
Myndin av sílakvinnum er frá 1947, og tá var Christian Eli Lamhauge formaður í Havnar Róðrarfelag. Christian Eli, sum var úr Lamba, er pápi Eyðfinn og Berghild Lamhauge. Eyðfinn kenna vit sum fótbóltsspælara í HB, og Berghild er mamma Chirstian Eli Holst, sum spældi á føroyska fótbóltslandsliðnum. Undir krígnum stóð ikki á at manna bátar, tí so nógv fólk var heima, men fyrstu árini eftir kríggi fóru tey ungu í eyst og vest. Ungu menninir fóru nógvir til skips, og nógvar ungar kvinnur fóru út at tæna ella fóru uttanlands antin í lestrarørindum ella at finna sær arbeiði.
Eg minnist bara tvær kvinnur á myndini, og tað eru Ingibjørg og Katrina. Ingibjørg í Horni, sum nýggja 5-mannafarið eitur eftir, og so Katrinu, sum var gift við Ivan Carlsen. Tey arbeiddu bæði í gamla svimjihyli í Gundadali. Síðani líkist Gunnvør Debes-slagnum yvir við Strond. Gunnvør spældi eisini hondbólt við Neistanum, men hon doyðu ung av krabbameini. Síðani er tað Inga í Dali, sum eisini líkist teimum í Dali. Hinar kvinnurnar kennist eg ikki við. Myndin er áhugaverd, tí kvinnurnar hava serligt búmerki í bringuni. Tað er hvørki búmerki hjá Havnar Róðrarfelag ella tildømis Neistanum og Havnar Fimleikafelag. Kanska onkur kann upplýsa okkum um búmerkið, sum uttan iva hevur føroysku litirnar. Róðrarbúnin hjá sílakvinnum er hin sami, sum aðrar maningar hjá Havnar Róðrarfelag eru í um hetta mundið. Hvít skjúrta við upprullaðum ermum og i terlenbuksum. (Vagnur)