Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Ófatiligt, at ein søgulig perla í Havn var burturbeind í 1975

$
0
0
Skammiligt
Skammiligt, at henda søguliga perlan mátti burtur. Og alt grótarbeiðið, sum máttu lúta fyri stórum gravmaskinum.

Tá eg herfyri sá eldri áhugaverda mynd av søguligu húsunum í grannalagnum hjá okkum við Landavegin, gjørdist eg ikki sørt harmur. Talan er um eini gomul hús, sum vóru tikin niður úti á Reyni og í 1835/36 bygd uppaftur úti á Trøðni við Landavegin. Hóast mótmæli frá Fornminnissavninum, grannum og fólkum í býnum, vildi Tórshavnar kommuna ikki lurta. Ein ússalig avgerð tikin av snævurskygdum persónum. Søgan um perluna á Trøðni er henda:

kjkjkj
Frá vinstru síggja vit hús/fjós á trøðni hjá Olufi Hansen, síðani hálvlidnu húsini úti í Grið, húsini hjá Hans Johannes Clementsen ovast í Kinabrekkuni, og síðani húsini, sum Dollin læt byggja. Hvítu húsini við høgari reising eru tey hjá Jógvani og Florenzu Mittún, síðani húsini, sum Oddmar Skarðhamar læt byggja. Vit síggja so perluna á Trøðni og uttan høgrumegin húsini hjá Hannis í Mattalág.

Byrjanin í 1834 var ein sólsskinsøga framd av arbeiðssomum og framskygdum manni, men endaði sum syrgilig søga, har snævirskygdir býarpolitikarar hóast mótmæli frá grannum og øðrum ikki vildu lurta. Søguligu gomlu húsini máttu víkja fyri nýggja Spesialskúlanum, sum hann tá æt. Grundgevingin var, at gomlu húsini komu ov nær nýggja Spesialskúlanum. Eg vildi sagt tað júst øvutta. Spesialskúlin kom ov nær gomlu húsunum. Høvdu fólk tá havt hugflog, var bæði pláss fyri Spesialskúlanum og gomlu perluni, sum kundi staðið har sum eitt prýði og minni um farna tíð.

Familjan á Trøðni. Foreldini Petur Jacob Mittún,
Familjan á Trøðni. Foreldini Petur Jacob og Helena Mittún. Børnini eita Jógvan, Christian og Marin Sofía.

Frederik Ferdinand Tillisch, sum var amtmaður og kommandantur í Føroyum í árunum 1830-1837, var sera dugandi og drívandi maður. Tillisch sá beinanvegin, at skuldi veruligur framburður koma í føroyska samfelagið, kundu bøndurnir ikki einsamallir sita við allari jørðini heilt oman til sjóvarmálan og harvið hava alt valdið í Føroyum. Farast mátti undir traðahald, so vanliga fólkið slapp fram at parti av jørðini.

Tað var í Tillischa embætistíð, at menn settust niður í Skopun og Funningsbotni, á Hvítanesi og Slættanesi. Í Havn rukku Flatnahagi og Húsahagi heilt oman til sjóvarmálan, og havnarfólk vóru tá fátøk fólk, men við hjálp frá Tillisch kom spakuliga vend í, tí nú vóru traðir innlagdar, so havnarfólk kundu velta síni epli, hava seyð og kúgv. Hetta saman við útróðrinum var við til, at Havnin spakuliga fór at mennast og fólkatalið vaksa.

Traðirnar í Havn í 1863. Vit síggja Stóragarð í reyðum. Trøðin nr. 37 er Trøðin á Trøðni, sum seinni bleiv til tríggjar traðir. Haraldur Eirikstoft fekk part av trøðni í 1895 langabbi mín Havnar Jógvan fekk part av Trøðni í 1903, sum sonurin Christian yvirtók í 1923.
Traðirnar í Havn í 1863. Vit síggja Stóragarð í reyðum. Trøðin nr. 37 er trøðin á Trøðni, sum seinni bleiv til tríggjar traðir. Haraldur Eirikstoft fekk part av trøðni í 1895 og langabbi mín Havnar Jógvan fekk part av Trøðni í 1903, sum sonurin Christian yvirtók í 1923.

Í 1834 letur Tillisch eina trøð til Zacharias Anthoniussen, sum var úr Havn, og Maluna, sum var úr Hesti. Zacharias og Malan, sum áttu hús nær Mettustovu á Reyni, byrjaðu beinanvegin at velta á Trøðni. Og í 1835/36 avgera tey at taka niður húsini á Reyni og flyta tey út á Trøðna, sum staðið var rópt. Talan var um fyrsta húsið, sum var bygt uttan fyri Vágsbotn og langt úti á bølandinum, sum tikið verður til. Sagt var, at nógv av tilfarinum í húsinum var frá kirkju á Reyni.

