Quantcast
Channel: Hvannrók
Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082

Reyðbrúnu húsini úti í Tinganesi rigga bara heilt væl

$
0
0
Vøkur sjón yvir á Tinganes. Stórt arbeiði má hava verið at laðað allar hasar grundirnar, tí grótið skuldi nógv høggast til. (Mynd Vagnur)

Nógvar myndir eru tiknar av Tinganesi, sum má sigast vera ímyndin av Havnini. Tað var jú har, alt byrjaði á sinni. Sá einastaðni, at í 1647 vóru bara tíggju skattgjaldarar í Havn, og vóru hetta fólk, sum arbeiddu í Tinganesi. Fátæksligt var, tí hesi fólk áttu onga jørð, og tildømis áttu kirkjubøingar jørðina heilt oman í Álaker og Skálatrøð. Ferð kom á, tá traðir vóru lagdar inn Yvir við Strond og niðan ímóti Hoyvíkstjørn, so fólk kundu hava kúgv og onnur kríatúr og eisini kundi velta sær epli og annað. Tað vóru serliga soldátarnir á Skansanum, sum fingu hesar traðir, sum vóru um eitt kúfóður. Síggi í hagtølunum, at í 1801 búðu 554 fólk í Havn, og hundrað ár seinni í 1901 vóru fólkini 1656 í tali. Fara vit hundrað ár longri fram í ár 2000, so búðu 17.777 fólk í Tórshavnar kommmunu. Í 1901 búðu tíggju prosent av fólkunum í Føroyum í Havn, og nú búgva 41,9% í Tórshavnar kommunu. Eins og aðrastaðni fer stór miðsavnan fram.

Myndina av Tinganesi tók eg av “Ískaiini” í vikuni. Stóð eina løtu og eygleiddi vøkru reyðbrúnu bygningarnar úti í Tinganesi. Einki betong men vakrar laðaðar grundir, og heildin hevði riggað enn betur, um øll húsini høvdu flagtak. Skilji ikki rættliga, hví tey hava valt svart tak á høvuðsbygningin, har løgmaður heldur til. Í summar hava vit hoyrt nógv um øktu ferðavinnuna, og Tinganes má vera staðið, har flestu útlendingar vitja. Har eru altíð fólk at síggja á klettunum í Tinganesi. (Vagnur)


Viewing all articles
Browse latest Browse all 1082


<script src="https://jsc.adskeeper.com/r/s/rssing.com.1596347.js" async> </script>