Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Róðrarnir í Miðvági vóru væl avgreiddir – tríggir nýggir vinnarar

$
0
0
Serliga Drekin reyði gav Orminum skarpan gang fram ímóti málinum. Klaksvíkingur megnaðu ikki at fylgja við. Ormurin fer eisini at vinna á ólavsøku. (Mynd Vagnur)

Tá veðurgudarnir spáddu um eitt sindur av mótvindu á vestanstevnu í Miðvági, so gjørdust róðrarnir ikki endurtøka av róðrunum á fjarðastevnu, har summir manningar slett ikki dugdu at rógva í undanalduni. Fyri róðurin á vestanstevnu høvdu vit havt fimm róðrar við undanvindi, og fyri mær var púra greitt, at var mótvindur á vestanstevnu, fingu vit at síggja nøkur øðrvísi úrslit. Og so var. Tað sýnist, sum lættar manningar klára seg betur í undanvindi, meðan í mótvindi liggur meira eftir hjá teimum kropssterku rógvarunum við seigum tøkum, og hetta sást eisini á vestanstevnu. Men fyrst til Kringvarp Føroya, sum vegna tekniskt brek vístu okkum nakrar frálíkar mynd tiknar av landi.

Eitt listarverk í allar mátar. (Mynd Hvannrók)

Beint fyri, at 5-mannaførini við kvinnum skuldi rógva, mistu vit samband við Kringvarpið, men hetta kom ikki at bila, tí harafturímóti vóru myndir tiknar av landi, har vit sóu róðrarnar frá øðrum vinkli. Sóu bátarnir liggja til start við grótkastið og hoyrdu dómaran leggja bátarnar. Tá bátarnir komu longur inn, var “sumað” nærri bátunum, har vit sóu vakrar serligar róðrarmyndir, sum ikki eru sæddar áður. Frálíkt avrik.

Stakkals Sølmundur við kvinnum. Fyrst gekk av skriðu á fjarðastevnu, og so bara sentimetrar fá sigrinum í Miðvági. (Mynd Hvannrók)

Á norðoyastevnu í mai mánað talaði einki fyri, at vit fingu nógvar spennandi róðrar í summar, tí har var bara spenningur í 8-mannafarsróðrinum. Men í fleiri róðrum er nógv broytt, og tað kunnu vit fegnast um. Áðrenn nakrar viðmerkingar um róðrarnar, so tøkk til Kringvarpið at tey megnaðu at fáa so góðar myndir tiknar av landi, meðan frásøgumaðurin greiddi okkum frá í fartelefon. Hetta riggaði avbera væl, tí vit fingu jú eisini myndirnar frá málbilunum, tá bátarnir nærkaðust málinum. Róðrarnir í Miðvági vóru væl úr hondum greiddir við einum umstarti.

Barnaróðurin við gentum er vorðin javnari frammi í oddinum, men tó við Ingibjørg á fyrsta plássi. (Mynd Hvannrók)
Ingibjørg barnaróður gentur eru ósigraðar í summar. (Mynd Hvannrók)

Fara vit fyrst til barnaróðurin gentur, so sýnist, sum genturnar umborð á Ingibjørg eru so mikið stinnar, at tær vinna eisini á ólavsøku. Umborð sita eisini gentur, sum kappaðust um danska meistaraheiti í inniróðri, har tvær gullheiðursmerki komu í Álaker. Í barnaróðri skulu vit minnast til, at aldursmunurin er stórur, tí gerst frástøðan eisini stór millum teir fyrstu bátarnar við eldri rógvarum, og so mangan yngri rógvarum longri aftur í feltinum.

Ingibjørg barnaróður fáa her handa heiðursmerkini í Mìðvági. (Mynd Hvannrók)

Ingibjørg við dreingjum kom ósigrað til Miðvágs, har teir í flestu róðrum vunnu tryggan sigur. Men í Miðvági var um reppið, at sigurin fór til Tvøroyrar, tí Ingibjørg og Firildur fóru mestsum javnir um málið. Tey á Tvøroyri hava góðar ungdómsmanningar, sum veruliga bjóða av. Spennandi, hvussu fer at gangast á ólavsøku, tí eg veit, at kapping er eisini umborð á Ingibjørg við dreingjum og gentum um ikki at tapa róður í summar. Genturnar mugu sigast at vera meira tryggar enn dreingirnir.

