
Haldi ikki, at eg nakrantíð áður hava sæð betri myndir í Kringvarpinum enn tær mikukvøldið í Hósvík. Orsøkin var uttan iva, at ljósið var so gott. Mangan, tá róð veður seinnapartarnar hesa ársins tíð, stendur sólin høgt á himmalinum, at sólarvindur og sterka ljósið ger, vit fáa ikki nóg góðar umstøður at taka myndir. Eisini vóru nærmyndirnar av kappróðrarbátunum frálíkar og frásøgnin og viðmerkingarnar góðar. Eitt lítið minus skurrar í mínum oyru, tí teir benda av og á ikki bátanøvnini rætt. Tildømis eitur báturin Falkur og ikki Falkurin og Klaksvíkingur og ikki Klaksvíkingurin, men hetta dregur ikki niður frá frálíka avrikinum úr Sortudíki. Vit fingu ein nýggjan vinnara í Hósvík, men so sóu vit eisini serliga fýra áhugaverdir endaspurtir.

Við HR brillum var eg spentur um barnaróðurin, tí frástøðan millum fremstu bátarnar styttist í hvørjum. Eisini skuldi genta hjálpa dreingjunum umborð á Ingibjørg, og aðrar gentur vóru eru farnar út at ferðast. Soleiðis er uttan iva eisini umborð á øðrum bátum. Í barnaróðri er soleiðis, at FM-vinnarin verður funnið í best av fimm stevnum, so at ungir rógvarar tildømis kunnu fara uttanlands at ferðast við foreldrum. Hetta er frálíkt. Mínir tankar vóru hjá gentuni, sum hjálpti dreingjunum, sum annar rør við Ingibjørg manna við gentum. Men hon kláraði skerini.

Ì genturóðrinum er tað serliga Firvaldur av Tvøroyri, sum gevur Ingibjørg kapping um fyrsta plássið, men har eru eisini aðrir góðar manningar. Vit skulu eisini minnast til, at nú kunnu ellivu ára gomul eisini rógva barnaróður, tí kann aldursmunur gerast stórur, og tí frástøðan millum bátarnir eisini stór. Sum vit síggja á myndini omanfyri, so styttist frástøðan millum fremstu bátarnar, og hetta er frálíkt. Fleiri manningar eru mentar heilt nógv síðani á norðoyarstevnu.

Fara vit til genturóðurin, so róði Firvaldur av Tvøroyri í einum heilt øðrum “gearið” enn hinar manningarnar. Tær løgdu hart út við høgari áraferð og serliga innanborða, og hinir bátarnir megnaðu slett ikki at fylgja við. Drekin beit veruliga frá sær á jóansøku, har Firvaldur og Drekin fór mest sum javnir um málið. Tí væntaðu vit ein spennandi genturóður og serliga millum Firvald og Drekan. men Drekin bjóðaði slett ikki av í Hósvík, og eg helt, at tøkini sýntust tung við ov seigligum tøkum. Her má annar taktikur seta út í kortið til leygardagin.

Argjabáturin, sm vann á norðoyastevnum, og Tofta Regin, sum vann á jóansøku, fylgdust saman við Árnfirðingi fyrsta teinin í Hósvík. Men so dró Tofta Regin frá, og Argjabáturin fylgdi við. Men tað sýnist, at nú hava teir umborð á Tofta Regin veruliga fingið blóð upp á tonnina, og hendur einki umborð, so vinnur Tofta Regin uttan iva eisini seinastu róðrarnar. Teir rógva heilt væl, og ein rógvari umborð hevur teskað mær í annað oyra, at gongur væl hjá Tofta Regini í summar, so kann hugsast, at teir manna Suðuroying næsta ár. Og hetta eru góð tíðindi at hoyra.

Umborð á Jallinum og Drekanum við kvinnum sótu eykarógvarar, tí rógvarar vóru sjúkir. Hetta gjørdi Erla kongsdóttir sær dælt av, tí tað var um reppið, at Erla kongsdóttiir í fantastiskum endaspurti tók Jallin á mállinjuni. Stuttligt at síggja slíkar góðar endaspurtar, sum vit sóu so nógvar av í Hósvík. Seinastu hálvthundrað metrarnar vann Erla kongsdóttir sær mesta av einari bátslongd inn á Jallin. Tær umborð á Drekanum sýnast at hava mist nakað av flognum eftir at kvinna á toftubekki ikki kann rógva vegna skaða. So er spurningurin, um skaddu kvinnurnar eru við leygardagin?

