
Stúrsaði við at síggja Boga Andreasen býráðslim í fjølmiðlunum siga, at hann kundi yngst sær at flutt standmyndina av Nólsoyar Pálli, tí hon tekur ov nógv pláss og passar ikki í umhvørvið. Plássið var betri farið til sitipláss, tjøld og annað, sigur Bogi. Vakra standmyndin, har Nólsoyar Páll starir spelkin suður í hav, meðan tjóðfuglur okkara omanfyri jakstrar rovfuglin, er væl úr hondum greidd og er frálíkt handverk frá listamanninum Hans Paula Olsen. Tíbetur hevur listamaðurin longu givið til kennar og sagt, at standmyndin stendur allar best í Vágsbotni. Tað kemur ovart á meg og onnur, um Bogi fær undirtøku í býráðnum at flyta standmyndina og serliga ímóti viljanum hjá sjálvum listamanninum. Trupulleikin í býráðnum er, at flestu býráðslimirnir eru ikki uppvaksnir í Havn, tí sýnast kenslurnar kaldar í fleira málum. Hjartað fylgir ikki við. Vit sóu tað í málinum um Skansan, oyðileggingina á Sundi og nú standmyndina av Nólsoyar Pálli. Hjá fleiri av hesum fólkum snýr alt seg um pengar og so upp á tindin við náttúruni og vøkrum umhvørvi. Sjálvandi skal standmyndin ikki flytast úr Vágsbotni. Nøkur orð um Nólsoyar Páll niðanfyri.
Umframt at Nólsoyar Páll er kendasti táttayrkjari okkara og hevði frálíkar skaldagávur, so hevði størri týdning, at hann av eftirtíðini verður mettur sum maðurin, sum byrjaði føroyska tjóðskaparstríðið við atfinning síni móti donskum embætismannavaldi í Føroyum. Páll Pálsson Nolsøe vanliga nevndur Nólsoyar Páll varð borin í heim í Nólsoy í 1766 sonur Páll í Garði og Súsonnu Djónadóttur.

Tað verður sagt, at Nólsoyar Páll lærdi at lesa og skriva hjá ungum nólsoyingi, sum var latínskúlalærdur. Páll kom í læru hjá fútanum í Havn, men her støðaðist hann tó ikki leingi, hugurin stóð til sjógvin. Páll lærdi sjómanskunnleika og siglingarfrøði hjá Mads Winther bókhaldara við Kongliga handilin, men so fór hann til stroks út í verðina. Í nøkur ár sigldi hann úti og kom víða um, men lítið vita vit um lív hansara hesi árini.
Í 1797 kermur Páll heim aftur, og nú byrjar av álvara stríð hansara móti einahandlinum og donsku embætismonnunum. Páll giftist gentu úr heimbygdini, men hon doyr longu ár 1800, og árið eftir giftist hann uppaftur við gentu av Norðoyri. Í 1804 keypir hann strandað skip á sølutingi í Suðuroy og úr leivdunum byggir hann á Fløtuni Fríðu í Vági saman við øðrum fyrsta deksfar í nýggjari tíð “Royndina Fríðu”.
Næstu árini siglir hann við farmi millum Danmark og Føroyar. Hetta eru ófriðartíðir, tí kríggj er millum Bretland og Danmark. Á einum av hesum ferðum verður Royndin Fríða tikin av bretum og ferst. Páll leitar tá til London við kravi um at fáa nýtt skip. Hann fær játtandi svar, men á ferðini til Føroya við nýggja skipinum hvørvur Páll og spurdist ikki aftur. Hetta var í 1809.
Fyri tveimum árum síðani las eg á Facebook háðandi og spottandi um Nólsoyar Páll og av standmyndini í Vágsbotni. Eg hugsi mangan, hví hesir persónar hava ilt í “reyvini” av standmyndini og Nólsoyar Pálli. Er tað tí, at Nólsoyar Páll var tjóðskaparmaður, og at hann slóðaði fyri, at danir góvust við einahandlinum. Donsku embætisfólkini í Føroyum vóru ikki Guðs bestu børn, og vit vita, hvussu gekst føroyingum at fáa egið merkið, sleppa at undirvísa á føroysku máli, og at føroyska málið slapp inn um kirkjunnar gátt.
Eingin ivi er um, at Nólsoyar Páll var undangongumaður, og tað er júst slíkar persónar lítil tjóð sum Føroyar hava brúk fyri. Tað lystir meg at vita, hví persónar brúka orku og tíð at háða og spotta Nólsoyar Páll og nú ætla at flyta standmyndina úr Vágsbotni. Eg eri heilt vísir í, at Bogi fær ikki Tjóðveldi ikki at flyta standmyndina av Nólsoyar Pálli úr Vágsbotni. Listamaðurin er ímóti at flyta standmyndina, og hann hevur júst evnað hana at standa í Vágsbotni. Og hansara grundgeving vigar tyngst. Vil Bogi hava fleri sitipláss í Vágsbotni, so er at taka burtur nøkur av parkeringsplássunum skamt frá standmyndini. (Vagnur)