
16. oktober 2012 skrivaði eg grein um kirkjugarðin við Velbastaðvegin. Helt, at tað kundi verið áhugavert at vitað, hvussu nógv fólk vóru grivin síðani 1935, tá fyrsta grøvin var grivin. Gamli kirkjugarðurin á Svínaryggi var vorðin ov lítil í 30-árunum. Vit ungu í 1950-árunum, sum lærdu okkum at svimja í tveimum hyljum í Sandá, gingu mangan framvið kirkjugarðin, har vinarligi Poli í Mattlág tá var gravari. Vit hildu tað vera ótrúliga løgið at gera nýggjan kirkjugarð í 1935 so langt frá miðbýnum og Havnar Kirkju. Nú viðkað tey enn einaferð kirkjugarðin hesaferð oman ímóti Sandá. Eini 6100 fólk og hundrað urnir eru grivin í kirkjugarðin.

Í 2012 var Høgni Krossteig gravari, men er nú farin frá fyri aldur. Hann segði mær tá, at 5546 fólk vóru grivin í kirkjugarðinum og harafturat einar hundrað urnur. Nýggi gravarin eitur Hans Petur Joensen, og hann segði mær herfyri, at nú eru umleið 6100 fólk grivin í kirkjugarðinum. Myndin omanfyri av ensku gravunum er áhugaverd, tí ikki minnist eg hasar lágu garðarnar um gravurnar. Eisini áhugavert at síggja, hvussu lítið er bygt norðanfyri garðin og niðan ímóti Heyggin Mikla. Myndin er uttan iva frá seinast í 1940-árunum.

Høgni segði mær í 2012, at kapellið varð bygt í 1951, men er víðkað seint í 70 -árunum og aftur í 2006. Umframt vanligar gravir, so koma eisini urnir úr útlondum í kirkjugarðin. Tað munnu vera einar 100 urnur grivnar í garðinum, og á hesum økinum er hugburðurin boyttur, tí tað verður gjørt meira og meira burturúr, tá ið urnur koma úr útlondum. Á niðastu myndini síggja vit, hvussu kirkjugarðurin verður viðkaður oman ímóti Sandá. Hetta arbeiðið er byrjað. (Vagnur)