Jarnbardur kvinnur eldri rógva væl og vinna tryggan sigur. (Mynd Hvannrók)
Gonguólvur kvinnur eldri kappaðust um annað plássið við Fortunu, sum Gongurólvur vann. (Mynd Hvannrók)

Síðani róðu eldru kvinnurnar umborð á Jarnbardi, Gongurólvi og Fortunu. Jarnbardur er mannaður við kvinnum frá nógvu gullárunum, og tær eru stinnar. Tó sást í Miðvági, at høvdu tær umborð á Gongurólvi róð eins væl fyrstu 500 metrarnar sum seinnu 500 metrarnar, so gjørdist munur nógv minni.

Drekagentur drógu knappligar frá Firvaldi, sum fekk betra startin. (Mynd Hvannók)
Tær umborð á Drekanum hava bíðað leingi eftir sigrinum. Og tær vunnu tryggan sigur. (Mynd Hvannrók)

Sum HR maður ynskti eg sjálvandi, at Drekin við gentum kundi geva Firvaldi meira kapping, men tað lá ikki í luftina, at hetta fór at eydnast. Tær umborð á Firvaldi rógva væl og hava gjørt tað bæði í ár og í fjør. Vit vónaðu, at tað kundi gerast øðrvísi í mótvindinum, og tað gjørdi tað. Drekin hekk í Firvaldi fyrst í róðrinum, har Firvaldi legði seg á odda, men so kom Drekin grøvandi, og áðrenn vit vistu av, dró Drekin frá Firvaldi og vann tryggan róður. So nógv kann broytast frá róðri til róður, tá veðurgudarnir eru við í róðrarspælinum. Eingin ivi er um, at Firvaldur fer at leggja nógv fyri ólavsøku, og tað fara tær umborð á Drekanum sjálvandi eisini at gera.

Kvinnurnar umborð á Rádna við steypinum. Tær eru stinnar, men tað eru tær umborð  Sølmundi eisini. (Mynd Hvannrók)

Eg havi sjáldan sæð so góðar livandi myndir av tveimum kappróðrarbátum, sum tá 6-mannaførini við kvinnum Rádni og Sølmundur stríddust um fyrsta plássið í Miðvági. Bátarnir fóru stavn um stavn allan teinin, har bátarnir skiftust um fyrsta plássið. Tað sýntist, sum at Sølmundur tvey hundrað metrar frá málinum fór at vinna á Rádna, men so kom ein “deyðløta” hjá Sølmundi, har Rádni dró frá. Men Sølmundur kom aftur beint frá málinum og gjørdist nakrar sentimetrar ov stuttur. Fyri okkum, sum vilja varðveita spenningin, var hetta keðiligt, tí nú hevur Rádni longu vunnið meistaraheitið.

Dreingjaróðurin var heilt serligur, tí Sílið vann tryggan sigur á fjarðastevnu, har Fípan Fagra gjørdist nummar trý. Og alt talaði fyri, at Sílið aftur fór við sigrinum, tí í Miðvági løgdu teir seg klárt á odda við eini bátslongd. Men tað sást seinastu tvey hundrað metrarnar, at seigu longu kraftigu tøkini umborð Fípuni Føgru munaðu betri, enn tey heldur styttri umborð á Sílinum. Síladreingirnir sýntust at vanta orka fram ímóti málinum, har Fípan Fagra vann tryggan róður. Altíð áhugavert at síggja dreingjamanningarnar rógva.

Her er Sílið trygt á odda, men so….
kemur Fípan Fagra grøvandi við longum seigum tøkum. (Mynd Hvannrók)
Teir rógva bara so væl umborð á Fípuni Føgru, Teir vunnu tryggan endaspurt í Miðvági. (Mynd Hvannrók)

Á norðoyastevnu talaði einki fyri, at Sundabáturin í summar fór gera nakað við Hvessing, sum vann tryggan sigur á norðoyastevnu. Men vit fingu eisini at vita, at teir umborð á Sundabátinum vóru menn ikki í nóg góðari venjing, men hetta má sigast at vera broytt nú næstan tveir mánaðir seinni. Umborð á Sundabátinum er øgilig styrki, og teir rógva væl, so teir eru eisini favorittar at vinna á ólavsøku.

