
Havi um dagarnar sæð nógvar hondbóltsdystir úr Pólandi. Høgir, tungir og sterkir menn, sum flestir eru fleiri enn 190 sentimetrar høgir og viga næsta hundrað og meira enn hundrað kilo. Áhugavert eisini at fylgja dømingini, sum er ymisk frá dysti til dyst. Nógv brotskøst, og skumpar tú spælara í ferð, mást tú út á beinkin at sita í tveir minuttir. EM-kappingin er órættvís eingin ivi um tað, tí hvat líkist tað, at tildømis týska liðið kemur á vøllin eftir at hava hvílt í tríggjar dagar, meðan danir fyrst spæla ímóti Svøríki fyri síðani tjúgu tímar seinni at spæla ímóti Týsklandi. Hetta líkist ongum og má broytast til næstu EM-kapping. Dystur millum Týskland og Danmark var avgjørdur á beinkinum.
Eg sá frá byrjan, at týskarar vóru meira uppsettir enn danir. Danir vardu heilt væl ímóti Spania, men nú valdi danski venjaran at lata vengurnar verja heilt frammi á vølli. Hetta var skeivt, tí nú gjørdist miðverjan ørkymlað og fann ongantíð stevið í dystinum. Serliga misti Henrik Toft fótafestið í verjuni, her skuldi Jesper Nøddesbo heldur byrjað dystin. Nøddesbo skuldi eisini byrjað dystin á linjuni, tí hann flytir seg nógv betur á linjuni enn Toft.
Segði við meg sjálvan frá byrjan, at danir fingu stórar trupulleikar ímóti uppsettum taktiskum týskum liði, og so var. Nógvir danir sýntist troyttir. Í seinna hálvleiki, tá danir førdi við tveimum málum og við tógvið stríð høvdu vunnið sær leiðsluna, gjørdi danski venjari eitt mistak. Hann tók Nøddesbo út, og setti Toft aftur á linjuna. Toft fekk skjótt tveir minuttir, og miðverjan gjørdist ógvuliga sárbar.
Teir smáu markinalarnir gera mangan av slíkar dystir, og hetta hendi bæði í dystinum, danir spældu ímóti svium og týskarum. Mikkel Hansen stóð ov stillur, og danska liðið spældi slett ikki liðspæl, har bara spælarar hvør sær royndu seg. Grundspælið vantaði. Danir eru meira enn vónbrotnir eftir ikki at náa hálvfinalurnar, sum var málið. Ikki er samsvar millum tað, sum danski venjarin Gudmundur Gudmundsson sigur, og hvat danskir spælar og danskir fjølmiðlar siga. Gudmundur sigur, at hann sjálvandi er keddur, men er væl nøgdur við dansku verjuna, og at liðið hevur spælt væl í nógvum løtum.
Men stutta av tí langa er, at bæði spælarar og dansku fjølmiðlarnir siga, at EM-kappingin í Póllandi er ein “fiasko” fyri danir. Eg haldi, at veikleikin hjá danska liðnum er, at liðið ikki hevur ein verðinsspælara á høgra bakki. Mads Christiansen spælir væl, men hann hevur í nógvar mánaðir verið skaddur. Tað sást tíðuliga ímóti týskarum, at Mads var útbrendur og orkaði ikki at spæla 100%, sum skal til í slíkum dystum.
Eingin ivi um, at týski venjarin, sum eisini er íslendingur, vann taktiska spælið á danska venjaranum mikukvøldið. (Vagnur)