Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

1. november í fjør yvirtók Landsverk asfaltverkið á Sundi

$
0
0
Betri karmarar til vinnuna, men tað skal valdast. Hvat við vøkru náttúruni á Sundi. Myndin er tað, sum borgarstjórin og hini á Vaglinum lovprísa og arbeiða fyri. (Mynd Vagnur)

Borgarstjórin í Havn er sperd í málinum um grótið á Sundi, tí í útvaprium á middegi hósdagin lovar hon nú kalbaksfólki gull og grønar skógir. Millum annað nevndi hon eina ítróttahøll í Kalbak og fleiri bústaðir, men trúgv mær, har kemur eingin ítróttahøll í Kalbak. Tá tað snýr seg um trúvirði og álit, so nyttar ikki skjóta fyrst og spyrja aftaná, tí borgarstjórin og harvið samgongan á Vaglinum hava so dyggiliga traðkað kalabaksfólk og onnur yvir tærnar um grótið á Sundi. Borgarstjórin eigur at vita, at slíkt djúpt sár verður ikki legt við fáum orðum í útvarpinum. Borgarstjórin hevði góðan møguleika at ganga kalbaksfólki á møti, men hon gjørdi tað ikki. Hon undirskrivaði sáttmálan um grótið 27. apríl. Kalbaksfólk mótmæltu eisini harðliga seinast í 1980-árunum, tá havnalagið var bygt á Sundi, men tey á Vaglinum lurtaðu heldur ikki tá. Hvussu skulu tá kalbaksfólk og onnur taka borgarstjóran fyri fult? Sagt var seinast í 1980-árunum, at Havnin skríggjaði eftir fleiri metrum av bryggikanti, so farmur av ymsu slag kundi uppskipast á Sundi. Men har kom eingin farmur upp á land í 35 ár, tí havnalagið, sum tá kostaði 50 milliónir krónur, kundi ikki brúkast vegna og nógvan súgv ið bryggikantin. Nú hevur Landsverk yvirtikið asfaltvirkið. Eg vildi meint, at tað er landið og ikki Tórshavnar kommuna, sum skal útvegað grundøkið til stórt asfaltvirkið, sum heldur átti at staðið í onkrum grótbroti. Slagorðið hjá borgarstjóranum og samgonguni á Vaglinum er “Vinnan betri karmar”, men tað skal valdast. Veikleikin hjá flestu býráðslimum er, at hjartað slett ikki er við í nógvum málum. Skansin var eitt dømi, Sund annað dømi og nú standmyndin av Nólsoyar Pálli í Vágsbotni. (Vagnur)


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>