
Fyrr í vikuni kom eg fram við gamla neystinum hjá Róðrarfelagnum Knørri á “Lágikai”, og har sá eg blátt 10-mannafar á bátavogni. Eg fór úr bilinum og yvirímóti 10-mannafarinum, og har stóð millum annað Svein Rógvi Nielsen, sum rør við Orminum, við stórum smíli. – Sært tú nakað serligt við hesum báti, segði Rógvi við meg, men eg sá einki undrunarvert uttan tað, at báturin var bláur, og at ein ár frá Klaksvíkingi var í bátinum. Báturin var tó illa hildin, áraskeytar og tollar slitnir, og báturin var skitin innan. So eg gav upp at gita, men síðani fekk eg søguna.

Manningin umborð á Orminum høvdu júst sett bátin í neystið, sum teir róðu við á ólavsøku í fjør og fyrstu stevnurnar í ár. Talan var um ein gamlan Eysturoying ein av fyrstu 10-mannaførunum, Sámal Hansen smíðaði. Haldi teir nevndu 1998. Eg fekk vita, at manningin umborð á Orminum var tung, og tá so Ormurin stingur djúpt, so taptu teir serliga endaspurtin ímóti ungu meira lættari rógvarunum umborð á Klaksvíkingi. Nú skuldi nýggjari Ormurin eisini róptur Kongurin úr neystinum og roynast, meðan gamli “Eysturoyingur” fór í neystið á Lágukai. Teir søgdu okkurt um nakrar uppmátingar, sum vóru gjørdar og søgdu, at báturin á vogninum fór at bera manningina betur.

Hesa løtuna skemtaðust við eitt sindur, og eg segði teimum, at eg einki fór at skriva um bátaskiftið, men vunnu teir á fjarastevnuni, so var yvirskriftin klár. Og segði teimum júst yvirskiftina, sum er at lesa oman: Umborð á Orminum skiftu teir bát og vunnu á fjarðastevnu. Og tað var júst tað, teir gjørdu á fjarðastevnu. Til tess at vera vísur í, at teir skiftu bátin, tók eg mynd av Orminum/Konginum, sum stendur í neystinum á Lágukai. Eg havi verið niðri og hugt, og har stendur ikki Ormurin, sum teir fóru avstað við á vogninum. Góð róðrartelving, má sigast.


Annars vóru róðrarnir heilt serligir á fjarðastevnu, har veðrið og serliga undanvindurin gav nógvum manningum heilt stórar trupulleikar. Genturóðurin var bara eitt dømi, har Fivaldur leyp aftast og vann tryggan róður. Keðiligt at síggja 6-mannaførini við kvinnum, har Sølmundur aftur misti eina bátslongd í startinum og tapti so stórt fyri Rádna sum ongantíð áður. Meðan tær umborð á Rádni megnaðu heilt væl at rógva uppi á alduni, sýntist Sølmundur harafturímóti at hanga fastur í aldunum. Har var einki at gera.


Hetta sást eisini, tí dreingjabátarnir róðu. Vit sóu Fípuna Føgru missa heila bátslongd í fáum tøkum, meðan Sílið fór skreiðandi eftir aldunum inn eftir við góðum tøkum. Hetta sóu vit eisini, tá 6-mannaførini við monnum róðu, har Fortuna, Hvessingur og Sundabáturin vóru mest sum javnar. Men so steðgaði Hvessingur mest sum upp í eini aldu og misti heila bátslong í fáum tøkum. 8-mannafars róðurin var spennandi, har Argjabáturin sá út at fara at vinna, men mátti lúta fyri Tofta Regini í endaspurtinum.


Tær umborð á Jallinum sýntust eisini at duga best at brúka viðalduna, og tað sama gjørdi manningin umborð á Orminum, sum vann tryggan sigur. Teir løgdu hart út og hildu trygga leiðslu allan vegin. Nú eru fimm FM-róðrar avgreiddir, og vit hava havt undanvind meir og minni allar fimm stevnurnar. í dag sóu vit, hvussu týdingarmikið er at duga at rógva í viðaldu. Úrsltini tala fyri seg. Fara vit aftur til 10-mannaførini, so skal Róðrarsambandið geva loyvi, um felag kann skifta bát í róðrarárinum, og tað rokni eg sjálvandi við, at teir umborð á Orminum hava gjørt. (Vagnur)









