjørt.
RSF tók seint sunnudagin røttu avgerðina at útseta róðrarnar í Hósvík til mikudagin 28. juni og ikki til tildømis 22. juli. At strika róðrarnar í Hósvík, sum onkur tók til, má ongantíð henda. At enda vil eg heita á Róðrarsambandið um at fáa uppraðfest heimasíðuna, tí hon kann gerast gullverd í slíkari støðu sum hon um vikuskiftið. Vit gleða okkum til leygardagin, tá rógvast skal á jóansøku á Tvøroyri. (Vagnur)