
Áhugafelagið ólavsøkuróður, sum eru Havnar Róðrarfelag, Róðrarfelagið Knørrur og Argja Róðrarfelag fara í samstarvi við Kringvarpið at royna øðrvísi steypahandan, sum vit millum annað síggja í svimjikappingum og øðrum ítróttagreinum kring knøttin. Áskoðarar, rógvarar og fyrireikarar hava í nógv Harrans ár vitað, at steypahandanin fer við ov nógvari tið, tá hugsað verður um, hvussu stram ólavsøkuskráin er. Summir rógvarar skulu í tímar eftir, teir hava róð, bíða eftir longum røðum og steypahandan á Kongabrúnni.

Hetta vilja fyrireikararnir broyta ella rættari gera eina roynd at broyta, so rógvarar, áskoðarar og hyggjarar kring oyggjarnar og uttanlands fáa eina øðrvísi og betri uppliving. Tað koma steðgir millum róðrarnar, tí manningar skulu skifta bát og hita upp, og tí er møguleiki at fylla hesa tíð út við millum annað steypahandan millum róðrarnar, sum fólk á bryggjuni eisini kunnu sígga á stórskíggja. Talan er ikki um at stytta um nakað sum helst, men at gera tað øðrvís og betri. Nú vera heiðursmerkini so hvørt handað við dráttin eftir hvønn róður, og handinin verður víst í Kringvarpinum.

Einans ein røðu fer fram, og tað er hon hjá løgmanni, tá hann handar Útvaprssteypið og Kolturssteypið. Steypahandanin endar við, at rógvarar og áskoðarar syngja fyrsta ørindi av tjóðsanginum. Spennandi, hvussu alt hetta fer at eydnast, tí vit kunnu øll vera samd um, at steypahandanin tekur alt ov nógv tíð, og serliga, tá vit hugsa um rógvaran, sum mangan er vátur og kaldur eftir róðurin.
Umfram áhugafelagið við teimum trimum róðrarfeløgnum, so er Róðrarsambandið eisini stórur partur í róðrunum ólavsøku og hinum róðrunum kring landið. Tað eru fólk frá RSF, sum taka sær av øllum í málbilinum. Nógv fólk frá RSF eru eisini til arbeiðis í samband við róðrarnar. (Vagnur)