
Sum orðini frá Anniku Olsen og Gunvør Balle á in.fo í gjár eru ússalig um grótið á Sundi, tí eingin undirskrift var sett á sáttmálan um grótið fyrr enn 27. apríl, og tá var ikki byrjað at bora. Núverandi samgongan kom jú til valdið á Vaglinum 1. januar, og var viljin til staðar um ikki at oyðileggja meira á Sundi, so var góð tíð at fáa málið broytt. Tí er ikki rætt, at Tórshavnar kommuna fyri 27. apríl kundi fáa endurgjaldskrav, tí hvat skuldi endurgjaldskrav heingjast uppá, tá sáttmáli ikki var undirskrivaður? Fólkaflokkurin selir sína sál fyri vinnuna, men at Tjóðveldi skal gera slíkt, sum í stevnuskránni leggur stóra áherðslu á at fara væl um okkara vøkru náttúra, er langt úti og ússaligt.
Sammeta vit málið um Sund og Skansan, so líkast málini, men munurin er, at í málinum um Skansan fingu serliga borgarstjórin og formaðurin í havnarnevndini kaldar føtur, tí tað stundaði til býráðsval. Tey broyttu ti betur verkætlanina eftir ynski frá borgarunum, so Skansin ikki misti útsýnið suður í Nólsoyarfjørð. Tað vóru ov nógvar atkvøður upp á spæl. Formaðurin í havnarnevndini var ikki valdur aftur, men tað var ikki orsakað av Skansamálinum men heldur av málinum um Saltsøluna.

Í málinum um grótið á Sundi eru ikki nógvar atkvøður í fyrsta umfari upp á spæl, tí kundi býráðssamgongan hóreiggja sær, sum hon vildi. 81 fólk úr Kalbak sótu í býráðssalinum, og 171 kalbaksfólk mótmæltu í skrivi ímóti at oyðileggja meira á Sundi, men kortini lurtaði samgongan ikki. Hetta var alt endurtøka frá seinast í 1980-árunum, tá bóndahjúnini á Sundi skuldu rekast úr húsunum. Vinnan mátti fáa betri karmar, Fólkaflokkurin átti/eigur borgarstjóran í báðum málunum.
Nú er soleiðis, at tað er ikki Tórshavnar kommuna ella havnarfólk, sum slóðaðu fyri Eysturoyartunlinum, men eystoyingar sjálvir. Tí kann tykjast løgið, látuligt og grátuligt, at grót frá Eysturoyartunlinum skal sleppa at oyðileggja meira á Sundi, tá fleiri aðrir møguleikar eru at herberga grótinum. Eg trúgvi heilt vist, at um býráðssamgongan longu fyrst í januar mánað setti seg í samband við nevndina i Eysturoyartunlinum til tess at finna annað stað til grótið, so loystu tey sjálvandi málið í felag. Endaligi sáttmálin um grótið var jú ikki undirskrivaður fyrr enn 27. apríl. Og tað er her Annika Olsen, Gunvør Balle og hini í samgonguni hava sovið í tímanum. Eisini er skeivt, at tá serliga Annika ferð eftir ferð sigur, at núverandi samgongan arvað málið um grótið. Samgongan var nýggj, eingin sáttmáli undirskriaður, og tí kundi nýggja samgongan finna aðra loysn um grótið. .
Onkur kundi kanska spurt, hví undirritaði hevur so stóran áhuga um Sund. Jú, eg fekk longu áhugan, tá eg í 1980-árunum mangan sum lærari í motorlæri vitjaði við næmingum á Sundsverkinum. Tá so Tórshavnar kommuna seinast í 1980-árunum ætlaði at smoyggja eina óbrúkuliga havn niður yvir høvdið á bóndahjúnunum, kalbaksfólki og øðrum, so var at tala at. Kalbaksfólk ávaraðu um, at útgrunt var eystureftir, tí kom havnin ikki at kunna brúkast vegna ov nógvan súg. Og so var, og kalbaksfólk, eg og onnur fingu rætt um illa frágingnu og óbrúkiligu havnina.

