Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Úr myndasavninum – Nøkur serlig minni um róðrarmynd frá 1966

$
0
0
Ørvur 1966. Aftast frá vinstru Trygvi Bech, Einar Jacobsen, Jákup (á Lag) Jacobsen, Hjørleif Kürberg, Wilhelm Andreasen og Kristian Winthereig og Wilhelm Andreasen. Fremst frá vinstru: Zacharias Davidsen, Heðin Mortensen og Jóhan Carl Dam.

Árini 1965-1968 var Martin Kürberg formaðurin í Havnar Róðrarfelag, og tað var júst um tað mundið, tá eg kom nógv oman í neystið í Álakeri. Martin var bersøgin maður, tók mangan rívan til og hoyrdist, hvar hann var. Eg kendi væl Marin, tí hann hevði lastbil og koyrdi mangan seyð frá mjólkabátunum niðan í Smæruna, har pápi mín arbeiddi. Martin koyrdi eisini postsekkirnar frá bátunum og niðan á posthúsið á Vaglinum. Sum trettan ára gamal stýrdi eg Sílinum í 1963 og kom eisini at stýra Ørvi í nakrar mánaðir í 1966. Hugurin at stýra var ikki nakað serligur, tí nú var eg vorðin so bitin av hondbólti, sum tá var summarítróttur.

Martin Kürberg blakaði manning til hús og mannaði sjálvur Ørv at rógva restina av árinum.

Manningin umborð á Ørvi var einki at reypa av, og mangan var nógv kegl umborð, tí menn vóru so ósamdir. Tá so úrslitini ikki gingu eftir vild, kom Martin eitt kvøldið oman í neystið og segði, at nú sluppu menn ikki longur at rógva við Ørvi, tí stríðsviljin og hugurin at rógva var ikki nóg góður. Nú skuldi Martin sjálvur manna Ørv at rógva á vestanstevnu og á ólavsøku, so Ørvur koma longur fram í oddin. Menn stóðu sum kánust, men sjálvur var eg ikki keddur, tí eg hevði nóg mikið í hondbóltinum.

Síðani komu menninir á myndini omanfyri umborð á Ørv, og frá fyrsta degi bragdaði. Minnist í hvørfall, at teir vunnu á vestanstevnu í Sørvági og á ólavsøku. Á myndini síggjast umframt stóru steypini eisini nýggju smá steyp. Kjartan Mohr stjóri á Tórshavnar Skipasmiðju var góður við Havnar Róðrarfelag, og hann stakk hondina djúpt í lumman hetta árið, tí fyri fyrstu ferð fekk hvør rógvari steyp fyri at vinna á ólavsøku.

Róðrarbúnin í 1966 var hvít skjúrta við uppbrotnum ermum og HR merkinum í bringuni, terlenbuksur og svartaskógvar. Eg kendi allar hesar menn, og fleiri róðu seinni við Havnarbátinum. Tveir eru farnir Jákup (á Lag) Jacobsen og Kristian Winthereig. Ja, so gingu góð tretivu ár, áðrenn eg kom aftur í Álakeri, og tað var av tilvild í 1996. Hevði verið á floti, tá manning á Havnarbátinum suðuri í fjørðinum veittraði til mín um at stima við Havnar bátinum inneftir. Henda løtan førdi til, at eg í nógv ár koma at stima við Havnarbátinum og øðrum bátum. Nógv eru góðu róðrarminni hesi árini, og í 2017 eru góðu minnini ikki færri.

Uppískoyti: Eftir at greinin er skrivað, havi eg verið og hugt í hagtølunum hjá Krinvarpinum, og har síggi eg, at Ørvur kláraði seg hampuliga væl, áðrenn manningin var send til hús. Á norðoyastevnu í 1966 bleiv Ørvur nummar trý, á Skálafjarðarstevnu nummar tvey og á jóansøku nummar tvey, men hetta helt Martin ikki var nóg gott. Á varmakeldu róðu Ørvur ikki, men so róði nýggja manningin á vestanstevnu og á ólavsøku og vann báðar róðrarnar.  vagnur)

 

 


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>