Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Teir brutu eina ár í sjálvum starttøkunum umborð Árnfirðingi

$
0
0
Rógvari umborð á Árnfirðingi rør við ongari ár, tí hon brotnaði í startinum. (Mynd Hvannrók)

Nú eru vit komin har til, at vit mugu bara góðtaka einaferð med alla, at klokkutíð í føroyskum kappróðri kann ikki haldast. Flaggið skuldi upp til genturóðurin 14.50 og klokkan 15.40 hoyrdu vit startskotið. Tað er leggja seg á sofuna klokkan 15.00, lata eyguni atfur og seta vekjaran at ringja hálva tíma seinni, so er kanska klárt. Orsøkirnar eru so nógvar. Ásigldur startur og snúvur í starti, tað er altíð okkurt. Tá hesar afturvendandi barnasjúkurnar eru komnar á pláss, so gongur bara væl at avgreiða róðrarnar. Annars sá eg barnaróðrarnar á Facebook í gjár, og eg haldi, at Róðrarsambandið og Kringvarpið áttu at funnið saman, so vit síggja barnaróðrarnar í steðginum millum hinar róðrarnar. Myndagóðskan á Facebook er ikki góð. Vit sóu aftur nakrar øgiliga spurtir í fjórða FM-róðrunum, sum komu at gera av serliga tveir róðrar.

Tær umborð á Ingibjørg barnaróður hava vunnið allar róðrarnar higartil. Sarita Hansen stýrir Ingibjørg. (Mynd Hvannrók)

Allar fyrst má eg siga, at vit fingu ikki myndir av barnaróðrunum og genturóðrinum. Haldið okkum til góðar. Áhugavert at síggja barnaróðrnar á Facebook. Frástøðan er stór, og í mun til norðoyastevnu, og so styttist frammi í oddinum, tó at aldurmunurin á rógvarum ger, at heilt stórur munur er á bátunum á samlaða feltinum. Genturóðurin er ikki spennandi, tí tær umborð á Firvaldi er so mikið stinnar, at Drekin nærmasti kappingarneytin megnar slett ikki at fylgja við. Ja, so eru drekagenturnar klárt nummar tvey, og nærmarstu kappingarneytarnir hjá Drekanum megna heldur ikki at fylgja við. Sjáldan havi eg eg sæð so løgnar genturóðrar sum í summar.

Rádni vann sær sigur longu í fyrstu tíggju starttøkunum. (Mynd Hvannrók)
So vunnu annars sigurvandu kvinnurnar umborð á Rádna aftur. (Mynd Hvannrók)

Eg bíðaði spentur eftir 6-mannaførunum við kvinnum, tí eg var heilt vísir í, at Rádni vildi nakað serligt í heimasjógvi. Longu fyrstu tíggju tøkini var róðurin longu avgjørdur, tí Rádni leyp næstan heila bátslong fram um, og hesa bátslong megnaði Sølmundur seltt ikki at taka aftur restina av teininum, sjálvt um nakrar royndir vóru gjørdar. Rádni vann tryggan sigur og róðu ómetaliga væl. Tað er ikki á hvørjum degi, at mamma og døtur vinna FM-róðrar í sama báti. Sjálvandi kemur Sølmundur longu aftur leygardagin, og tá verður ikki bátslongd millum bátarnar.

Sílið hongur í Fípuni Føgru, men er ov stuttir í endaspurtinum. (Mynd Hvannrók)
Teir eru knáir og góðir rógvarar umborð á Fipuni Føgru. (Mynd Hvannrók)

Í dreingjaróðrinum vóru míni eygu serliga vend móti síladreingjunum, tí teir eru einasta manning, sum kann geva Fípuni Føgru veruliga kapping, og tað gjørdi Sílið eisini á varmakeldu. Skal Sílið vinna á Fípuni Føgru í juli mánað, so mugu teir gera tað fyri endaspurtin, tí í miðal eru teir umborð á Fípuni Føgru eldri og kropsterkari. Altíð áhugavert og spennandi at síggja dreingirnir rógva.

Erla kongsdóttir tekur her Jallin í endaspurtinum. (Mynd Hvannrók)
Alt talaði fyri, at Jallurin vann róður, men tær umborð á Erlu kongsdóttir vildu nakað annað. (Mynd Hvannrók)
Sum tær umborð á Erlu kongsdóttir eru nógv mentar síðani á norðoyastevnu. (Mynd Hvannrók)

Jallurin við kvinnum fekk harða kapping frá serliga Erlu kongsdóttir á jóansøku, har kvinnurnar úr Fuglafirði næstu tóku Jallin á mállinjuni. Og einki talaði fyri, at Erla kongsdóttir fór at gera nakað við Jallin á varmakeldu, tí tá hálvt málið var rógvið, var Jallurin klárt á odda. Men eg sat allatíðina og bíðaði eftir endaspurtinum. Og endaspurturin hjá Erlu kongsdóttir kom sum væntað. Hetta var sum at síggja ein boksidyst, har mótstandarin í seinastu sløgunum spakuliga hóknar í gólvið. í endaspurtinum sýntist, sum Jallurin stóð í stað, meðan tær umborð á Erlu kongsdótir smugu sær fram um í hvørjum taki. Á norðoyastevnu sýntust tær umborð á Erlu kongsdóttir tungar í tøkunum, men nú er broytt umborð.

