
Tá eg síggi myndina omanfyri, komi eg at hugsa um frálíku bókina Tórshavnar Skipasmiðja 50 ár, sum kom út í 1986, og sum Jógvan Arge skrivaði. Havi mangan hugsað um, hví skipasmiðjan var løgd júst í Sjapholinum, tí har var nakað bratt vestureftir, um skipasmiðjan skuldi byggjast út. Havi lisið onkrastaðni, at einaferð vóru tankar um at byggja skipasmiðju inni í Vágsbotni. Annars fór skipasmíð fram í Álakeri fyrst í 1900-talinum, har Lias í Rættará og Laurits í Mortansstovu høvdu bátahallir og lítla sleipistøð. Tá var talan um deksbátar. Um hetta mundið var Havnin brimpláss, og uttan iva valdu Kjartan Mohr og teir at leggja skipasmiðjuna í Sjarpholinum, tí har var hon best vard fyri veður og vindi. Tógvið stríð var at fáa fatur í sleipistøðini, og stríðið stóðst um, hvørs bedingsvognurin kundi taka skip uppá 800 til 1000 tons ella upp til 600 tons. Hetta snúði seg alt um pening og fígging, tí nógvir partar vóru inni í átakinum millum annað kommunan.

P/F Tórshavnar Skipasmiðja var stovnað 17. august 1936, og endamálini vóru tvey. Annað var at fara undir at byggja skip í Føroyum, og hitt var at fáa eina beding í Havn, sum kundi taka øll føroysk skip upp. Sluppir vóru í Havn og hissini trolarar, og fleiri trolarar vóru í umbúna, men smáu sleipastøðirnar kundu ikki taka størri skipini upp. Tí noyddust summir reiðarar lata skipini fara til umvælingar uttanlands.

Skipasmiðjan fekk samband við Orlogsvæfttið í Danmark um bedingsvogn, sum tað skuldi selja. Vognurin kundi taka 800-1000 tons, men meirilutin í nevndin í Tórshavnar skipasmiðju vildu ikki keypa vognin, sum millum annað Kjartan Mohr brendi fyri. Grundgevingin var, at ov lítið av partapeningi var inngoldin í felagið. Áhugavert at lesa í bókini, hvussu langur vegurin var til tess at fáa fatur í bedingsvogninum, sum bleiv størri vognurin. Kjartan Mohr var treiskur maður og undangongumaðurin, og hann miðjaði alla tíðina eftir størra vonginum.
Arbeiðið at gera sleipistøðina gekk nógv seinni enn ætlað. Tað skuldi vera liðugt á vári 1938, men seinast í desember mánað var klárt at fara til verka. Fyrsta stóra skipið, sum var tikið upp á Tórshavnar Skipasmiðju var trolarin Stella Argus hjá Kimbli í Havn. Vilt tú vita meira um søguna hjá Tórshavnar Skipasmiðju, kanst tú lesa áhugaverda tilfarið í bókini Tórshavnar Skipasmiðja 50 ár, sum kom út í 1986, og sum Jógvan Arge skrivaði. Væl úr hondum geidd bók við eisini við nógvum søguligum myndum. (Vagnur)