Greinastubbin stóð í Sosialinum 15. mars 1975. Hóast mótmæli frá Fornminnissavninum, grannum og øðrum tók Tórshavnar kommuna skammiligu avgerðina at slætta søguligu perluna við jørðina.
Greinastubbin stóð í Sosialinum 15. mars 1975. Hóast mótmæli frá Fornminnissavninum, grannum og øðrum í býnum tók Tórshavnar kommuna skammiligu avgerðina at slætta søguligu perluna við jørðina.

Í eini samrøðu við Marin Sofíu Dam, sum var systir Cristian á Trøðni, sigur Fía, sum hon var rópt, at Zacharias og Malan vóru barnleys, men taka Onnu Elisabeth til fosturs eftir at foreldrini eru deyð av landfarssótt. Tá Zacharias og Malan eru farin, yvirtekur fosturdóttirin Anna Elisabeth, rópt Bette á Trøðni, ognina í 1862. Bette giftist Rubek Christian Joensen úr Miðvági, sum frá 1873 sambært tinglesingini kemur at standa fyri trøðni og húsunum.

kjkjk
Elsta myndin av húsunum á Trøðni. Nògv av tilfarinum var fleiri hundað ára gamalt.

Hesin Rubek arbeiddi sum húskallur á Hospitalinum og var áhugaður í urtagørðum, og hetta sást eisini á Trøðni, har vakur urtagarður var vestan fyri húsini. Rubek og Bette fingu tvey børn. Sonurin æt Jógvan og var timburmaður, men hann datt niður og breyt ryggin, tá hann arbeiddi upp á gamla Kommunuskúlan. Tvey ár seinni doyði Jógvan av løstunum. Dóttirin Johanna Helena Joensen giftist Petur Jacob Mittún, sum var av Selatrað men vaks upp hjá eini systur í Svínáum.

Petur Jacob var bátasmiður og arbeiddi millum annað saman við Eliasi í Rættará. Petur Jacob og Johanna Helena áttu trý børn: Marin Sofíu, rópt Fía, Joen, róptur Jógvan, og Christian Ernst Mittún. Sambært tinglýsingini kemur Helena at standa fyri trøðni og húsunum á Trøðni frá 18. desember 1923. Helena, sum eg minnist væl, var fødd 4. oktober 1871 og doyði 92 ára gomul 1. september 1964. Petur Jacob var føddur 19. november 1874 og doyði 65 ára gamal 13. oktober í 1940.

Jógvan og Florenza Mittún. (Myndeigari Irvin Mittún)
Jógvan og Florenza Mittún.

Børnini hjá Petur Jacob og Helenu Mittún vóru sum sagt trý. Jógvan, Fía og Christian. Jógvan, sum var giftur við Florensu úr Hvalvík, bygdi sær hús nakað vestanfyri hjá foreldunum, og húsini síggjast á eini av myndunum. Tey bæði fingu trý børn: Egon, Irvin og Daphne. Fía var gift Hákun Dam, og tey áttu børnini Vagnur, Finnbjørn og Hildigunn. Christian Mittún var ógiftur.

Sorgarsøga, at húsini á Trøðni vóru tikin niður

Eg eri føddur í 1949, og sum smádrongur minnist eg Helenu, ommuna, sum vit róptu hesa barnavinaligu konu. Kristian á Trøðni og mamman búðu í húsunum, sum vóru nakað heilt serligt og øðrvísi enn onnur hús í grannalagnum. Fórt tú yvirum ánna við Vesturkirkjuna, komst tú fyrst til eitt portur, sum var fest í ein hjall. Frá portrinum gekk ein gøta gjøgnum tríggjar traðir oman í  Hornabø. Fyrst trøðin á Trøðni, síðani trøðin hjá abba mínum Christiani Christiansen og longri niðri trøðin hjá Haraldi Eirikstoft.

Frá vinstru Sofía og Vagnur Dam og Helena Mittún.
Frá vinstru Sofía og Vagnur Dam og Helena Mittún.

Húsini á Trøðni vóru so serlig fyri okkum ungu, tí húsini høvdu flagtak, steinsett tún um húsini, har var hjallur, hoyggjhús, køstur og fjós. Tey høvdu kúgv, seyð, hønur og uttan iva eisini flogfenað. Fyrst í 1970-árunum gingu tíðindi, at hesi søguligu húsini skuldu takast niður, tí ein spesialskúli skuldi byggjast á Trøðni. Grannar og onnur vóru í øðini, tí tey í Tórshavnar kommunu kundu ikki vera so snævurskygd  og lítið mentað at taka hesa perlu niður, tí hesi hús komu at standa ov nær nýggja skúlanum. Ein ússalig grundgeving, má eg siga.