Tá so formaðurin í Yvirfriðingarnevndini í fjølmiðlunum í fjør segði, at grótið frá Eysturoyartunlinum kundi gott leggjast á Sundi, tí har var so nógv oyðilagt frammanundan, so mátti aftur talast at. Eg hevði góðar vónir um nýggju samgonguna, og eg skrivaði eisini fyri býráðsvalið nógv lisna grein um Anniku Olsen, har eg rósti henni um tíðina, tá hon var landsstýriskvinna, men hetta skuldi eg ikki havt gjørt. Ti longu nú havi eg mist álitið á borgarstjóranum, og eg havi eisini mist álitið á tjóðveldisfólkunum í býráðnum, tí tey áttu sjálvandi at fingið steðgað oyðileggini á Sundi
So er tað Marin Katrina Frýdal, sum var so braneggjað fyri býráðsvalið við góðum hugskotum og góðum tankum. Havi funnið fram nakað av tí, hon segði í 2014 og seinni: – Vit hava ikki ráð at oysla við lendi og skógarstrond, men hvat ger konan nú? Um Skansan á sinni segði hon, at málið var ikki nóg væl umhugsað býarskipanarliga, tí atkvøddi hon ímóti upprunaætlanini. Tú kundi her spurt hana? Er Sund nóg væl umhugsað býarskipanarliga?. Og hon segði eisini, at illa umhugsaðu havnaíløgurnar á Sundi og Oyrareingjum eiga at fáa okkum at stegða á og hugsa okkum um. Men hví steðgar hon ikki á uppi á Sundi? Tað er eisini hon, sum eigur orðini Tey avrætta vinnuna á Vestaru bryggju. Marin Katrina er eftir stuttari tí broytt og snarað 180 stig.

Tíverri stuðlaði eg Marin Katrinu meira enn væl til býráðsvalið, men tað agri eg sjálvandi nú, tí eg kann ikki stuðla einum persóni, sum traðkar soleiðis á kalbaksfólk og onnur og broytir meingin eftir so stuttari tíð. Brúkar fyrst náttúruna sum valagn fyri síðani at gera júst tað øvugta og oyðileggja vakurt lendi á Sundi. Eg eri beinleiðis vónbrotin av Marin Katrinu í hesum máli. Og so at hoyra Anniku Olsen siga í Ùtarpinum í dag, at hvat skulu vit gera við nógva grótið í Eysturoyartunlinum. Annika, tað er ikki Tórshavnar kommmuna, sum byggir Eysturoyartunnilin ella hevur tikið stig at byggja tunnilin. Málið um grótið á Sundi er frá byrjan út av lagi vánaligt politiskt handverk av tykkum øllum.
Eg eri heilt vísir í, at var val í dag, so misti Tjóðveldi fjórða býráðslimin. Sjálvur stuðlaði eg heilt nógv Tjóðveldi til býráðsvalið, men her gjørdi eg tíverri politiskt mistak. Eg kann ikki stuðla einum flokki, sum soleiðis traðkar á kalbaksfólk og okkum onnur, og sum soleiðis oyðileggur vakra náttúru á Sundi. Og so at hugsa sær, at kommunan skal gjalda stórar upphæddir at fáa koyrt grótið inn á Sund at oyðileggja enn meira av vøkru fjøruni.
Vi enda hesi orð og siga, at tey sjey í býráðssamgonguni áttu í felag at farið sær ein túr niðan á Sund og á binguplássið í Kollafirði. Eg var har á leiðini í gjár. Guð náði okkum fyri vinnuøki, sum er ljót, illa frágingið og órudduligt, har man uttan skil hevur blakað nakað av gróti á sjógv. Tit kunnu bara hyggja at myndunum, sum eg tók. (Vagnur)