Quantcast
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Úr myndasavninum –í dag fyllir vinmaðurin Sverri Wang 68 ár

Image may be NSFW.
Clik here to view.
Maria Mikkelsen, Anetta Wang og Sverri uttan fyri hjá Sverra og teimum í Tróndargøtu.

Myndin omanfyri er heilt serlig fyri meg, tí smádrongurin í fanginum á mammuni Anettu Wang er Sverri Wang, sum á serligan hátt koma at hava ávirkan á mína longu hondbóltsleið. Eldra konan til vinstru er abbasystir mín Maria Mikkelsen, sum eg havi skrivað um á heimasíðuni. Sverri hevur langt lív búð í Danmark, men eftir at konan doyði, er Sverri ávegis aftur til Føroya. Hann er ikki so væl fyri, sum vit kundu hugsað okkum, Sverri ætlar sær at búgva í barndómsheiminum í Tróndargøtu. 

Sverri er sonur Knút Wang, sála, fyrrverandi blaðstjóra á Dagblaðnum og Anettu Wang, sum var donsk og var komin til Føroya eftir seinna heimsbardaga at arbeiða á Tjaldurs Apoteki. Knút og Anetta komu at kennast á matstovuni hjá Ellingsgaard, sum var matstova nær gamla Klubba. Tá eg eg eftir fýra ár í Nonnuskúlanum flutti oman í Kommunuskúlan, kom eg at ganga í sama flokki sum Sverri. Vit skúlanæmingar komu nógv í heimi hjá Sverri og teimum, sum stóð skamt frá skúlanum.

Image may be NSFW.
Clik here to view.
Sverri á konfrimatiónsdegnum saman við pápanum Knúti og mammuni Anettu Wang.

Serliga minnist eg, tá vit spældu fótbólt á vegnum í Tróndargøtu, og vit høvdu garaguhurðina sum mál. Tá vóru ikki nógvir bilar í gøtunum. Sverri kom at spæla hondbólt í Neistanum, og var av bestu hondbóltspælarum og eisini fótbóltsspælarum. Tað var Sverri, sum bað meg koma at spæla við dreingjaliðnum hjá teimum, sum júst var flutt upp í unglingadeildina. Sverri var bæði spælari og leiðari, og tað var hann, sum tók stig til allar venjingardystirnar, vit spældu kring landið og serliga í Vestmanna.

Hondbóltsleiðin hjá Sverri endaði tíverri brádliga, tí hann á prutli rendi á pakkhús á Eystaribryggju og fekk stóran skaða í høvdið. Annars kom hann fyrst í læru í Sjóvinnubankanum, men so knappliga fór hann á ítróttaskúla í Danmark. Knút Wang, sáli var blaðstjóri á Dagblaðnum, og Sverri kom eisini sum heilt ungur at skrivað um ítrótt á blaðnum. Á ferð í Danmark møtti hann Annu, sum var úr Hesti, og saman við henni búði hann í Keypmannahav langt lív. Men nú er Sverri ávegis aftur til Føroya, tí sum hann sigur: – Hvat skal eg gera í Danmark, tá Anna er farin.

Image may be NSFW.
Clik here to view.
Mynd frá 1966, tá vit vunnu unglingadeildina. Frá vinstru Harald Kjeld, Sverri Wang, Steinbjørn Slættanes, FinnBjørn Guttensen og Vagnur Michelsen. Lagið er sum vera man gott.

Maria í Dalólastovu, sum er fødd í Havn, var vanliga nevnd soleiðis, og hennara vinfólk og kunningar kendu hana best undir hesum navninum. Barnaárini og skúlaárini livdi Maria mitt í teirri gomlu Havnini, sum hon elskaði, og á ellisárunum búsettist hon aftur í Dalólastovu. Havnarfólk var hon alt sítt lív so hjartaliga. Maria gjørdist hugtikin av Føroyingafelag og tí rørsluni, sum spratt av hesum felagsskapi. Meðan hon gekk í skúla, las hon t.d. Sálomos hásong á móðurmálinum, og tað setti djúp spor í hennara sál og sinn.

Hon tók lut í øllum tí mentunarstarvi, ið stóðst av hesi ungu og nýggju tjóðskaparrørslu, og var við at stuðla allari menning á føroyskari grund. Maria var ung, tá hon fór til Keypmannahavnar 21 ára gomul, og hennara arbeiði kom at vera ímillum bøkur og skjøl. Fyrst var hon í bókahandli í Hørsts í Breiðugøtu, seinni var hon á Landsarkivinum, hvar hon sat sum rigistrator. Hon kom heimaftur til Føroya í 1947 sjeyti ára gomul og búði tað mesta av hesum árunum í sínum gamla heimi Dalólavstova. Hon andaðist í februar mánað 1956.

Sjálvt um Sverri búði í Danmark, kom vinmenninir í Føroyum at hava tætt samband við Anettu. Ein spennadi vitug kona, sum var so spennandi at tosa við. Anetta las nógv, og hon plagdi at siga, at hon altíð hevði fleiri bøkur liggjandi opnar samstundist. Einar tvær lógu í stovuni, og so las hon í aðrari bók, tá hon fór til songar. Eg plagdi at arga Anettu, tí vit vildu hava hana at tosa føroyskt, tí hon hevði ju búð í Føroyum síðani 1947. – Ikki talan um, fólk skulu ikki fáa møguleikan at flenna at mær, tí eg komi ongantíð at tosa nóg væl føroyskt, segði Anetta. (Vagnur)


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>