
Tá tú spyrt fólk, nær føroyskur kappróður fekk fastan start, so minnast fólk ikki væl. Setti mær fyri ein dagin at finna út av, nær vit fingu fyrsta fasta startin. Tvey árstøl eru at heinta og nevnd. Til ólavsøkuróðurin í 1979 tóku teir báðir Petur Nielsen, sáli og Eigil Hansen sáli, stór tøk og gjørdi ein start úr timburplankum, sum vórðu skrúvaðir saman, og starturin lagdur undir Argjahøvda. Men tað var ikki fyrr enn í 1994, at Róðrarsambandið tók stig at fáa fastan start á øllum stevnum. Men fasti starturin fekk ikki góða byrjan.
Ein av teimum, sum er serkønur í fasta startinum er Magni Nielsen, sum í nógv ár hevur lagt út fasta startin á ólavsøku og syrgir fyri startinum í ódnartøkunum. Magna tosaði eg við í 2015 um hetta. – Hasin plankastarturin, tú nevnir, var brúktur líka til 2006. Staturin var tungur at fáast við, tí hann skuldi setast saman sleipast undir Argjaland.

– Veturin 1993/1994 vóru vit nakrir, sum av Róðrarsambandinum vóru bidnir at koma í toymi at útvega fastan start á øllum stevnum. Nógv vóru uppskotini millum annað flótiibrúgvar, men hetta skuldi gerast alt ov kostnaðarmikið. Nógv uppskot vóru uppi og vendu á fundum. Endin var, at vit valdi at brúka línu, sum vit brúka í dag. Munurin er bara, at í 1994 var línan ikki eins sterk, og hon nú er,. tí hon er gjørd úr betri tilfari.
– Fyrsta royndin varð gjørd á bygdastevnuni á Strondum í 1994. Hetta gekk hampuliga væl, men tá vit so skuldu til Klaksvíkar til fyrstu FM-stevnu, gekk ikki væl. Stevnufyrireikingararnir skuldu útvega maskinbátar og aðra útgerð, og hetta ikki var roynt áður, so her haltaði sumt. Millum annað slitnaði endin, tí hann ikki toldi langa spennið. Vit vóru ikki leingi í hesum toymi, tí stevnufyrireikarar hildu, at teir sjálvir kundu standa fyri at leggja út startin, og henda skipan er framvegis galdandi, sigur Magni at enda.

Hyggja vit í søguna hjá fasta startinum, so gekk væl at avgreiða róðrarnar á summum stevnum og minni væl á summum stevnum. Eg helt mangan í míni skriving, at ein veikleiki hjá fasta startinum var, at ikki somu menn løgdu úr startin á øllum stevnum, tí tildømis á sundalagsstevnuni skiftust Hvalvík/Steymnes, Hósvík og Kollafjørður um at fyrireika FM-róður. Hvussu nógva venjing fáa menn at fáast við fasta startin, kanst tú spyrja. Ì 2005 útvegaði Vónin kappróðrinum tveir nýggjar línur úr sterkum tilfari.
Nú skriva vit 2017 og lagnan hjá fasta startinum gjørdi, at bátar nú bara rógva 1000 metrar. Orsøkin er fasti starturin, sum ongantíð kom at rigga nóg væl á opnum havi, og har tú ikki fekst fest startin í land. Tað tók ov langa tíð at flyta startir og fáa avgreitt róðrarnar. Eg haldi, at hetta var spell, og vit funnu ongantíð aðra loysn enn hana við línuni. Onkra “smarta” flótibrúgv, sum ein vestmenningur einaferð vísti mær á, kundi verið endaliga loysnin. Tí verri kastaðu vit handklæðið í ringin, og nú rógva allar bátastøddir 1000 metrar í eini trý ára royndartíð. Spell fyri føroyskan kappróður, haldi eg.
Niðanfyri síggja vit brot úr bókini Drekin, sum Niels Juul Arge gav út í 1982 í sambandi við, at Havnar Róðrarfelag var hálvthundrað ár. (Vagnur)