Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Annika V. Dalsgarð er fyrsta forkvinna í Róðrarsambandinum

$
0
0
Annika dámar væl at vera forkvinna í Róðrarsambandinum. (Mynd Vagnur)

Onkur kundi spurt, hvat fær eina kvinnu at gerast forkvinna í Róðrarsambandinum, sum mest er ein mansverð, og sum nógvu árini hevur havt trupulleikar at fáa avgreitt allar róðrarnar í árinum á nóg góðan hátt. Eg havi hitt Anniku, og tað var ikki ein strongd forkvinna men heldur blíðskortað og fyrikomandi forkvinna, eg hitti í vikuni.

Og forkvinnan trívist væl í RSF, og hon hevur nógv upp á hjartað bæði í føroyskum og altjóða kappróðri. Annika byrjaði sum fjúrtan ára gomul at rógva í Vestmanna, har hon er uppvaksin. – Eg trívist væl sum forkvinna í RSF, sigur Annika, og  sigur soleiðis:

– 14 ára gomul kom eg at stýra Havfrúnni, sum var mannað við eldri rógvarum enn eg. Hetta var í 1989, og árið eftir mannaðu vit Fortunu og róði við bátinum í nøkur ár, til eg fór til Havnar at ganga í skúla. Í 1991 var eg hálvt ár í húsplássi í Danmark og róði í Skive roklub, har vit millum annað róðu kapp í Ålborg.

Í 1996 og 1998 róði eg við Sílinum og Drekanum, men í 1997 fór eg uttanlands í lestrarørindum og var í praktik í Føroyum, og tí kundi eg eisini rógva í 1998. Í januar mánað í 2012  tók eg og Jeanette, sum er vinkona mín, stig at manna Gongurólv, sum vit flotaðu flaggdagin 25. apríl. Eg kom beinanvegin at hjálpa við ymsum í neystinum og var eisini tiltakslimur í nevndini í tvey ár. Millum annað hjálpti eg at halda skil á klæðum og hjápti eisini at venja barnmanning.

Her flota Annika og tær Gongurólv 25. apríl 2012. Annika nærmast til vinstru. (Mynd Vagnur)

– Kappróður stingur djúpt í okkara familju, tí pápa mín Theodor Vilhelmsen róði fyrst við Sílinum og Ørvi og seinni við Vestmenningi. Vit eru seks systkin, og fimm av okkum hava róð og ein beiggi okkara hjálpti til í kappróðri, har hann millum annað stimaði við bátum. Maðurin mín Magni Dalsgarð hevur róð við bátum úti á Argjum, og tá hann er heima, tekur hann hond í við millum annað ódnartøkum og hjálpir barnamanningum. Næsta ættarlið tekur eisini við, tí dóttir mín rør við Ingibjørg barnaróður, sigur Annika.

Annika er her til arbeiðis, tá ódnartøkini í Havn vóru rógvin. (Mynd Vagnur)

Tað var nevndin í Havnar Róðrarfelag, sum bað Anniku fara í  nevndina í Róðrarsambandinum, og tað kom óvart á nógv róðrarfólk, at nú skuldi ein kvinna knappliga vera forkvinna í RSF, sum altið hevði verið ein mansverð. Hvat vita kvinnur um startir, hanafót, brumbátar, boyur og alt, sum hevur við FM-róðrarnar at gera? Annika sigur:

– Eg kom í nevndina í RSF í 2016, har eg gjørdist næstforkvinna. Skjótt fann eg út av, hvussu lítið innlit einstaki rógvarin kring landið hevur, hvat gongur fyri seg i Róðrarsambandinum. Hvussu nógv arbeiði, og hvussu nógv atlit skal takast til alt møguligt, tá FM-róðrar skulu fyrireikast og avgreiðast..

– Eftir ólavsøku í 2016 segði táverandi formaðurin formanssessin frá sær, og 14. september 2016 var eg á eykaaðalfundi vald til forkvinnu, og tað havi eg ikki angra. Nógv er sjálvandi at seta seg inn í, men tú gert einki einsamøll, og eg havi góð fólk aftrat bæði í nevndini og øll tey nógvu fólkini, sum arbeiða út í markini kring landið. Fyrireikarar á staðnum, dómarar og onnur hjálparfólk.

– Eg minnist, tá eg var á fyrsta fyrireikingarfundi til eina stevnu. Eg gjørdist bilsin um nógvu orðini í sambandi við startirnar og annað í kappróðri, sum eg mest sum ikki kendi til. Annars fylgi eg væl við, hvat fer fram í kjakinum millum manna, og har sæst eisini, at einstaki rógvarin ikki veit, hvat ber til og ikki ber til.

– Tildømis var nevnt í sambandi við útsettu róðrarnar Hósvík, at vit kundu bara flyta róðrarnar á annað stað, tí har var veðrið betri. Men tað ber snøkt sagt ikki til. Alibátarnir, sum halda startinum, eru bara eitt dømi. Koma teru úr øki í annað øki, skulu bátarnir søttreinsast hvørja ferð, og til hetta arbeiði kunnu skjótt ganga seks tímar. Og so skulu vit minnast til, at fara róðrarnir fram mitt í viku, so renna vit okkum fleiri slíkar trupulleikar. Eisini skulu vit hugsa um ferðaætlanir og serliga til Suðuroyar, sigur Annika.

Vit stremba alla tíðina til tess at gera alt betri í kappróðrinum, sigur Annika. (Mynd Hvannrók)

Nú hevur Annika skjótt verið forkvinna í RSF í eitt ár, og róðrarnir eru allir ikki nóg væl avgreiddir, og millum annað havi eg sjálvur funnist at ymsum, sum kundi verið gjørt nógv betur. Hvat sigur forkvinnan í RSF um hetta:

– Arbeiðið í RSF er spennandi arbeiði, men tú skalt tíma og brenna fyri arbeiðinum, og tað er tíðarkrevjandi og ólønt. Tú skalt eisini finna teg í, at fólk ringja allar tíðir á døgninum. Vit í nevndini hava annars sett okkum fyri at gera ymsar broytingar í lógarverkinum, so føroyskur kappróður fylgir tíðini.

– Alt kann gerast betur, men tú veitst ongantíð, hvørjir trupulleikar uppstanda í seinastu løtu. Eitt er veðrið, men so at tildømis ein bátur siglur á startin í Fuglafirði, so róðrar vera seinkaðir.

Eitt er føroyski kappróðurin, men føroyingar klára seg eisini heilt væl í altjóða inniróðri. Og RSF eisini partur í hesum, sigur Annika.

– Eg kann enda at siga, at eg sum forkvinna í Róðrarsambandinum eri einki uttan eina góða nevnd. Tú gerst einki einsamøll. Vit hava frálíkt samstarv við feløgini kring landið, og føroyskur kappróður kann slett ikki vera fyrireikarar á staðnum og hjálparfólk kring landið fyri uttan, tí uttan tey, er eingin kappróður.

– Og skalt tú vera forkvinna í RSF, so krevst eisini gott bakland heima við hús, og baklandið havi eg, sigur Annika at enda. Annika segði mær eisini um inniróðurin og ódnartøkini, sum RSF eisini er vorðin partur í. Eisini fekk eg at vita ymist um altjóða norðurlendsk samstarv. (Vagnur)

 

 

 

 

 

 


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082