6-mannafarið Hvessingur vann trygt á norðoyastevnu, og Sundabáturin vann trygt á jóansøku, tí var spennandi, hvussu fór at ganga á heimasjógvi hjá Hvessingi. Og her fingu vit at síggja áhugaverdan róður og serliga góðan endaspurt frá Sundabátinum. Hvessingur var klárt á odda til hundrað metrar frá málinum, men so kom Sundabáturin sum eitt ódnarveður í øgiligum endaspurti. Eg hugsaði, at var endaspurturin byrjaður eitt sindur fyrr, so kundi Sundabáturin vunnið róðurin. Kemur ikki óvart á meg, um Sundabáturin vinnur í Fuglafirði.

6-mannafarið Rádni við kvinnum var einaráðandi í fjør og vann allar róðrarnar. Tað var bar í millumbilum, at Sølmundur gav Rádna kapping. Men nú fáa vit kappingina, sum vit so leingi hava longst eftir. Tær umborð á Sølmundi sýnast at vera væl fyri, og tað, sum manglaði í fjør, hava tær stríðs seg fram til ikki skal henda í ár. Manningin sýnist at vera í nógv betri venjing ár, og hetta sæst serliga í endaspurtinum, har tær hava nógv yvirskot. Men munurin millum Sølmund og Rádna er ikki so mikið stórur, at Rádni ikki kann vinna Sølmund. Vit fáa at síggja á varmakeldu.

Eg elski at hyggja at dreingjaróðrinum, tí har eru so nógvir bátar og nógv lív. Fýra manningar eru jú eisini úr Havnar róðrarfelag. Vit eru øll so stolt av manningini umborð á Sílinum, men tað sýntist á norðoyastevnu og á jóansøku, at Sílið kom at vera ov stutt at basa Fípuni Føgru úr Klaksvík við vælrógvandi góðari manning. Sílið legði hart út, men so kom Fípan Fagra fram í oddin. Men teir umborð á Sílinum eru knáir, og Fípan Fagra fekk skarpan gang heilt fram at mállinjuni. Munurin styttist millum Fípuna Føgru og Sílið.

Eldur “gubbarnir” umborð á Orminum, sum áður róðu við Klaksvíkingi, duga bara hatta at leggja hart út frá start. Hetta var jú vørumerkið hjá Klaksvíking við Svein Rógva Nielsen á lærbekki sum innpískari. Og í Hósvík eydnaðist hetta næstan til fulnar, tí Ormurin legði hart út og var á odda stóran part av teininum. Klaksvíkingur kom ikki væl frá startinum, men góða venjingin og góði endaspurturin bjargaði teimum sigurin. Vit HR brillum er at siga, at Havnarbáturin gjørdist enn einaferð nummar fýra, men fjarstøðan frá hinum bátunum minkar fyri hvørja stevnu, og nú er ikki leyst millum bátarnar fram ímóti málinum.
Tað gekk heilt væl at avgreiða róðrarnar, men okkurt er, sum eg ikki fái skil á. Eg minnist fyri nú nógvum árum síðani, so vóru altíð tveir startir. Minnist, at eftir fleiri vánaligar avgreiðslur av róðrum, gav Vónin í Fuglafirði Róðrarsambandinum tveir nýggjar nylor startir, men nú brúkar man sama startin til barnaróðurin og hinar róðrarnar. Fólk eru noydd at flyta startin, og hetta gekk ikki væl á Tvøroyri. Tað mátti at borið til at brúkt ein start til barnaróðurin og annan start til hinar róðrarnar, sum lá klárur/uppstrammaður at brúka, tá barnamanningar hava róð. Kanska onkur í viðmerking kann greiða mær frá hesum. Samumtikið væl avgreiddir róðrar í Hòsvík. (Vagnur)