Sundabáturin í øgiligum endaspurt basti Hvessing. (Mynd Hvannrók)
Fegnir rógvarar umborð á Sundabátinum við sigurssteypinum. (Mynd Hvannrók)

So eru tað Hvessingur og Sundabáturn við monnum. Aftur var tað endaspurturin, sum gjørdi av róðurin. Í Hósvík var um reppið, at Sundabáturin tók Hvessing á mállinjuni, sum annars hevði trygga leiðslu allan róðurin, Haldi, at teir umborð á Sundabátinum fóru fyrr upp í bekkin á varmakeldu og høvdu longri endaspurt, og tí var tíð at sleppa fram um Hvessing. Áhugavert og stuttligt at síggja javna róðurinn fram ímóti mállinjuni. Gleða okkum longu til leygardagin.

Argjabáturin vann á norðoyastevnu og var væl við allan teinin á varmakeldu, men Tofta Regin var eina tonn betur. (Mynd Hvannrók).
Gullbrandur handast róði heilt væl, men orkan gekk undan. Argjabáturin væl við, men ov stuttur í endaspurtinum, sum Tofta Regin vann. (Mynd Hvannrók)´
Manning umborð á Tofta Regin við steypinum. Góð manning. (Mynd Hvannrók)

Ùtvarpsmaðurin og viðmerkjarin søgdu ikki nógv um, at Árnfirðingurin fekk so ringan start og dragnaði longu í fyrstu tøkunum. Hugsaði um brotna ár, men tá frásøgumenninir einki søgdu, so hugsaði eg bara, at har var nýggj manning komin umborð. Á Facebook løtu eftir róðurin fekst at vita, at rógvari umborð á Árnfirðingi breyt ár í fyrstu tøkunum. Tí gjørdist úrsltið sum tað gjørdist hjá Árnfirðingi. Teir umborð á Argjabátinum rógva heilt væl, og vit sóu frálíkan róður millum Tofta Regin og Argjabátin um leiðsluna í róðrinum. Helt eisini, at teir umborð á Gullbrandi róðu heilt væl. Fylgdust væl og við góðum  tøkum, men venjingarstøðan umborð er uttan iva ikki nóg góð. Tofta Regin vann róðurin eisini í frálíkum endaspurti.

Nú mugu fólk í Róðrarfelagnum Knørri og rógvararnir umborð á Orminumi halda mær til góðar. Tá eg hoyrdi kringvarpsmannin siga, at nú sita seks rógvarar umborð á Orminum, sum áður róði við Klaksvíkingi, so reikaðu tankarnir eina løtu. Hugsi um ungu rógvararnir, sum vunnu við Knørri fyri tveimum árum síðani, og sum skuldu mannað Ormin árið eftir. Men hesir ungu menn sluppu ikki at mennast saman, ti nú komu menn av Klaksvíkingi umborð, og aðrir máttu í land.

Klaksvíkingur hevði tamarhald á róðrinum allan teinin og við góðum endaspurti. (Mynd Hvannrók)
Klaksvíkingur við sigursteypinum á varmakeldu. Teir eru knáir, má sigart. (Mynd Hvannrók)

Eg skilji ikki menningarpolitikkin í bláa felagnum, tí um ungu rógvararnir umborð á Knørri sluppu at mennast umborð Orminum, og teir “eldru” umborð á Klaksvíking heldur mannaðu gamla Klaksvíking og bjóðaði nýggja Klaksvíkingi av, so róðu kanska fimm 10-mannafør á varmakeldu. Eisini løgi at síggja bæði á ólavsøku í fjør og nú umborð á Orminum, at menn sita í sama búna, sum hoyrir til Klaksvíking. Ja, so sita eldri menn umborð á Knørri, meðan ungir menn í felagnum flyta út á Argir at rógva við Árnfirðing. Sum eg skilji, gekk okkurt samskifti galið í vár.

10-mannaførini somu raðfylgja á varmakeldu sum á hinum stevnunum. Á varmakeldu fekk Klaksvíkingur góðan start og helt frástøðuna allan teinin til serliga til Ormin, sum uttan iva enn hevur møguleika at vinna á Klaksvíkingi. Teir rógva væl umborð á Orminum við bulinum frá Klaksvíkini umborð. Tað sýnist ikki, at Drekin Reyði og Havnarbáturin gera nakað við Klaksvíking og Ormin seinastu triggjar róðrarnar. (Vagnur)


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>