Hildigunn, Sofía og Hákun Dam.
Sofia og Hákun Dam. Smágentan eitur Katrin Ottarsdóttir.

Mótmælisskriv við undirskriftum var sent kommununi, men tað var sum at sletta vatn á gás. Havi eisini fingið upplýst, at Fornminnissavnið royndi at fáa Tórshavnar kommuna at varðveita húsini, men uttan úrslit. Áðrenn húsini á Trøðni vóru niðurtikin, vóru tey máld upp av fólkum frá Fornminnissavninum. Í míni verð hevur hetta ongan týdning, tí hvat kunnu nakrar uppmátingar og tekningar brúkast til, tá gamla perlan á Trøðni er burtur?

Cristian Mittún og guddótturin Katrin Ottarsdóttir.
Cristian Mittún og Katrin Ottarsdóttir. Á stóra steininum, har Vestursum nú stendur, spældu vit mangan. Reyðu húsini við grøna takinum eru husini hjá Hannisi í Mattalág.

Umtalaðu tríggjar traðir oman í Hornabø vóru allar tiknar til Venjingarskúla og Spesialskúla. Eigararnir fingu nakrar krónur fyri lendið, men hetta var smápeningur í mun til aðrar traðir í býnum, sum vóru seldar fyri stórar upphæddir til sethús og handilsbygningar.

Teir byggja Spesialskúlan. Hjallurin hjá teimum á Trøðni stendur eftir. Vinstrumegin húsini hjá Debes og Rigmor Christiansen.
Teir byggja Spesialskúlan. Hjallurin hjá teimum á Trøðni stendur eftir. Vinstrumegin húsini hjá Debes og Rigmor Christiansen. Ætlalnin var, at hesi hús eisini skuldu takast niður.

Gongur tú í dag har á leiðini, so er einki skil á, hvussu hesir skúlar eru bygdir. Venjingarskúlin er spreiddur um alt ov stórt øki, har fleiri hundrað fermetrar av grasvølli liggja óbrúktir millum ymsu lonirnar. Var vilji til staðar fyrst í 1970-árunum, so kundi Spesialskúli verður teknaður soleiðis, at tað slapst undan at taka niður gomlu húsini á Trøðni, sum var ein perla har á leiðini. Nóg mikið av plássi var bæði fyri gomlu húsunum og skúlanum.

Um hugflog var á fólki, so var bæði pláss fyri Spesialskúlan og aldargomlu perluni á Trøðni.
Um tey í Tórshavnar kommunu høvdu hugflog, so var bæði pláss fyri Spesialskúlanum og aldargomlu perluni á Trøðni.

Eg minnist serliga brøðurnar Cristian og Jógvan Mittún. Jógvan, sum sigldi við Tjaldrinum og eisini arbeiddi eitt skifti á Tórshavnar Skipasmiðju, bygdi sær hús vestan fyri húsini hjá foreldrunum. Kona Jógvan æt Florenza, børnini itu Egon, Irvin og Daphne. Fía bleiv gift Hákun Dam av Sandi, og tey áttu børnini Vagnur, Finnbjørn og Hildigunn. Christian á Trøðni var sum áður sagt ógiftur. Cristian arbeiddi í nógv ár á Tórshavnar Skipasmiðju.

Gøtan oman Hornabø byrjað við Landavegin og sæst á myndini. Hví í Harrans navni skuldi Spesialskúlan leggjast soleiðis, at húsini á Trøðni máttu burtur?
Gøtan oman Hornabø byrjaði við Landavegin og sæst á myndini. Hví í Harrans navni skuldi Spesialskúlan leggjast soleiðis, at húsini á Trøðni máttu burtur? (Mynd Vagnur)

Gomlu húsini á Trøðni eru bara eitt dømi um politikarar, sum ikki hugsa fram um nøsina og í nógvum førum taka skeivar avgerðir. Sjálvandi skuldu søguligu húsini á Trøðni verið varðveitt, og eg eri heilt vísur í, at kom slíkt mál undan kavi í 2016, so vóru húsini á Trøðni ikki burturbeind. Tá talan er um myndir, havi eg fingið nakrar myndir frá Irvini Mittún, Katrin Ottarsdóttir, og onkur er fingið aðrastaðni. Hetta takki eg fyri. (Vagnur Michelsen)

Brøðurnir Jógvan og Christian á Trøðni. (Myndeigari Irvin Mittún)
Brøðurnir Jógvan og Christian á Trøðni.
Landavegsvinir hugna sær, og Christin Mittún sæst til
Landavegsvinir hugna sær, og Christin Mittún er mitt í rokanum.
Ætlanin var at fleiri hús skuldu takast burtur, so frítt var út til ánna og Vesturkirkjuna.
Ætlanin var at fleiri hús skuldu takast burtur, so frítt var út til ánna og Vesturkirkjuna.

 

 

 

 

 


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>