Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Fyrsti skipaði kappróðurin var á Tvøroyri í 1870-árunum

$
0
0
Stóri stoltleikin í løtuni er Firvaldur mannaður við gentum. Frálíku myndina tók Bjartur Vest.

At fara á jóansøku at rógva kapp var og er altíð nakað serligt. Orsøkin er, at rógvarar skulu sigla og vera saman fyrr í tíðini fýra tímar og nú tveir tímar umborð á Smyrli. Kappróðurin á Tvøroyri hevur djúpar røtur, og fyrsti skipaði kappróðurin í Føroyum var júst á Tvøroyri, har heiðursgáva til vinnararnar var latin. Vit skulu heilt aftur í 1870-árini. Vit skriva nú 2017, og kappróðurin á Tvøroyri er í menning, og tað fegnast vit øll um. Formaður í Froðbiar Sóknar Róðrarfelag eitur Tóki Hartmann Niclasen, og hann havi eg prátað við. – Vit fegnast øll um, at tað legst aftrat við ungdómi, sum vilja rógva, sigur Tóki og heldur fram.

Diana og Tóki eru bæði í nevndini í Froðbiar Sóknar Róðrarfelag.

– Vit hava fleiri ungdómsmanningar. 5-mannafarið Firvaldur er mannaður við gentum og gentum barnaróður. Síðani hava vit 5-mannafarið Firild, sum er gamli Blikur, sum bátasmiðurin á Kjalnesi smíðaði í 2008. Báturin er mannaður við dreingjum og dreingjum barnaróður.

Síðani er tað 5-mannafarið Hulda, sum er mannað við gentum og dreingjum barnaróður. So tilgongdin við ungdómi er bara heilt góð hjá okkum.

Her síggja vit gentur rógva ódnartøk í Havn. Hulda numar seks og Firvaldur nummar átta av Tvøroyri. (Mynd Vagnur)

– Tú spyrt um venjingarumstøður? Vit halda framvegis til í gamla neystinum, har vit hava hampuligar umstøður, sum kundu verið betri. Tríggir bátar kunnu standa í neystinum, og vit kunnu ikki húsa øllum bátunum, sum felagið eigur. Bátar standa eisini aðrastaðni í býnum millum annað gamli Suðuroyingur frá 1937. Í neystinum eru brúsur og skiftingarrúm, men tey ungu fara oftast heim í brúsu. Átta rógvimaskinur eru í neystinum,

Tríggir bátar kunnu standa í neystinum hjá Froðbiar Sóknar Róðrarfelag.

– Annars síggja vit fram til tess at savna alt virksemið á einum stað, tí kommunan hevur keypt trý neyst, sum eru nærmasti grannar hjá kappróðrarneystinum. Vit hava søkt kommuna at leiga neystinum, so vit hava allar bátarnar á einum stað. Tú spyrt eisini um 5-mannafarið “Firildur”? Hetta er gamalt bátanavn í felagnum, sum vit hava givið nýggja 5-mannafarinum. Firildur er summarfuglur, og vit kenna navnið Sjnófirildur, sigur Tóki.

Tvørábáturin ikki mannaður í ár, men tað eru røddir frammi um, at vit síggja næsta ár 10-mannafarið Suðuroying.

Vit hoyrdu í fjølmiðlunum, at ivasamt var, um rógvast kundi á Tvøroyri í sambandi stóra eldin á Varðanum Pelagic. Hetta havi eg eisini spurt Tóka um.

– Alt verður við tað gamla á jóansøku, og einki hjá Varðanum Pelagic kemur at órógva róðrarnar. Á jóansøku á Tvøroyri leygardagin er triðju ferð, at bátarnir rógva úteftir fjørðinum. Annars hevur altíð verið róð inn eftir fjørðinum, sigur Tóki at enda. Nevndin í Froðbiar Sóknar Róðrarfelag er mannað við seks fólkum. Tóki er formaður, síðani eru í nevndini Torfinnur Hammer, Mortan Thomsen, Anita Farstad, Diana Nolsøe Niclasen og Linn Augustinussen. Góðar jóansøkuróðrar øll somul. (Vagnur)

 

 

 


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>