
Føroysk róðrarsøga er áhugaverd, og nógv lesitilfar og myndir eru at finna ymsastaðni. Á heimasíðuni Drekin.fo brúktu menn í 2003 vikur at skriva inn øll hagtøl aftur til 1973, men nú kanst tú í Kringvarpinum síggja hagtøl aftur til 1960. Á Stavnur.fo eru eisini nógv gomul hagtøl at síggja. Úr hagtølunum kanst tú lesa mangt millum annað, at róð var fyrstu ferð á skálafjarðarstevnu í 1961 og á varmakeldu í 1963. Vildi mett, at myndin omanfyri er frá miðskeiðis í 1960-árunum. Tríggir gulir bátar eru har Eysturoyingur, Sølmundur og Tjaldur. Vit síggja eisini bátarnar úr Vestamanna, og hvítt drekastevnu kemur undan longst burtur. Tá var vanligt, at bátarnar stóðu til framsýningar báðar stevnudagarnar, og nógv fólk gingu millum bátarnar at síggja vøkru kappróðrarbátarnar. Men aftur til hagtølini.

Fyri 1961 vóru stevnurnar fýra í tali, har róð var kapp. Á norðoyastevnu, jóansøku, vestanstevnu og á ólavsøku. Síggi í hagtølunum, at eingin gulur bátur rør í 1960, men í 1961 er 8-mannafarið Sølmundur og Eysturoyingur við allar stevnurnar, meðan Tjaldur rør á skálafjarðarstevnu hetta árið og restandi stevnurnar. Gulu bátarnir gjørdu veruliga um seg hesi árini, og serliga minnist eg dreingirnar umborð á Tjaldrinum, sum vóru róðrarúrmælingar. Minnist, at teir vunnu á ólavsøku í 1961 og 1962, men so vunnu teir allar róðrarnar í 1963 við tryggjari leiðslu. Hetta vóru kropsterkir unglingar í góðari venjing.
Eysturoyingur og Sølmundur stóðu seg eisini væl, tí gula 10-mannafarið vann tríggjar róðrar í 1962 og Sølmundur vann fýra róðrar í 1963. Bara at taka nøkur hagtøl úr rúgvuni, nú vit steðga á við mynd úr Runavík. Vit skulu minnast til, at um hetta mundið, tá myndin er tikin, mugu tildømis bátar úr Havn siglast inn á Skálafjørðin, tí koyrast kundi ikki úr Havn, tí Oyggarvegurin var ikki enn samanbundin. Og bátarnir, sum vit síggja á myndini, fóru heldur ikki heima sama dag, tí rógvarar hildu eisini stevnu. Teir komu leygarmorgun og fóru heim aftur sunnukvøld.
Eg síggi eisini í hagtølunum, at í 1963 var fyrstu ferð róð kapp á varmakeldu, men í hagtølunum sæst, at bátarnir eru ikki so nógvir í tali. Orsøkin er, at varmakeldan var ikki at rokna sum FM-róður fyrstu árini. Seinni skiftust Runavík og Fuglafjørður um at skipa fyri FM-róðrum. Nógv annað er eisini við myndini ovast. Har eru eingin bláir og reyðir bátar, sum nú eru so nógvir í tali. Í 1960-árunum var Argja Róðrarfelag og Róðrarfelag Knørrur ikki til. (Vagnur)