
Tá eg í dag var ørindi í Klaksvík, vildi eg eisini síggja stóru smoltstøðina, Bakkafrost byggir Norðuri á Strond. Og hetta var serligt upplivilsi, tí ikki hevði eg ímyndað mær, at smoltstøðin fer at gerast so stór. Tríggir fótbóltsvallir til støddar, verður sagt, og enn er bert partur av støðini um at vera innilokað. Endamálið er, at smoltið skal vaksa seg størri á landi, áðrenn tað fer á sjógv. Upp til 400-500 gram, tí tá er minni vandi fyri sjúku, og harvið meira kemur undan. Eisini fer hetta at minka um nýtslu av heilivági. Annars er nógv virksemi í Klaksvík eins og aðrastaðni í landinum. Meðan eg stóð og eygleiddi ymist í býnum, kom eg at hugsa um nýggju fiskiveiðulóggávuna og ikki minst Klaksvíkar Sjúkrahús. Skilji væl, at klaksvíkingar verja borg í báðum hesum stórmálum, tí alt snýr seg jú um arbeiðspláss og harvið trivnað í býnum. Sjálvandi vil eingin missa. (Vagnur)