Manningin á Sundabátinum fær her handa steyp og heiðursmerki í Miðvági:(Mynd Hvannrók)

Ikki lætt at finna útav Erlu kongsdóttir við kvinnum, tí einki sá út á norðoyastevnu, har alt talaði fyri, at Jallurin fór at vinna allar róðrarnar í summar. Drekin er viknarður, meðan Sílið við fyrrverandi stjørnum umborð vann sær bronsumerkini. Tað var júst í kvinnuróðrinum, at vit mistu samband við kringvarpsbátin og bara sóu góðar myndir tiknar av landi. Men vit vistu ikki, hvør bátur var fyrstur, tí har var einki ljóð. Men so komu málmyndirnar, og har var øgiligir dystur millum Erlu kongsdóttir og Jallin, har Erla kongsdóttir vann endaspurtin.

Tær umborð á Erlu kongsdóttir við kvinnnum knógvaðu Jallinum í endaspurtinum. Her fáa tær heiðursmerkini. (Mynd Hvannrók)

Argjabáturin legði seg á odda beinanvegin og helt hesa leiðslu allan vegin. Tú satst og bíðaði eftir endaspurtinum frá Tofta Regini, sum ikki fekk góðan start og var nakað aftanfyri. Men góði endaspurturin hjálpti einki, tí Argjabáturin var ov stinnur og vann sær tryggan uppibornan sigur. Áhugavert at hugsa sær, at Argja Róðrarfelag megnar at manna Drekan reyða, sum bleiv nummar tvey og so Argjabátin, sum vann í Miðvági. Hetta er vala arbeiði í felagnum.

Hesaferð eydnaðist ikki Tofra Regina á vinna endaspurtin. Argjabáturin vildi nakað annað. (Mynd Hvannrók)
Argjabáturin vann á norðoyastevnu, og nú vunnu teir so aftur. Her fáa teir heiðursmerkini í Miðvági. (Mynd Hvannrók)

Nú mugu teir umborð á Orminum halda mær til góðar, tí tað er við blandaðu kenslum, at eg síggi bláan bátin vinnu. Umborð sita nakrir av bestu rógvarum í Føroyum, men her er framvegis nakað, sum skurrar í mínum róðrarhøvdi, ti eg síggi alla tíðina fyri mær ungu rógvararnar, sum vunnu við Knørri á ólavsøku 2015. Nú skuldu teir allir fáa møguleikan umborð á Orminum, men tað fingu allir ikki. Heini Hátun og teir, sum eru av bestu rógvarum í Føroyum, duga hetta at savna saman góða manning. Hetta hava teir gjørt fleiri ferðir áður.

Teir umborð á Orminum fáa handa heiðursmerki, og uttan iva vinnur báturin eisini á ólavsøku. (Mynd Hvannrók)

Teir gjørdu tað í 2008, tá Havnarbáturin vann meistaraheitið. Men hetta var konstnaðarmikið meistaraheitið felagið í Álakeri, tí eingin rógvari, sum róði við Havnarbátinum í 2008, sást nakrantíð aftur í felagnum. Teir høvdu jú einki samband við felagið. Í 2008 var Havnarbáturin eftir fyrsta róðurin á norðoyastevnu skiftir út við Klaksvíking, sum teir fingu til Havnar. Hetta førdi til, at Havnarbáturin var ikki mannaður í trý ár, tí hann var komin í ringt orð.

Tá tað er sagt, so má sigast at vera dygd av Heina og teimum at duga kynstrið at fáa sett saman eina góða manning. Jannie Dam Jacobsen dugur eisini hetta kynstrið at finna røttu rógvaranar til serliga Jarnbard øll gullárini. Teir rógva væl umboð á Ormurin, og báturin vinnur uttan iva eisini á ólavsøku, tí tað sýnist, sum Klaksvíkingur hevur mist nakað av flognum, men so er tað Drekin reyði, sum uttan iva kann geva Orminum skarpan gang í ólavsøku. Havnarbáturin stendur seg ikki í kappingini. Fyri róðrarnar í Miðvági tosaði eg við rógvara, sum áður róði við Eysturoyingi. Hann segði mær, at tá hann sá veðurtíðindunum, var hann vísur í, at Ormurin fór at vinna í Miðvági. Vit tungu og sterku manningini kemur Ormurin at vinna í mótvindinum, segði maðurin, og so var. (Vagnur)


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082